Skip to main content

Skeiðslýsing

ECTS: 6.0

Heiti: Aling

Endamál: At geva ein grunnleggjandi breiða innføring um aling, - frá gýtingini til lidna framleiðslu av matvøruni.

Evni: Aliumhvørvið í føroyskum sjógvi, kynbótaarbeiði, smoltframleiðsla, aling á sjónum, fóður og fóðursamansetningar, fiskasjúkur, endurnýtsla av vatni, slátur, smittuvandar, flutning, alibúr, umhvørvisfyrilit og lóggáva.

Undirvísing: Fyrilestrar og vitjanir á alivirkjum.

Døming: Munnlig próvtøka uttan fyrireikingartíð. Próvúrslit sambært 13- próvtalsstiganum.

Lestrarlisti: Havbruksforskning: Fra Merd til mat, Norges Forskningsråd, (ISBN 82-12-02277-3, ISBN 82-12-02278-1), - og egið tilfar, sum verður útflýggjað.