Skip to main content

Vísindaslóðir

Niðanfyri eru úrvaldar vísindaslóðir, har lærarar, næmingar og onnur áhugað kunnu leita fram upplýsingar, tíðindi og 'søgur' úr ríka vísindaheiminum. 5 tær niðastu slóðirnar eru til heimasíður hjá vísindabløðum, sum koma út á prent. Á teimum heimasíðunum síggjast vanliga yvirskriftir og stutt umrøða av greinunum - í onkrum føri kann øll greinin lesast á telduni.

VIDENSKAB + IT  •  Vísindatilfar frá sendingum hjá Danmarks Radio, m.a. frá vælumtóktu sendingunum VidenOm á DR2, sum Kringvarp Føroya vanliga sendir. Har kanst tú m.a. seta serfrøðingum spurningar.

Forskning.no  •  Flott heimasíða við kunningartilfari frá granskingarstovnum og -grunnum í Noregi. Í endamálsorðingini stendur m.a. '... skal bli engasjerende og nysgjerrighetsvekkende, fungere som en ressursbank for brukerne, og gi ny innsikt og forståelse'.

GEMINI  •  Heimasíðan hjá almennum vísindablaði útgivið av norsku granskingar- og útbúgvingar- stovnunum NTNU og SINTEF. Endamálsorðingin hjá GEMINI ásetir, at blaðið  '... formidler kunnskap, resultater, nye ideer og annerledes tanker med basis i forskning utført ved NTNU og SINTEF'.

Naturvidenskab / Fagenes Infoguide  •  Undirvísingarportálur (emu.dk) til lærarar og næmingar í fólka- og miðnámsskúlum og onnur áhugað. Savn av slóðum innan ymisk fakøki. Umsitin í samstarvi við danska undirvísingarmálaráðið. 

Science and Nature  •  Vísindatilfar frá heimsgitna bretska tíðindastovninum BBC. Fjølbroytt og vælskipað heimasíða.

Open2.net  •  Heimasíða við undirheitinum '...bringing learning to life', sum kenda bretska Open University og BBC samstarva um við kunning og undirvísingartilfari m.a. frá sendirøðunum 'Raugh Science' og 'Learning Zone'.

NASA  •  Heimasíðan hjá rúmdargranskingarstovninum NASA í USA við hópin av spennandi tilfari. M.a. eru beinleiðis peikingar fyri næmingar og lærarar.

Science and Space  •  Vísindatilfar frá amerikansku sjónvarpsstøðini CNN.

Aktuel Videnskab  •  Vísindablað við tíðindum og kunning úr vísindaheiminum ætlað fólki við breiðum áhuga innan náttúruvísindum. Givið út av donskum granskingarstovnum og -grunnum, og granskarar hava skrivað flestu greinirnar. Einstakar greinir kunnu takast niður í pdf-sniði.

Forskning&Framsteg  •  Frálíkt vísindablað fyri almenningin. Givið út av svenskum granskingarstovnum og -grunnum.

Scientific American  •  Heimskent vísindablað. Greinirnar ofta skrivaðar av fremstu granskarum í heiminum. Komið út í uml. 150 ár. Umframt prentúgávuna er nú eisini ein talgildis(digital)útgáva, sum ein kann gerast haldari av.

Illustreret Videnskab  •  Best umtókta vísindablaðið í Danmark. Verður eisini nógv lisið í Føroyum. 

Popular Science  •  Amerikanskt vísindablað