Skip to main content

Vitjanir á alivirkjum

Ein týðandi partur av skeiðinum eru vitjanir á ymsum virkjum í alivinnuni. Niðanfyri eru myndir frá skeiðinum, sum varð hildið heystið 2008. Ein serstøk tøkk til alivirkini, og øllum tykkum, sum tóku ímóti okkum og greiddu frá.

Alistøðin hjá Vestlaks á Vestmanna

Á landstøðini varð greitt frá um tiltøk fyri at forða fyri smittu, har slúsuskipanin er ein avgerandi partur og um framleiðslugongdina, sum teir brúka á hesari alistøðini, ið er sermerkt við lutfalsliga nógvum eindum á sjónum. Tær innaru eindirnar liggja á rættuliga kyrrum sjógvi,  har teir hava fiskin ta fyrstu tíðina. Tá fiskurin hevur fingið meira hóskandi stødd, verður hann  fluttur út á økir við størri útskifting.

Fyrsti steðgur á sjónum var við ein 128 m aliring,  har hugt varð eftir hvussu ringurin var gjørdur, topnet og gróður á nótini. Síðani varð fariði út  á eitt rammuanlegg, har greitt  var m.a. frá um útsjónd, stødd, atferð og trivnað hjá tøkukláru sílunum, sum gingu í ringunum. Eisini var greitt frá um fóður og fóðurstýring, 'lift-up'-skipan og  gróður á nótum.

Tað er rættuliga streymhart á hesum økinum, og er hetta anleggið sermekt við at ein ramma av stálskinnara, ið viga 60 kg/m, hongur undir flótandi anlegginum og heldur nótirnar uppá pláss.

Teir, sum greiddu frá á Vestmanna, vóru Snæbjørn, ið er formaður á alistøðini, og Leif av Reyni, sum er rakstrarleiðari hjá Vestlax.

Smoltstøðin á Fútakletti

Her var greitt frá gongdini frá tí at rognini komu inn á støðina og líka til tá smoltini vórðu flutt til alistøðirnar á sjónum. Eisini her var stórur dentur lagdur á tiltøk fyri at forða fyri smittu. 

Fyrr varð laksurin strokin her, men í dag koma rognini aðrastaðni frá. Fyrst varð greitt frá um klekkingina í rognabakkum, og síðani varð farið inn í høllina við tí minsta fiskinum, har greitt m.a. var frá um stýrinskipanir, vatngóðsku og framleiðslugongdina. 

Í tí næstu høllina vórður kørini størri, og fekst starvsfólki við at tøma smolt út í flutningsbilar, sum koyrdu smoltini til eina alistøð.  Her var greitt frá um ljósstýring, meira um vatngóðsku og eftirlit í hesum sambandinum, vaksinering,  pumpuskipanir, teljumaskinur, resirkuleringsskipan, orkuveiting og um serstøku flutningsbingjurnar, sum teir hava ment. 

At enda var greitt frá nýggju framleiðsluhøllini, ið hevur ein nýmenta  resirkulatións- og orkuskipan, sum teir eru í ferð við at byggja. Ein alistøð er sera orkukrevjandi, og í hesari nýggju skipanini verður stórur dentur lagdur á at minku um oljunýtsluna.

Leiðarin á støðini, Ingi Joensen, sum hevur sína BS-útbúgving frá NVD, og Hørður Wardum, ráðgevi, greiddu frá.

Sláturvirkið hjá VestSalmon í Kollafirði

Fyrst varð greitt frá um 'flow'-ið á virkjunum frá tí at fiskurin varð pumpaður úr brunnbátinum til lidna vøran varð koyrd inn í køli- ella frystigoymsluna.

Í Føroyum skulu brunnbátar sigla við afturlætnum ventilum, og verður O2  latið niður í tangarnar og CO2 nøgdin avmarkað við protein-skúmarum.  Tangarnir á brunnbátinum eru um 760 m3 og rúma upp til 100 tons av fiski. Fiskurin verður svøltaður aðrenn hann verður tikin. Kanningar eru gjødar av stressstøðuni hjá fiskinum á alibrúkinum, í bátinum, og á ymsum støðunum á veg inn á virkið.

Á virkinum verður fiskurin 'doyvdur' við at verða fluttur yvir í tangar við køldum sjógvi. Eftir at hann er bløggaður fer hann í eitt útbløðingarkar.  Á virkinum verður hann kruvdur, flokkaður og antin ísaður ella frystur. At fiskurin hevur rætta stødd og annars er lýtaleysur hevur stóran týðning fyri arbeiðsgongdina á virkinum. Røtt handfaring av fiskinum er avgerandi fyri góðskuna, og verður hann arbeiddur aðrenn íkomu av  rigor mortis. Um ikki rætt verður atborið verða vansar við m.a. bleytum fiski og  'gaping'. 

Høgt støðið á reinførinum er  avgerandi. Greitt var m.a. frá møguligum avleiðingunum um  listeria bakterian kom í vøruna, -einahelst á marknaðnum har fiskurin verður royktur ella etin ráður.

Alt vatn ella sjógvur, sum verður brúkt á virkinum, verður viðgjørt aðrenn tað verður slept á sjógv gjøgnum serligan leiðning út á fjørðin. Við betri eftirliti á virkinum hevur verið møguligt at minka munandi um reinsingarevnini seinastu árini.

Góðskuleiðarin á virkinum,  Anna Johansen, sum hevur fyrsta partin av útbúgvingini hjá sær  frá NVD,  greiddi frá  og vísti okkum runt á virkinum.

Sjóstøðin hjá p/f Fiskaaling í Nesvík

Seinastu tíðina hevur stórur áhugi verið fyri royndirnar at ala tosk í Føroyum. Yngli verður framleitt á støðini, og er higartil latið til landalistøðina í Hvalba og til sjóalistøðina á Árnafirði. Á Árnafirði hava teir júst tikið tann fyrsta árgangin, og var hann sermerktur við sera góðum vøkstri.

Tey gitu toskaroknini verða latin í tangar inni í kelkingarrúminum, har tey verða klakt 80-85 graddøgn seinni. Hareftir  ganga einir 2-3 dagar til plommusekkurin er etin, og síðani verður yngulin  fluttur í posar í hyljunum uttanfyri. Í posunum fáa tey livandi fóður, og tað er  avgerandi at røttu djórini eru í posunum.  Livandi  fóður verður brúkt tær fyrstu 3 vikurnar, tá spakuliga verður farið yvir á turrfóður, og eftur 4-5 vikur verður bert turrfóður nýtt.

Livandi fóðri ella rættari Artemia, verður framleitt í hyljunum uttanfyri við at gjødningurin verður latið í hyljarnar. Inni á støðini verður eisini rotatorier framleitt til at hava til at taka, og verður tað fóðra við geri.

Í fleiri ár eru eisini royndir gjørdar at ala kalva á støðini.

Arbeiðsformaðurin á støðini, Poul Vestergård, greiddi frá og vísti okkum runt á støðini.

Fóðurframleiðsla á Havsbrún

Í 2007 tók virkið ímóti 254.000 tonsum av rávøru, sum varð framleitt til 54.000 tons av fiskamjøli og 10.000 tons av lysi. Fóðurframleiðslan var 59.000 tons, og til tað varð brúkt 21.000 tons av fiskamjøli og 18.000 tons av lýsi.  Umframt lýsi frá egnarai framleiðslu, so verður lýsi eisini innflutt úr Suðuramerika og Íslandi. Í løtuni verður alt fóðri selt í Føroyum.

Umframt fiskamjøl og lýsi, so er eisini m.a. hveitimjøl, soya, sólblómu mjøl umframt vitaminir og litevnir í fiskafóðrinum.  Ymisk sløg av fóðri verða framleitt, og neyvt eftirlit er við góðskuni av bæði rávøruni og lidnu framleiðsluna.

Vertir og frásøgufólk á Havsbrún vóru Bogi Lervik, innkeypsleiðari, og Rúni Weihe,  leiðari á menningardeildini.