Skip to main content

Presentatión í samband við skiftisuppihald

Í sambandi við skiftisuppihald uttanlands, vilja tey, sum taka ímóti tær, fegin vita okkurt um teg áðrenn tú kemur. Tey kunnu sostatt leggja uppihaldið hjá tær til rættis, soleiðis at tú fært so nógv burturúr, sum gjørligt.


Tey sum taka ímóti tær kunnu til dømis vera

:: Altjóðasamskiparin á skúlanum
:: Praktikksamskiparin á kliniska útbúgvingarstaðnum
:: Lesandi, sum eru kontaktpersónar

Tískil skalt tú skriva eitt sindur um fakligu og persónligur eginleikar tínar.


Skriva til dømis

:: Eina stutta frágreiðing um teg sjálva/n, og møgulig áhugamál og
   frítíðarítriv

:: Fyritreytir fyri útbúgvingina:
 - Hvussu langt tú ert komin í útbúgvingini
 - Ástøðiliga undirvísingin - hvat er sett fokus á í undirvísingini
 - Kliniska undirvísingin - innan hvørji øki hevur tú verið í praktikk

:: Grundgeving fyri, hví tú ynskir at fara uttanlands

:: Mál og vónir til fakliga uppihaldið, umframt serumráði innan
   sjúkrarøktina, sum tú ynskir at seta fokus á.

:: Møgulig ynskir um vegleiðing/supervisión

:: Um Sjúkrarøktarfrøðiskúlin krevur uppgávur, eftirmetingar ella
   skjalprógv fyri uppihaldið, skal hetta upplýsast í skrivinum.
   Møgulig kriteriir skulu takast við tá farið verður, ella skulu tey
   sendast.

:: Navn, bústaður, telefon nummar og t-postadressa skal upplýsast