Skip to main content

Útbreiðsla og tal av gráspurvum í Føroyum sæð frá einum metapopulatións sjónarmiði

Gråspurvens udbredelse og antal på Færøerne set ud fra et metapopulations perspektiv

BS-uppgáva í lívfrøði, juli 2002, Náttúruvísindadeildin

Skrivað hava: Kirstin Eliasen og Laura Mary Jacobsen

Innanhýsis vegleiðari: Eyðfinn Magnussen

Uttanhýsis vegleiðari: Sven-Axel Bengtson

Samandráttur

Í 2002 vóru kanningar gjørdar av nøgd og útbreiðslu av gráspurvi í Føroyum. Í samrøðu við fólk á staðnum varð søgan hjá gráspurvinum, við atliti at niðurseting, granskað. Ferðamynstrið hjá gráspurvinum í Tórshavn varð kannað við ringmerkingum. Teljingarnar vístu, at gráspurvur var at finna í 79 av teimum uml. 120 bygdunum og at samlaði stovnurin í Føroyum var uml. 2.600 pør. Støddin á stovninum í ár varð samanborin við støddina í fjør, og har var eingin munur. Úrslitini vístu, at talið av húsum og gróðrargóðskan høvdu stóran týdning fyri nøgdina og útbreiðsluna. Oyggjarnar sunnanfyri høvdu sum heild størri stovnar enn tær norðanfyri. Kanningarnar benda á, at tann upprunaliga niðursetingin hendi í ymiskum økjum, t.v.s. at tann føroyski gráspurvurin kann hava ymiskan uppruna. Ringmerkingarnar vístu, at føroyski gráspurvurin var rættuliga virkin og onkrir brúktu øki upp til 2 km2. Ein metapopulatión er samansett av fleiri populatiónum í einari populatión. Gráspurvarnir í Føroyum lúka fortreytirnar fyri metapopulatións-fyribrigdinum, soleiðis at populatiónirnar eru knyttar hvør til aðra við útskifting av ílegum, útdoyggjan og endurniðurseting.