Skip to main content

3403 Veskumekanikk

Í hesum skeiðinum verður nomið við ymsar eginleikar hjá vesku, og hvussu vit støddfrøðiliga kunnu lýsa rørslurnar hjá vesku og tær kreftir, ið elva til rørslurnar. Hettar er nærri lýst í skeiðslýsingini og í lestrarætlanini.

Lestrarætlan: Sí her.

Skeiðlýsing: Kemur..

Bók:her.

Skeiðið í ár
Størsta broytingin í mun til undanfarin ár, t.v.s. fyri 2007 og í 2009,  er, at vit hava skift lærubók enn einaferð. Innihaldið í nýggju bókini er í stóran mun tað sama, sum í uppruna bókini, men hendan bókin hevur munandi fleiri myndir og uppgávur.

Nakrar starvsstovuroyndir verða, og annars verður tað 'fyrilestrar' og nógvar uppgávur.

Líknandi skeið úti í heimi

Niðanfyri er slóða síður fyri líknandi skeið við aðrara lærustovnar.

  • Heimasíðan hjá prof. Jan Finjord vísir nøkur av skeiðstilboðunum við Universitetið í Stavanger í Noregi . Serliga skeiðið BIT260 hevur nógv felags við skeiðið á NVD. Les meira.
  • Ein undirvísari við University of Genoa hevur savnað myndir og animeringar av ikkiroterandi rák hjá  in-viskøsum veskum, - sum í nógvum førum sæst tá hugt verður eftir flogførum ella einum steini niðri í einum áarløki. Trýst her fyri at koma til hesa síðuna.


Veskumekanikkur er meira enn væta

Hetta skeiðið er fyrst og fremst um hvussu vit kunnu rokna uppá vætu og luft.  Tað mesta snýr seg um, hvussu man kann roknað uppá vatn og luft, sum rennur í einari rennu, røri ella framvið einum luti. Hesin luturin kann verða ein kúla, kassi, skip, bilur ella flúgvari.  Nógv sita við undran frammanfyri sjónvarpsskuggan, tá  heimsins best bóltsnidlingar vísa síni kynstur í stóru kappingunum í hondbólti, fótbólti ella onkra aðra ítróttargrein. Nógv av tí er bara veskumekanikk. Eitt dømi er sonevnda Magnus-effektin, sum henda søgan er um.