Skip to main content

Nordplus - Norðurlendskt studentaumskifti

Allir studentar á Fróðskaparsetrinum hava møguleika at taka ein part av náminum við annað universitet í Norðanlondum gjøgnum Nordplus-skipanina. Hetta er ein skipan undir Norðurlendska ráðharraráðnum, sum stuðlar studenta- og læraraskifti millum norðurlendsk universitet fíggjarliga.

Higartil er tað serliga Føroyamálsdeildin, sum hevur brúkt skipanina, men hinar deildirnar hava eisini møguleikan.

Føroyamálsdeildin hevur samstarvssáttmála við 26 móðurmálsdeildir og bókmentadeildir á universitetum í Danmørk, Íslandi, Noregi, Svøríki og Finnlandi. Sambært sáttmálanum ber til hjá studentum á Føroyamálsdeildini at lesa styttri ella longri tíð á áðurnevndu deildum uttanlands.

Deildin skal góðkenna evnini, sum studentarnir velja sær á gestauniversitetinum.

Tað nám, sum studentar taka á gestauniversiteti undir hesari skipan, verður góðkent sum partur av náminum á heimauniversitetinum.

Føroyamálsdeildin hevur javnan norðurlendskar gestalærarar, sum halda styttri og longri skeið her. Lærarar á Føroyamálsdeildini hava somuleiðis undirvíst á systurdeildum sínum í Norðurlondum.

Norðurlendska ráðharraráðið letur Nordplus-studentum 6.000 DKK í studningi í eina lestrarhálvu, umframt ferðarstudning. Endamálið við studninginum er at bera meirkostnaðin við gestauniversitetið. Gestauniversitetið hjálpir til at útvega bústað.

Samskipari er Malan Marnersdóttir.

Nordplus