Skip to main content

Nordic Studies

Níggju háskúlar og universitet í Danmørk, Noregi, Svøríki, Føroyum og Íslandi eru í ferð við at samskipa eitt nýtt felagsnorðurlendskt nám, ið nevnist "Nordic Studies", ið er lestur í norðurlendskum málum, bókmentum og mentan frá tíðarskeiðnum 700-1500. Á heimasíðuni hjá Nordic Studies ber til at lesa meiri um námið og ta útbúgving, ið luttakandi háskúlarnir veita.

Í stuttum er talan um eitt nám á MA-støði. Tað tekur 2 ár og gevur 120 ECTS. Tað kann sostatt byggjast oman á t.d. BA í føroyskum. Felagsnorðurlendska námið verður stuðlað av Nordplus.