Skip to main content

Hagfrøði fyri KT-verkfrøðingar

Lærubøkur

G. Jay Kerns: Introduction to Probability and Statistics Using R, sum er tøk á netinum kann takast niður her (IPSUR).

Jane Horgan: Probability with R: An Introduction with Computer Science Applications
Wiley-Blackwell; New edition (25 Nov 2008)
ISBN-10: 0470280735
ISBN-13: 978-0470280737

Kann keypast á amazon her.

Fráboðanir

Góðu KT-studentar

Viðvíkjandi ÁVEGIS ROYND 1 í gjár:

Eg havi talt stigini, sum tir fingu burtur úr Multiple Choice partinum.
Havi viðfest tey røttu svarini, og stabbamynd yvir stigini hjá tykkum.
Sum trúnaðarmál vil eg ikki senda tykkum listan við teimum persónligu stigunum.
Eg taki tann listan (í pappírsformi) við í morgin, so tit kunnu síggja, um samsvar er
við tykkara egnu uppteljing.
Sum eina venjing kunnu tit leggja tølini úr stabbamyndini inn í R og vita hvat miðaltalið og sd eru.

Havi ikki (enn) korrigerað fyri teimum villum, sum vóru í spurningi 3 og 6.

Í morgin - fríggjadagin 11. november - fara vit undir Chapter 6 í IPSUR bókini, har høvuðsevni er
sýnisbýti (sampling distributions):

-  Sampling  distributions
    s. 199-210

Her eru slóðir til simuleringar av sýnisbýti av miðaltalinum:
onlinestatbook.com/stat_sim/sampling_dist/index.html
www.stat.tamu.edu/~west/ph/sampledist.html
wise.cgu.edu/sdmmod/sdm_applet.asp

og video-slóðir:
www.youtube.com/watch
boxplot:
www.youtube.com/user/jsnider3675

Her síggja tit IPSUR-høvundin halda fyrilestur um okkurt frá kap. 7 og 8:
www.ysumathstat.org/faculty/kerns/video/STAT3743/101310/STAT3743_101310.webm
----

Vit síggjast í morgin kl. 8.45.

Vinarliga
Petur Z.