Skip to main content

Støddfrøði 2, 2009

Vælkomin til Støddfrøði 2

Undirvísari er Gunnar Restorff. Hann hevur kontór á ovaru hædd og kann annars kontaktast á restorff (kurla) math.ku.dk.

Evnini, ið verða viðgjørd á skeiðinum, eru: Stationer virði hjá funktiónum í fleiri variablum, dupult- og trífald integratión, kartesiskir og polærir koordinatar, cylindriskir og kúlu koordinatar, generelt variabulskifti, vektorfelt og kurvuintegral, flatuintegral og flux, gradientur, divergensur og rotatión, Greens, Gauss’ og Stokes setningar, differentiallíkningar. Differentiallíkningar, lineer algebra, og anvendilsir.

Lærubókin er: Robert A. Adams: “Calculus: a complete course”, 6th ed. 2006, Toronto, Pearson Addison Wesley. Næmingarnir skulu sjálvir skaffa sær atgongd til Maple (versión 10 ella nýggjari). Hetta kann bíleggjast saman við bókini fyri umleið £10. GG! at Maple 10 sýnist ikki at virka saman við Windows Vista. Hetta er sama lærubók sum varð brúkt til Støddfrøði 1, heystið 2008. 

Metingin er ein fýra tíma skrivlig próvtøka, sum verður týsdagin 10. mars 2009. Hjálparamboð eru loyvd - tó undantikið teldur og lummaroknarar, ið kunnu gera abstrakt symbolska manipulatión (t.d. TI83, TI83plus og TI84 eru loyvd). Fyri at verða innstillaður til próvtøku skulu 4 av 6 innlatingum vera góðkendar. Latast skal inn í seinast lagi týsdagar klokkan 9. Møguleiki er ikki fyri seinri innlating.

Undirvíst verður soleiðis:

KlokkanMánadagurHósdagur
08:40–09:25FyrilesturFyrilestur
09:35–10:20FyrilesturFyrilestur
10:30–11:15FyrilesturFyrilestur
11:30–12:15UppgávurokningUppgávurokning
13:15–14:00UppgávurokningUppgávurokning
14:15–15:00FyrilesturFyrilestur

Multiple Choice Tests verða løgd út fyri hvørt part sær. Leinkjur eru í talvuni niðanfyri - eisini sæst eitt yvirlit her.

Ætlan fyri undirvísingina:

Mánad., 12/1§12.7: Gradientur og rætningsavleiddir, §13.1: Ekstrema680–688, 707–714, uppgávur 1–3 í §12.7
Hósd., 15/1§13.2: Ekstrema (við rond)715–719, uppgávur at rokna heima: 7–11, 13, 17, 21, 23 í §12.7, slide frá fyrilestri
Mánad.,19/1§14.1: Tvífald integral, §14.2: tvífald integral og kartesisk krosstøl754–759, 760–766, uppgávur at rokna heima: 1–3, 5, 19 í §13.1, 1 í §13.2  innlating
Hósd., 22/1§14.3: Óegentlig integral og miðalvirðisetningur767–771, 772-774, Uppgávur at rokna heima: 13–15 í §14.1, 1–7, 15, 16, 19–21 í §14.2, slide frá fyrilestri 
Mánad., 26/1§14.4: Dupult integral í polerum krosstølum, §14.5: trífald integral772–780, 2–5, 9, 10, 13 í §13.2, 1–5, 22–24 í §14.3, innlating
Hósd., 29/1§14.6: Variabulskifti í trífaldum integralum781–786, 787–790, At rokna heima: tær uppgávur, ið vóru settar seinast umframt 1–5, 9, 29 í §14.4
Mánad., 2/2 §14.6: Kúlu koordinatar, §14.7: nýtsla av tví- og trífaldum integralum, §15.1: vektorfelt og skalarfelt, 790–794, 796–797, (og partvís 797–803), 806–810, At rokna heima: 33, 34 í §14.4, 1–5, 10 í §14.5, 1–2, 24, 29 í §14.6, innlating
Hósd., 5/2 §15.2: Konservativ felt, §15.3: linju integral811–819, 820–823, At rokna heima: 3–4, 5–9, 15–17, 25–26 í §14.6, 1–5 í §15.1
Mánad., 9/2 §15.4: Linju integral av vektorfeltum, §15.5:  flatur og flatuintegral824–830, 832–841, At rokn heima: tær uppgávur omanfyri, ið enn ikki eru roknaðar (serliga 15–17, 24–26, 29 í §14.6), umframt 9–11 í §15.1, 1–5, 7–9 í §15.2, 1–5 í §15.3 innlating
Hósd., 12/2 §15.6: Orienteraðar flatur og fluks integral843–847
Mánad., 16/2 §16.1: Gradientur, divergensur og rotatión, §16.2: identitetir fyri gradient, divergens og rotatión850–858, 858–864, at rokna heima (úr fotokopium latin tykkum 12/2): 185abcd, 190abcd, 193abc, 200abc, 202abc, 214abcde, slides frá fyrilestrum, innlating
Hósd., 19/2 §16.4: Gauss setningur (divergens setningurin)868–873, Roknið tær av uppgávunum frá seinast, sum tit ikki náddu, her serliga 193abc, 200abc, 202abc, 214cde. Harumframt uppgávurnar: 3–7 úr §16.1, og 207abcd úr kopium
Mánad., 23/2 §16.5: Stokes setningur, §16.6: brúk av vektor kalkulus, 875–878, 879–885, rokna 1–5 í §16.4 og 1–5 í §16.5, innlating
Hósd., 26/2 RepitiónRokna heim tær útleveraðu próvtøkuuppgávurnar umframt tær av omanfyrinevndu uppgávum, ið tit ikki hava roknað
Hósd., 5/3SpyrjitímiKlokkan 13.00
Týsd., 10/3PróvtøkaPróvtøkuuppgávan, loysnir til próvtøkuuppgávuna