Skip to main content

Smá- og mediuskala havfrøði

Vælkomin til Smá- og mediuskala havfrøði

Skeiðsnummar: 3405.08. Skeiðsstødd: 7.5 ECTS.

Undirvísari: Karin Margretha H. Larsen. Teldupostadressa: karinL(kurla)hav.fo.

Evnini í skeiðnum: Coriolis kraftin, rørslulíkningarnar, geostrofi og vortisitet, yvirflatu- og botn-Ekmanlag, linierar barotropar aldur, barotropur instabilitetur, lagdeiling,  internar aldur, turbulensur í lagbýttum sjógvi (Rossby tal, Ekman tal, Froude tal, K-H instabilitetur, Richardson tal). Generell aldu teori.

Lærubók: Introduction to Geophysical Fluid Dynamics, Benoit Cushman-Roisin, Prentice Hall. (Kap. 1-7, 9-11 og app. A) og notur um aldu teori.

Próvtøka: Fýra tíma skrivlig próvtøka. Øll vanlig hjálparamboð loyvd. Próvtøka mánadagin 14. mai 2012.

Undirvísingarætlan: Undirvísingin er mánadag og hósdag 8.30-12.15 og 13.00-15.00 í viku 10-18 í 2012. Undirvíst verður við fyrilestrum og uppgávurokning.

Skráin fyri undirvísingina: (Kemur seinni)

Dagført 24. februar 2012