Umsókn um skiftisuppihald
Treytirnar fyri einum skiftisuppihaldi í einum øðrum landi er, at 2. lestrarhálva er lokin, og at allar royndir í 1. og 2. lestrarhálvu eru stadnar.
Uppihaldið kann vara ímillum 4 vikur til eina heila lestrarhálvu.
Um tú hevur ætlanir um eitt skiftisuppihald uttanlands er mannagongdin hendan:
Útfyll umsóknarblaðið um skiftisuppihald og lat tað inn á skrivstovuni hjá lestrarvegleiðaranum.
Umsóknarfreistin er vanliga 1. februar fyri skiftisuppihald í heystlestrarhálvuni, og 15. september fyri várlestrarhálvuna.
Lestrarvegleiðarin gevur tær boð skjótast tilber, um pláss er fyri tær á staðnum, har tú hevur søkt.