Skip to main content

Samanbering av ymiskum agni við línu

Comparison of bait in longline fishery

BS-uppgáva í lívfrøði, juni 2004, Náttúruvísindadeildin

Skrivað hevur: Jack Hummeland Jacobsen og John Joensen

Innanhýsis vegleiðari: Eyðfinn Magnussen

Uttanhýsis vegleiðari: Bjarti Thomsen

Uppgávan í pdf-formati

Samandráttur

Fiskiroyndir vórðu framdar tann 11. og 25. mei 2004 við línu, og snørisroyndir vórðu framdar í apríl 2004. Endamálið var at samanbera ymisk sløg av agni og vita, hvussu tey fiskaðu. Veiðan var mest hvítingur og hýsa. Gágga vísti seg at fiska meira tosk á línuni og fiskaði sum heild størri fisk, meðan við snørinum fiskaði hon smærri tosk, og ikki meira enn føroybankahøgguslokkurin. Eingin stórvegis munur var funnin í fiskiskapinum við nebbasild og tveimum sløgum av høgguslokki sum agn.

Abstract

On May 11 and on May 25 2004 we conducted fishing trials with longline gear, and handline fishing trials in April 2004. The objective was to compare different baits, to see how they performed. The catch consisted mostly of whiting and haddock. Whelk bait proved to be more effective in catching cod on the longline, and generally caught larger fish, while on the handline it caught smaller cod, and did so no more effectively than the squid Loligo forbesi. No major difference in catching efficiency was found between sandeel and two types of squid.