Skip to main content

4061 Numerisk modellering

Eftir ætlan verður hetta skeiðið aftur á várið 2013.

Ábyrgd og undirvísari: Knud Simonsen

Endmálið við hesum skeiðinum er at geva eina  innføring í numeriskar háttir, sum verða nýttir í numeriskum vesku simulations modellum, umframt eitt yvirlit yvir verandi hav model sløg.

Undirvísingin
Evnini, sum ætlanin er at viðgera, uppgávur, o.a. fyri hvørja einstaka viku er lýst í lestrarætlanni, sum sæst við at trýsta her

Høvuðsparturin í undirvísingini eru 4 størri modeleringsuppgávur, har skeiðsluttakaranir skulu forrita og dokumentera síni egnu numeriskum modellir. Eisini verður staðiliga mælt til at loysa aðrar minni uppgávur, sum eru í lærubókini. Les um uppgávurnar her.

Allar fýra modeleringsuppgávurnar skulu verða góðkendar fyri at standa skeiðið. Karakterur verður givin fyri tí seinastu uppávuna, ið telur við í endaliga próvtalinum fyri skeiðið. Skeiðið endar við antin skrivliga ella munnliga próvtøku..

Slóðir til viðkomandi tilfar

  • Tey flestu hav modellini, sum eru tøk í dag, eru nevnd á hesari heimasíðuni, ið partur av verkætlanini Ocea/Atmosphere Circulation Modeling Project á Texas A&M University.
  • Á netinum liggja fleiri bøkur og tilfar um numeriskar háttir, t.d.
    •  Numerical Methods eftir R. W. Riddaway og endurskoða av M. Hortal, ið báðir starvast á ECMWF, ... sí her.
    • Holistic Numerical Methods, ... sí her.
    • Á Calfornia State University... sí her.