Skip to main content

Støddfrøði 1, 2008

Vælkomin til Støddfrøði 1

Gunnar Restorff er undirvísari. Hann hevur kontór á ovaru hædd og kann annars kontaktast á restorff (kurla) math.ku.dk.

Evnini, ið verða viðgjørd á skeiðinum, eru: Kompleks tøl, grundleggjandi funktiónirnar, Taylor polynomium, l’Hôspitals regul, stamfunktiónir og integral, innleiðsla til differentiallíkningar, markvirði, rekkjur og konvergensur, potensrekkjur, Taylor og Maclaurin rekkjur, stutt um vektorar og matrisur, funktiónir í fleiri variablum, partiel differentiering, ketureglan í fleiri variablum, gradientur.

Lærubókin er: Robert A. Adams: “Calculus: a complete course”, 6th ed. 2006, Toronto, Pearson Addison Wesley. Næmingarnir skulu sjálvir skaffa sær atgongd til Maple (versión 10 ella nýggjari). Hetta kann bíleggjast saman við bókini fyri umleið £10. GG! at Maple 10 sýnist ikki at virka saman við Windows Vista. Lærubókin og Maple verður eisini nýtt til partar av skeiðinum Støddfrøði 2, ið verður eftir jól.

Fýra tíma skrivlig próvtøka verður eftir heystfrítíðina. Hjálparamboð loyvd - undantikið teldur og lummaroknarar, ið kunnu gera abstrakt symbolska manipulatión (t.d. TI83, TI83plus og TI84 eru loyvd). Fyri at verða innstillaður til próvtøku skulu 4 av 6 innlatingum vera góðkendar. Latast skal inn seinast mikudag klokkan 13.

Fyribils skrá fyri undirvísingina:

Undirvísing er týsdagar, kl. 10.10 til 15.00 og fríggjadagar, kl. 8.30 til 15.00. Tilfar verður býtt út til næmingarnar at arbeiða við týsdagar, kl. 08.30 til 10.00.

Týsd., 26/8Induktión, kompleks tøl, 108, A1-A10
Fríggjad., 29/8Fundamentalsetningurin í algebra, stutt repititión av kontinuiteti og differentiabiliteti, miðalvirði setningurin,A17-A19, Maple-notur, 124-130, Uppgávur at rokna heima: AI: 1-7, 9, 15-16, 18-20, 25, 27, 34-38, 41-42
Týsd., 2/9Øvugt funktión, elementerar funtiónir, expontialfunktiónir og logaritmufuntiónir, vøkstur og fáningur, arcus-funktiónir, hyperbolskar funtiónir, area-funktiónir,161-200, innlating, Uppg. at rokna heima: AII: 27-31, 33, arbeiðsseðil 1
Fríggjad., 5/9Lineer approksimatión, Taylor polynom, l’Hôpitals regul251-269, roknið uppgávurnar frá týsdegnum (AII: 27-31, 33 umframt arbeiðsseðilin), slide frá fyrilestri: 1.html2.html, 3.html, 4.html,
Týsd., 9/9Sum, areal, integral (Riemann integralið), eginleikar hjá integralinum, stamfunktión, fundamentalsetningurin í analysu, substitutión, partiel integratión145–148, 274–308, 316–321, At rokna til í dag: úr 4.7: 1-7; úr 4.8: 1-3, 5, 9-11, 15-17, 21-24, 27-28, úr 4.9: 1-13,  innlating, slide frá fyrilestri: integral1.html
Fríggjad., 12/9Substitutión við arcus-funktiónum, integral av rationellum funktiónum, hjálpitól til integratión (talvur og telduforrit), óegentlig integral322-347
Týsd., 16/9Kompleksar funktiónir og differentialkvotientur av kompleksum funktiónum, kompleksa eksponentialfunktiónin, differentiallíkningar og byrjanarvirðistrupulleikar, 2. ordans differentiallíkningar við konstantum koefficientum,(A11-A15), A15–A16, 148–150, 200–206, innlating
Fríggjad., 19/91. ordans differentiallíkningar, talfylgi og konvergensur,422–428, 471–478
Týsd., 23/9Rekkjur, konvergenskriteria fyri rekkjur, absoluttur og betingaður konvergensurUppgávur at rokna fyrstu tímarnar, 479–501, innlating
Fríggjad., 26/9Potensrekkjur, Taylorrekkjur, Maclaurin rekkjur, dømir við Taylor og Maclaurin rekkjum, binomialrekkjur502–527
Týsd., 30/9Geometri i 3D, vektorar, krossprodukt av vektorum, Lineer algebra, brúk av Maple til lineer algebra538–542, 553–559, (571–588), innlating
Fríggjad., 3/10Funktiónir í fleiri variablum, markvirði og kontinuitetur, partiel differentiatión639–656, tekna í 3d, dømir
Týsd., 7/10Ketureglan, hægri-ordans avleiddir,657–670, At rokna heima: Úr 9.1: 1-5, 14-27, úr 9.2: 1-5, 11-12, úr 9.3: 1-5, 17-21, 27-35, úr 9.4: 1-5, 13, 17, úr 9.5: 1-5, úr 9.6: 1-5, 15-17.
Fríggjad., 10/10Lineer approksimatión, differentialir, gradientur, rætningsavleiddir672–679, innlating
Vika 42Heystfrí (repetitión fríggjadagin)Royndarpróvtøkusett
Vika 43Próvtøka, fríggjadagin 24. okt. 2008Próvtøkuuppgávurnar og loysnir til próvtøkuuppgávur