Skip to main content

Alisfrøði 2, várið 2012

Vælkomin til Alisfrøði 2, t.e. Elektromagnetisma

Skeiðsnummar: 3008.08. Skeiðsstødd: 7.5 ECTS.

Undirvísari: Bárður A. Niclasen og Hans Pauli Joensen. Teldupostadressur bardurn(kurla)setur.fo og hanspj(kurla)setur.fo.

Evnini í skeiðnum: Elektrisk løðing og elektriskur streymur. Coulomb kraft. Elektromagnetisk felt. Elektrostatisk potentialir. Kapacitansur. Dielektrika. Støðug magnetfelt. Magnetfelt í føstum evnum. Elektromotorisk kraft. Induktión. Líkningar Maxwells. Elektromagnetiskar aldur. Løddir bitlar, ið flyta seg í støðugum elektriskum og magnetiskum feltum. Elektrisk og magnetisk orka. Poynting vektor. Ljós. Optikkur.

Lærubók: P. A. Tipler, G. Mosca: “Physics for scientists and engineers, 6th ed., W. H. Freeman and Comany, 2008. [Hetta er sama lærubók sum varð brúkt til Alisfrøði 1]. 

Leinkja: Ein hent leinkja við video-fyrilestrum er til MIT

Próvtøka: Fýra tíma skrivlig próvtøka. Øll vanlig hjálparamboð loyvd. Próvtøka mikudagin 9. mai 2012.

Próvtøkuuppgávur 1983-2002 (pdf-format): Tekstur (6.2MB). Tekstur og svar (16.3MB).

Undirvísingarætlan: Undirvísingin er týsdag og fríggjadag 8.30-12.15 og 13.00-15.00 í viku 10-17 í 2012. Undirvíst verður við fyrilestrum og uppgávurokning. Uppgávurokningin fer fram við at studentarnir sjálvstøðugt og/ella í bólkum rokna úrvaldar uppgávur.

Innlating av uppgávum: Tað er kravt, at studentarnir hvør sær lata inn trý sett av uppgávum. Svarini skulu vera góðkend (tær eru góðkendar um minst helvtin er svara rætt) av undirvísaranum, fyri at studenturin kann sleppa til próvtøku í skeiðnum. Innlatingaruppgávur verða givnar so hvørt sum skeiðið er í gongd, og freist fyri innlating verður givin so hvørt.

Svar til rokniuppgávur (eftir kapitli): 21, 22, 23, 24, 26, 27, 28, 30, 31, 32, 33

Svar til innlatingaruppgávur:

Fatanarspurningar og svar (eftir kapitli): 21, 22, 23, 24, 26, 27, 28, 30, 31, 32, 33

Skráin fyri undirvísingina: (Broytingar kunnu koma í skránna)

Dagført 20. februar 2012

Dagur

Fyrilestraevni

Rokni-uppgávur at velja ímillum

Uppg. at lata inn


6. mars

Kap. 21, s. 693-719

Kap. 21: 35, 39, 44, 46, 71, 76

44

9. mars

Kap. 22, s. 728-752

Kap. 22: 16, 21, 37, 40, 42, 44, 48, 56, 61

44, 56

13. mars

Kap. 23, s. 764-791

Kap. 23: 39, 46, 47, 49, 51, 53, 58, 83

58, 83

16. mars

Kap. 24, s. 802-827


Kap 24: 41, 44, 49, 50, 65, 83, 84

49, 65

Innlatingardagur

20. mars

Kap. 25. s. 840-873


Kap 25: 44, 64, 75, 85, 97, 101

75, 85

23. mars

Kap. 26, s. 888-893, 900-905

Kap 26: 20, 25, 27, 49, 52, 74, 77

52, 77

27. mars

Kap. 27, s. 918-939

Kap 27: 49, 50, 67, 73, 77, 81, 94, 98

49, 81, 73

30. mars

Kap. 28, s. 960-984

Kap 28: 15, 27, 28, 29, 53, 56, 71, 80

28, 80  


3. apríl

Páskafrí



6. apríl

Páskafrí



10. apríl

Roknidagur

Úrvaldar próvtøkuuppgávur:

Innlatingardagur

13. apríl

Kap. 29, s 995-1018


Úrvaldar uppgávur úr kap 29


(Velja úr kap 29)

17. apríl

Kap. 30, s. 1030-1048


Evt samanumtøka

Kap. 30: 15, 16, 17, 18, 37


37


20. apríl

Kap. 31, s. 1055-1080

Kursoriskt: Kap. 31, s 1081-1087

Kap. 31: 31, 33 & 82, 36, 39, 44 & 45, 50, 55, 56


33, 36


24. apríl

Kap. 32, s. 1098-1120


Kap. 32: 23, 29, 33, 35, 37, 45, 47, 49, 100

29, 35

27. apríl

Kap. 33, s. 1142-1152

+ Roknidagur

Úrvaldar uppgávur úr kap 33

Úrvaldar próvtøkuuppgávur: Uppgávur Svar

Innlatingardagur

1. mai

Taka samanum & spyrji-tími

Úrvaldar próvtøkuuppgávur