Skip to main content

At lesa í útlondum

Møguleiki er at taka partar av útbúgvingini uttan fyri Føroyar, vanliga eina hálva ella heila lestrarhálvu. Sjúkrarøktarfrøðiskúli Føroya samstarvar við aðrar sjúkrarøktarskúlar í Noregi, Svøríki, Finnlandi, Danmark og Grønlandi.


Útbúgvingin tvørtur um landamørk gevur møguleikar at uppliva aðra mentan og gevur innlit í aðra áskoðan á sjúkrarøkt. Lestur í útlondum kann geva eitt gott grundarlag at skilja onnur menniskju og eisini at skilja seg sjálva/n.


Møguleiki er at søkja fíggjarligan stuðul ígjøgnum Nordplus.