Skip to main content

Forrit og forritan í vinnuni

Skeiðslýsing

HeitiForrit og forritan í vinnuni
Skeið nr.5012.10
ECTS7.5
Fortreytir5010.10 Innleiðing í teldufrøði
EndamálEndamálið við skeiðnum er at geva eitt gott innlit í yrkið sum KT-verkfrøðingur og í ymiskar starvsmøguleikar innan kunningartøkni.
EvniHvat hendur í vinnuni og hvørjar KT-førleikar saknar vinnan? Hvørjar skipanir vera brúktar, hvør menning fer fram og hvussu rekur vinnan sínar KT-skipanir? Hetta eru spurningar sum verða viðgjørdir í hesum skeiði har bæði grundleggjandi teori um vinnuskipanir og gestafyrilestrar við fólki úr KT-vinnuni vera á skránni. Eisini fáa næmingarnir høvi til at arbeiða í bólkum, at gera sínar egnu kanningar, at gera skrivligar frágreiðingar og til at leggja hesar fram.
UndirvísingFyrilestrar og bólkaarbeiði.
DømingMunnlig einstaklinga-próvtøka við støði í bólkaarbeiðum og spurningum úr lærubók. Galdandi próvtalsstigi verður nýttur.
LestrarlistiBusiness Information Systems, Paul Beynon-Davies, Paperback: 512 pages Publisher: Palgrave Macmillan (31 Mar 2009) ISBN-10: 023020368X ISBN-13: 978-0230203686 GBP 38.48 / DKK 356,43 við 1 mánaða forsendilsi frá amazon.co.uk. Skeiðsplanur - útg. 2.
SamskiftiHannes Gislason; hannesg(at)setur.fo
Skeiðsheimasíða
Byrjar26-10-2010, kl. 9.15
Endar10-12-2010
Undirvísingartíðir
PróvtøkaMikudagin 15-12-2010 og hósdagin 16-12-2010
Viðmerkingar