Skip to main content

Hugskot til uppgávur innan havfrøði

Hugskotini eru hugsað til BS ella Master uppgávur á Fróðskaparsetrinum ella við annan lærustovn í samstarvi við Fróðskaparsetrið.

Førleikar:
Fyri allar uppgávurnar er umframt vanliga havfrøði (við hollari stødd- og alisfrøði kunnleika),  góðan hug og evni til at sita við telduna og arbeiða við dátum, forritan og grafikki ein fyritreyt.

Rák orsakað av skiftandi barometurstandi

Lágtrýst á veg framvið Føroyum. Mynd: OrbView-2, SeaWIFS Project.

Línu- og garnamenn hava greitt frá, at stundum er eitt rák, sum ikki hevur samband við sjóvarfallið. Frá alaraum eru eisini ábendingar um, at skiftandi barometurstandur kann elva til eitt rák millum oyggjarnar, sum er upp ímóti einari míl. Meira vitan um rákið, sum kemur av at djúp og oftandi skjótt ferðandi lágtrýst fara framvið oyggjunum hevur tískil týdning m.a. í samband við ali- og fiskivinnuna.

Hesa uppgávuna hugsa vit at verða í tveimum stigum, um talan er um eina masteruppgávu, ella sum tvær bachelor uppgávur, har tann seinna uppgávan byggir á tí fyrru.

Fyrra uppgávan:
Í fyrsta stigininum skal eitt barotropiskt numeriskt model setast upp fyri alt norður Atlantshavið. Av tí at økið er stórt, so verður numeriska loysiligheitin rættuliga grov, og verða sund og firðir í Føroyum bert í sera grovan mun lýst. Hetta modellið skal brúkast til at kanna, hvat fyri rák á landgrunninum verður skapt av látrýstunum, og hugsanin er at simulera hvat hendir um tá látrýstini ferðast ymsar leiðir, ferðast við ymsum ferðum og hava ymisk dýpir (styrki).

Høvuðseykennini fyri lágtrýstini (t.v.s. leið, ferð og dýpi) verður útvega við at kanna veðurkort, men í sjálvum simuleringuum verða tey 'idealiseraði', soleiðis at tað bert verður hugt eftur sjálvum látrýstunum, og ikki hvussu veðrið annars er kring hesi látrýstini. Hugsanin er at kanna umleið 15 ymsar hendingar. 

Seinna uppgávan:
Í stigi tvey verður kannað, hvussu lágtrýstini ávirka rákið inni á firðunum og í sundunum. Modellið verður 'bert' sett upp fyri landgrunnin, men við rættuligari høgari loysiligheit, soleiðis at firðir og sund verða væl umboðaði. Til at dríva hesi modellini verða somu veðurstøður brúktar, sum í fyrru uppgávuni, men harumframt skal rákið á landgrunninum, sum grova modellið hevur roknað, brúkast til at dríva hetta modellið úti á rondunum.

Tsunami aldur í Føroyum

Frá flóðalduvanlukkuni í Japan í 2011.

Ógvusliga Tsunami vanlukkan, sum hendi í fjareystri á jólum 2005, minnast tey flestu enn, og fjørmiðlarnir hava enn javnan fráboðanir um avleiðingarnar av stóru flóðalduni, sum rakti Japan í 2011. Hóast Tsunami-ir ikki eru so vanligar um okkara leiðir, so hava slíkar hendingar verið nærri við Føroyar.

Fyri o.um, 6000 árum fyri Krist hendi eitt omanlop á kantinum av norska landgrunninum, sum elvdi til eina rættuliga stóra tsunami aldu á okkara leiðum. Henda hendingin er kend sum Storeggaaldan. Model útrokningar hava víst, at aldan var umleið 10 m høg, tá hon kom inn á føroyska landgrunnin (Gjevik et al, 1994). Kanningar av botnsedimentunum í vøtnunum suðuri í Vági og Niðri á Møl á Eiði vísa, at tað breyt inn í hesi vøtnini í hesari hendingini (Grauert, 1999). Ein líknandi, men ikki so ógvuslig hending var í 1969, tá ein harður jarðskjaálvti rakti Gorringe Bankan í ein útsynning úr Portugal. Hesin skjálvtin skapti eina flóðaldu, sum rakti strendurnar hjá Portugal, Spanina, Marocco og oyggjarnar har um vegir. Á Europeiska meginlandinum gjørdi aldan í hesari hendingini ikki so nógv um seg, men ótti kom tó á fólk, serliga í Portugal, tí í 1755 varð Lissabon so at siga lagdur í oyði av slíkari hending.

Tsunami-ir kunnu eisini koma av omanlopum, og slíkt dømi er hendingin í 1953, tá eitt omanlop á Kalsoynni skapti eina aldu, sum fylti gjónna norðuri við Gjógv. Í 2008 var ein minni Tsunami hending, sum serliga gjørdi um seg í Hvannasundi, og frágreiðingar um líknandi hendingar á Sørvági og Miðvági eru frá 1920-árunum. Orsøkina til hesar hendingarnar vita vit ikki enn, men omanlop  onkunstaðni á havbotninum er eitt av boðunum.

Tsunami aldur um okkara leiðir er eitt stórt evni, sum kann ganga aftur í fleiri uppgávur. Niðanfyri eru tvey dømir:

Flóðaldur í Føroyum  uttan av havi
Við einum frymli, sum fevnir um Føroyar og næstu grannalondini verður við einari røð av model koyringum kannað, hvussu aldur, sum eru orsakaðar av omanlopum í havbotninum, kunnu ferðast kring og millum oyggjarnarm. Serliga verður hugt eftur møguligum omanlopum í brøttu skráningunum á Føroyska landgrunninum, og á skráningunum hjá meginlondunum kring Føroyar.

Flóðaldur Í Føroyum orsakað av omanlopum
Her verður ein neyvari frymil nýttur til at kanna hendingina við Gjógv í 1953, umframt kanningar av líknandi hugsaði omanlop á minst 5 øðrum støðum í Føroyum. Í hvørjum einstøkum føri skal ein meting gerast um hvørji virðir (hús, havnir, vegir o.l) kunnu verða rakt.

Tilvísingar:
B. Gjevik, G. Pedersen, E. Dybesland and C. B. Harbitz, ``Numerical simulations of tsunami waves; Preliminary results of the Storegga, the Gorringe Bank and the Thera case studies'' Preprint Series, Dept. of Math., Univ. of Oslo, No 1, (1994).

Grauert, M., "Storegga tsunami aflejringer på Færøerne", høvuðsritgerð, Købenshavns Universitet, (1999).

Ymiskt tilfar:
'Kann ein flóðalda raka Føroyar', sending í Kringvarp Føroya, ið Kári Sólstein legið til rættis. Trýst her.

'Færøsk tsunami: Havet hævede sig tre meter', grein í blaðinum Ingenøren. Trýst her.