Skip to main content

Stóruppgáva 1 til innlating mánadagin 6. apríl

Hagfrøði við R, mars-mai 2009

Vælkomin til Hagfrøði við telduamboðinum R.
Skeið nr.: 3004.08 ECTS: 7.5 Fyritreyt: Skeið nr. 3002.08 

Endamál
At læra studentarnar grundleggjandi hagfrøði til loysn av verkfrøðiuppgávum og vísindaligum granskingaruppgávum við brúk av telduamboðinum R.

Evni
Grundleggjandi R. Installering og heinting av program-pakkum. R-sessiónir, R-dokumentatión og hjálp. Talviðgerð, roknihættir, vektorar, objektir og forritan í R. Grundleggjandi brúk av program-pakkum og funktiónum í R. Sløg av data. Skipan, sambinding og goymsla av data. Innlesing og útlesing av data til og frá ymiskum datakeldum, t.d. tekstfílum og dátugrunnum. Framvísing av data við tekni-funktiónum í R.

Grafiskt frágreiðandi hagfrøði. Sannlíkindi og stokastiskir variablar. Diskretir tættleikar, binomial- og poisson-býtið, Kontinuerir tættleikar, normalbýtið. Tilvildarlig sýnistøka og sýnistættleikar. Punkt- og interval estimatión. Test av hypotesum. Styrki av testum (power), stór og smá sýni. Einføld linjurøtt regressión og einvegis variansanalysa (ANOVA).

Undirvísing  
Sjálvlestur og uppgávuloysn undir stuðlaðari vegleiðing og projektarbeiði. Dentur verður lagdur á nýtslu og sjálvstøðuga innlæring av hagfrøði við telduamboðinum R í undirvísingini. Arbeitt verður við smærri hagfrøði-uppgávum, umframt at tvær stóruppgávur skula latast inn til góðkenningar. Evnini fyri stóruppgávurnar vera telduamboðið R og verkfrøðilig/vísindalig uppgávuloysn við R.

Døming
Munnlig próvtøka í framløgu av stóruppgávum og í kunnleika til hagfrøði við R. Próvtøkuúrslit sambært galdandi próvtalsstiga.

Lærubók
“Statistics and Data with R – An Applied Approach Through Examples”, Yosef Cohen and Jeremiah Y. Cohen. 2008. John Wiley and Sons Ltd. ISBN: 978-0-470-75805-2 (H/B).

Undirvísarar: 
Hannes Gislason, hannesg (kurla) setur.fo
Petur Zachariassen, peturz (kurla) skulin.fo

Undirvísingin er mánadag og hósdag 8.30-12.00 og 12.30-15.00 í viku 12-20 í 2009, soleiðis at

  • R  er á skránni mánadag fyrrapart og hósdag seinnapart  (v/Hannes)
  • Hagfrøði er á skránni mánadag seinnapart og hósdag fyrrapart  (v/Petur)

Innlatingarfreistirnar til tær kravdu stóruppgávurnar eru leygardagar 4. apríl og 9. mai. Stóruppgávurnar skulu vera góðkendar av undirvísarunum, fyri at studenturin kann sleppa til próvtøku í skeiðnum. 

Munnlig próvtøka verður fríggjadagin 15. mai 2009.

Skráin fyri undirvísingina (síður og uppgávur í lærubókini):


R
(Hannes)

Hagfrøði
(Petur)

mánad.
16/3

fyrra-
part
3-20
seinna-
part
97-108(s.128) 4.2, 4.5, 4.6
hósd.
19/3
seinna-
part
20-28
fyrra-
part
108-118(s.129) 4.8, 4.10, 4.12, 4.19
mánad.
23/3
fyrra-
part
28-40

uppg. s.41-42

seinna-
part
119-128(s.133) 4.21, 4.25
hósd.
26/3
seinna-
part
45-63

uppg. s.42-43

fyrra-
part
137-153(s.171) 5.1, 5.2, 5.5, 5.8, 5.12
mánad.
30/3
fyrra-
part
63-72

uppg. s.72-74

seinna-
part
154-160'Prikkar á puntar'
hósd.
2/4
seinna-
part
75-90

uppg. s.90-94

fyrra-
part
163-171,177-1875.20
mánad.
6/4
Fyrra stóruppgávan skal latast inn
PÁSKIR





hósd.
16/4
seinna-
part
75-90

uppg. s.90-94

fyrra-
part
187-2036.1
mánad.
20/4
fyrra-
part
251-266
seinna-
part
205-2137.4, 7.5
hósd.
23/4
seinna-
part
267-277

1. stóruppg. +

uppg. s. 277-282

 

fyrra-
part
214-2387.10, 7.13, 7.18
Simulera data til 2. stóruppgávu
mánad.
27/4
fyrra-
part
313-326
seinna-
part
283-292
hósd.
30/4
seinna-
part
326-333uppg. s. 333-339fyrra-
part
293-304, 341-348
mánad.
4/5
fyrra-
part
369-384
seinna-
part
349-359
hósd.
7/5
seinna-
part
384-395uppg. s. 396-399fyrra-
part


leygard.
9/5
Seinna stóruppgávan skal latast inn
mánad.
11/5
fyrra-
part


seinna-
part




fríggjad.
15/5
Munnlig próvtøka

 (Broytingar kunnu koma í skránna)