Skip to main content

ECTS - skiftislestur uttan longda lestrartíð

Styttingin ECTS stendur fyri European Credit Transfer System. ECTS er ein skipan fyri hægri lærustovnar í Europa. Skipanin fevndi upprunaliga um limalondini í ES, men so við og við eru lond uttan limaskap í ES eisini farin undir at nýta hesa skipan.

Endamálið við ECTS skipanini er at geva skiftislesandi ein møguleika at fáa námsgreinir og próvtøkur frá lærustovnum uttanlands góðkendar á lærustovninum í heimlandinum. Við ECTS skipanini kunnu lesandi taka ein part av útbúgvingini uttanlands, uttan at lestrartíðin av hesi orsøk verður longri, enn um tann lesandi tók alla útbúgvingina heima.

ECTS stig verða tillutað námsgreinunum á lærustovnum, ið taka lut í ECTS samstarvinum. ECTS stigini verða nýtt til at vísa, hvussu nógv hvør einstøk námsgrein telur í einum samlaðum ársverki.

ECTS stigini lýsa tað arbeiðið, t.e. undirvísing, uppgávur, próvtøkur osfr., sum tær ymisku námsgreinirnar krevja av tí lesandi. Talið av ECTS stigum fyri hvørja einstøku námsgrein lýsir tað samlaða avrikið, sum er mett neyðugt fyri at standa hesa námsgreinina.

ECTS stigini lýsa eitt lutfalsligt virði. Tað er hvør lærustovnur sær, ið avger, hvussu nógv stig verða tengd at hvørjari námsgrein. Tað eru sostatt teir ymisku lærustovnarnir, ið áseta ECTS stigini, og ikki ein felags hægri myndugleiki.

Tilsamans 60 ECTS stig skulu til, fyri at standa eitt lestrarár. Fyri at standa eina lestrarhálvu, er neyðugt við tilsamans 30 ECTS stigum. Um tú í eitt lestrarár fylgir 6 námsgreinum, sum hvør telur 10 ECTS stig, hevur tú 60 stig tilsamans, og hevur tískil staðið lestrarárið. Men um tú fylgir 5 námsgreinum, ið hvør telur 10 ECTS stig, hevur tú 50 ECTS stig tilsamans. Tú fært í hesum føri ikki góðskrivað eitt heilt lestrarár, tí tey seinastu 10 ECTS stigini resta í.

Fróðskaparsetur Føroya hevur eisini tillutað skeiðunum ECTS stig. Um tú t.d. vilt hava rætt til at nevna teg Bachelor í føroyskum, skalt tú lesa í tilsamans trý ár, og standa skeið, ið geva tilsamans 180 ECTS stig. Hetta er 60 stig fyri hvørt árið. Munurin á stigatølunum á ymsu skeiðunum gevur eina ábending, bæði um innihald og longd á hvørjum skeiði.

ECTS skipanin er ein einastandandi møguleiki fyri skiftislesnaði uttanlands, uttan at lestrartíðin av hesi orsøk verður longd. Royn tað sorgleysa lestrarlívið í London ella Madrid í eitt skifti, uttan at tær nýtist at enda sum hálvgamal kandidatur av teirri orsøk. Tí um tú megnar at standa ímóti teimum lokkandi stórbýarfreistingunum og gert tað sama til nyttu sum tínir ensku ella sponsku lestrarfelagar, góðskrivar okkara heimliga Setur alla lestrartíðina uttan himpr. Og tú heldur áfram við at lesa um Hammershaimb ella havlívið kring Føroyar, sum einki var hent. Eitt tilboð tú ikki kanst kasta frá tær. Góðan túr!