Skip to main content

Nordliks

Nordliks - Nordisk Litteratur, Kultur og Språk er eitt netverk hjá móðurmáldeildunum á norðurlendsku universitetunum. Tað er grundlagt í 1992 og er sostatt elsta Nordplus-netverkið.

Í dag eru 35 deildir (institutt) við í netverkinum, ið fæst við gransking og undirvísing í norðurlendskum máli, norðurlendskum bókmentum og bókmentafrøði. Deildirnar eru knýttar at 28 ymiskum norðurlendskum universitetum. Í 1995 vórðu baltalondini eisini tikin við í ávísar partar av netverkinum. Á Fróðskaparsetrinum er tað Føroyamálsdeildin, ið er limur í Nordliks-netverkinum.

Netverkið hevur sum endamál at stuðla og menna samstarvið millum limadeildirnar í norðurlensku londunum og økjunum. Serligur dentur verður lagdur á studenta- og læraramobilitet og tey sonevndu "intensiv-skeiðini". Hvørt ár fíggjar Nordisk Ministerråd fleiri enn 100 studentaumbýti og tíggjutals læraraumbýti.

Studentar kunnu søkja Nordliks-stuðul til lesnað á bachelor- og master støði í øllum norðurlondunum.  Stuðulin er á 180 euro hvønn mánað umframt ferðastuðul, alt eftir hvagar leiðin gongur. Søkjast skal áðrenn 1. apríl ella 15. oktober á hvørjum ári. Meiri fæst at vita við at seta seg í samband við Maluna Marnersdóttir, sum er føroyskur kontaktpersónur.

Les meira á Nordliks