Skip to main content

Aling

GG: Skeiðið verður endurskoða. Er annars valskeið.

Málið við skeiðinum er at geva eitt breitt innlit í hvat krevst fyri bæði fíggjarliga og lívfrøðiliga burðadygga aling.  Tað verður roknað við at næmingarnir hava eina ávísa grunnleggjandi lív- og evnafrøðliga vitan,  og dentur verður í ávísan mun lagdur á at sjónliggera, hvussu henda vitan verður gagnnýtt í alivinnuni.

Ábyrgd: Knud Simonsen,  Undirvísara: Knud Simonsen og serfrøðingar frá stovnum og vinnuni.

Undirvísingin

Undirvísingin verður partvíst í undirvísingarhølunum í Nóatúni og partvíst úti á alivirkjum.  Hetta er nærri lýst í lestrarætlanini.  Evnir, sum verða viðgjørd úti á virkjunum kunnu ikki roknast við at verða endurtikin 'heima' í undirvísingarhølunum á Nóatúni. Tí verður staðiliga mælt til at luttaka í 'útferðunum' til virkini.

GG: Skeiðið er undir endurskoðan!!!

  • Lestrarætlan, lærubøkur og framløgur, sí her.
  • Skeiðslýsing, sí her.
  • Myndir frá vitjanum á alivirkjunum, sí her.

Ymiskt tilfar

NVD hevur staðið fyri og annars luttikið í nakrar granskingar verkætlanir innan aling, umframt at eisini eru nakrar Bachelor uppgávur gjørdar innan fyri hetta øki. Alivinnan er sera vitunarkrevjandi, og hóast føroyska alivinnan er frammanlaga, so er fleiri áhugaverdir spurningar, sum enn ikki eru svaraðir.  Hetta kann verða gjørt við eygleiðing í alibúrinum, sum á myndini til høgru, við mátingum bæði í sjónum og í starvstovum, teldu simuleringum og á ymsan annan hátt.

Les meira her.

Granskingarætlanir uttanlands

Niðanfyri eru slóðir til nakrar granskingarætlanir uttanfyri Føroyar.