Skip to main content

Havfrøði 1: Almenn havfrøði

GG: Ætlanin er, at hetta skeiðið verður aftur heystið 2013.

Ábyrgd: Knud Simonsen. Undirvísara: Hjálmar Hátún/Knud Simonsen

Hetta skeiðið gevur eina breiða lýsing av hugtøkum, ið vanliga verða nýtt innan havfrøði og av nøkrum av vanligum fyribrigdum í havinum. Ein almenn lýsing av  havinum á heimaleiðunum og í verðinshøvunum verður eisini givin, umframt eitt stutt yvirlit yvir týðandi eginleikar og tilgongdir í luftini, veður, veðurlag og veðurlagsbroytingar.

Neyvari lýsing av skeiðinum sæst her.

 

Undirvísing

Frá CTD-rúminum umborð á Magnus Heinasson. (Mynd: Havstovan)

Størsti parturin av undirvísingini verður fyrilestrar og at loysa uppgávur, men eisini er ætlanin at fáa vátar hendur í 'rennuni', sum er í starvstovuni.

Ein dag verður farið til sjós. Ein partur av skeiðinum er at luttaka í fjarðakanningunum við havrannsóknarskipinum Magnus Heinasson, og skriva eina frágreiðing frá hesum kanningunum.

Nágreinilig lestrarætlan
lýsir evnini, sum arbeitt verður við hvørja einstaka viku, umframt uppgávur v.m.

Lestrarlisti

Í skeiðinum verða hesar bøkurnar brúktar:

  • Havið eftir Boga Hansen, Føroya Skúlabókagrunnur,  2000, (ISBN 99918-0-248-7). Bókin er til keyps í føroysku bókasølunum og er teldutøk á snar.fo.
  • Annað tilfar, sum verður útflýggjað.

Meira kunning

Meira kunning verður løgd út her, so hvørt hon er tøk.

Fjarðakanningar

Hentar slóðir

Hentar slóðir til ymiskt viðkomandi tilfar á netinum sæst her.

Eldri prótøkuuppg.