Skip to main content

Sublittoral tarasamfeløg í Suðuroy. Trý pláss við ymiskari styrki á aldubrotum

Sublittorale makroalgesamfund på Suðuroy. Tre lokaliteter med forskellig eksponeringsgrad

BS-uppgáva í lívfrøði, juli 2002, Náttúruvísindadeildin

Skrivað hevur: Agnes Mols Mortensen

Innanhýsis vegleiðari: Eyðfinn Magnussen

Uttanhýsis vegleiðarar: Ruth Nielsen og Arne Nørrevang

Uppgávan í pdf-formati

Samandráttur

Tara innsavningar vóru framdar av kavarum á trimum plássum í Suðuroy, fyri at kanna tarasamfeløgini. Plássini høvdu ymiska styrki á aldubrotum (eksponeringsgrad): vart, miðal ábart og ábart. Savnað varð inn á 5 m, 10 m og 15 m dýpi. Hugt varð at slagsamanseting, hvussu nógv tey ymisku sløgini fyltu í tí dekkaða arealinum, og hvussu býtið var millum reyð-, grøn- og brúntara, í mun til styrki á aldubrotum og dýpi. Úrslitini vístu, at miðal ábart og ábart, vóru meira lík í slagsamanseting enn vart. Fleiri sløg domineraðu, tað vil siga, fyltu meira, jú størri styrki á aldubrotum og jú grynri var. Reyðtararnir fingu størri býti jú djúpri var, brúntararnir eitt minni býti jú djúpri var, og grøntararnir vóru ikki skrásettir á 15 m dýpi.