Skip to main content

Aftaná uppihald uttanlands

Tá ið tú kemur heim aftaná eitt skiftisuppihald uttanlands, skalt tú skriva eina frágreiðing, sum skal sendast samskiparanum á stovninum har tú hevur verið. Lestrarvegleiðarin á Sjúkrarøktarfrøðiskúlanum skal eisini hava eitt avrit. Frágreiðingin skal latast inn í seinasta lagi 4 vikur aftaná heimkomu.


Uppskot til innihald

:: Inngangur

:: Kunning og samskifti áðrenn fráferð

:: Hvussu vóttøkan, lestrarumhvørvi, kontaktpersónur,
   bústaðarviðurskifti, peningalig viðurskifti

:: Stutt frágreiðing um praktikkstaðið, umhvørvið rundanum,
   fysiskar rammur, stødd, leiðsluhættir o.s.fr.

:: Møgulig serøki  innan sjúkrarøktina á praktikkstaðnum

:: Hvussu blivu vónirnar hjá tær til lestrarpraktikkina nøktaðar
   fakliga og viðvíkjandi pedagogiskari tilrættalegging, kliniskari
   vegleiðing o.s.fr.

:: Frítíð, mentan, mál, ítrottur, útferðir o.s.fr.

:: Góð ráð til onnur lesandi ella samskipararnar

:: Frágreiðingin verður skrivað á skandinaviskum ella
   enskum máli