Skip to main content

Vistfrøðin hjá glýsufiski (Trisopterus minutus) á Føroyabanka

Ecology of poor cod (Trisopterus minutus) on the Faroe Bank

BS-uppgáva í lívfrøði, mai 2004, Náttúruvísindadeildin

Skrivað hevur: Marita Debess Magnussen

Innanhýsis vegleiðari: Eyðfinn Magnussen

Uppgávan í pdf-formati

Samandráttur

Í mars- og september mánaði í 2003 vórðu 209 glýsufiskar (Trisopterus minutus) samlaðir á Føroya Banka. Hettar var gjørt av tí at lívfrøðin og vistfrøðin hjá glýsufiski ikki eru væl kannaði frammanundan og eg haldi tað vera áhugavert at lýsa eitt fiskaslag uttan vinnuligan áhuga á einum staði, ið er meira ella minni ein serstøk vistskipan sum Føroya Banki er. Uppgávan skal geva eina lýsing av lívfrøðini og vistfrøðini hjá glýsufiski á Føroya Banka. Uppgávan skal umfata vøkstur, føði úrval, aldur, kynsbúning, kondition faktor, útbreiðslu av glýsufiski og botnhita á Føroya Banka. Úrslitið, sum komið verður fram til, skal verða borið saman við úrslit frá øðrum kanningum um glýsufisk á øðrum økjum og á Føroya Banka. Úrslitini vístu, at glýsufiskur á Føroya Banka er ymiskur í mun til glýsufisk á øðrum økjum. Føðin, ið varð funnin í maganum á glýsufiski á Føroya Banka var í høvuðsheitum krabbadjór, bustumaðkar og fiskur, og krabbadjór vóru mest fjølment. Á øðrum økjum eru bustumaðkar vanligasta føðin hjá glýsufiski. Glýsufiskur á Føroya Banka er størri enn glýsufiskur á øðrum økjum, og kvennfiskurin er størri enn kallfiskurin á Føroya Banka. Kvennfiskurin er eitt sindur minni og yngri enn kallfiskurin, tá ið tey blíva kynsbúgvin. Tað er øvugt í mun til onnur øki, sum t.d. vesturstrond Skotlands.

Abstract

In March and September 2003, 209 poor cod (Trisopterus minutus) were sampled on the Faroe Bank. This was done because the biology of poor cod is poorly understood at present and I do find it interesting to describe a non-commercial fish on a fairly isolated ecosystem as the Faroe Bank. The paper shall give a comprehensive description of the biology and ecology of poor cod on the Faroe Bank. The paper is considering growth, food composition, age, sex maturity, condition factor, geographical distribution of the poor cod and bottom temperatures on the Faroe Bank. The results are compared with other results found on poor cod in other areas and on the Faroe Bank. The study shows that poor cod on the Faroe Bank is different from poor cod in other areas. The prey-species found in the stomach of poor cod on the Faroe Bank were mainly crustaces, polychaetes and fish, where crustaces were the dominating prey-species, whereas in other areas polychaetes are the dominating prey-species. Poor cod on the Faroe Bank is larger than poor cod in other areas. The female fishes are larger than the male fishes on the Faroe Bank. Females on the Faroe Bank are a little bit smaller in size and younger in age than the male fishes when they mature, this is contrary to other areas, such as the west coast of Scotland.