Skip to main content

Royndir við eplavelting í Føroyum

Experiments on potato growing on the Faroe Islands

BS-uppgáva í lívfrøði, juli 2002, Náttúruvísindadeildin

Skrivað hevur: Vivie Kirke Petersen

Innanhýsis vegleiðari: Eyðfinn Magnussen

Uttanhýsis vegleiðari: Peder Haahr

Uppgávan í pdf-formati

Samandráttur

Grundarlagið undir hesi ritgerðini eru royndir við eplavelting í Føroyum. Serstakliga eru tað royndirnar 2001 sum eru eygleiddar og brúktar sum grundarlag fyri frágreiðingunum um tað praktiska arbeiði. Í stuttum verður lýst hvussu eplaveltingin fer fram. Úrslitini frá royndunum í 2001 og árini frammanundan verða  brúkt til at lýsa tann stóra samanhangin.

15 eplasløg vóru við í kanningini. Sini var tað slagið ið fruktaði best. Eplasløgini verða lýst út frá teimum faktorum sum vanliga verða brúktir til at meta um góðskuna á eplunum. Í hesum sambandi verður sagt frá um tær ymisku sjúkurnar sum gera seg galdandi í eplavelting í Føroyum. Tølini eru viðgjørd soleiðis, at lýst verður hvussu tey ymisku sløgini hilnast í mun til hvørt annað, eisini sum søluvøra. Turrevnisinnihaldið varð kannað og út frá hesum verður mett um, hvat eplini best eru egnað til. Eitt sindur verður eisini sagt um framleiðslu og innflutning av seteplum og mateplum til Føroya.