Skip to main content

Skiftisuppihald

Treytirnar fyri einum skiftisuppihaldi í einum øðrum landi er, at 4. eind (2. Lestrarhálva) er lokin, og at allar próvtøkur frá eind 1 til og við eind 4 eru mettar staðið. Uppihaldið kann vara ímillum 4 vikur til eina ella tvær eindir.

Um tú hevur ætlanir um eitt skiftisuppihald uttanlands er mannagongdin hendan: Útfyll umsóknarblaðið um skiftisuppihald og lat tað inn á skrivstovuni hjá lestrarvegleiðaranum. Umsóknarfreistin er vanliga 1. februar fyri skiftisuppihald í heystlestrarhálvuni, og 15. september fyri várlestrarhálvuna.

Lestrarvegleiðarin gevur tær boð skjótast tilber, um pláss er fyri tær á staðnum, har tú hevur søkt.

Bókasavn

Á Sjúkrarøktarfrøðiskúlanum er eitt bókasavn, sum lesandi og starvsfólk kunnu brúka. Á bókasavninum eru umleið 2.500 bøkur.

Við lestrarbyrjan fáa lesandi útflýggja lánikort, sum skulu nýtast, tá bøkur verða læntar.

Lógir og kunngerðir

Løgtingslóg nr. 2 frá 22. januar 2003 um útbúgving av sjúkrarøktarfrøðingum.

Broytingar eftir 1. januar 1999 og kunngerðir í løgtingslóg nr. 2 frá 22.januar 2003.

Lestrarvegleiðing

Í lestrarvegleiðingini kanst tú fáa stuðul og hjálp í persónligum spurningum í sambandi við útbúgvingina.

Eisini kanst tú fáa vegleiðing í samband við:

  • lestrarteknikk og vanar
  • lestrarmøði
  • kliniska undirvísing
  • góðskriving av lestrartíð og próvtøkur sum vunnin eru aðrastaðni
  • møguleikar fyri lestur í útlandinum
  • farloyvi, lestrarskift, flyting ímillum skúlar, møguligan lestrarsteðg
  • barnsburð
  • klagur í sambandi við royndir og annað
  • sjúkur
  • eftir- og víðari útbúgvingar
  • útbúgvingarstuðul

Tørvar tær vegleiðing, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við lestrarvegleiðingina.
Tú kanst bíleggja eina tíð á álmanakkanum sum hongur á hurðini á skrivstovuni hjá lestrarvegleiðingini.
Telefon:  29 22 65
T-postur: johild.dulavík@skulin.fo

Slóðir

Sjúkrarøktarfrøðiskúlin