Skip to main content

Stuðulsmøguleikar

Lesandi á Fróðskaparsetrinum fáa stuðul frá Studna, um tey lúka treytirnar har.

Námsferðarstuðul
Fróðskaparsetrið umsitur eina stuðulsjáttan uppá kr. 100.000 árliga, sum verður játtað á løgtingsfíggjarlógini, til útlendsk lesandi, sum ynska at koma til Føroya í lestrarørindum. Lýst verður við stuðlinum á heimasíðuni og við uppslagi, sum verður sent universitetunumi grannalondunum. Umsóknarfreistin er vanliga 15. mars. Les meira á ensku síðuni um námsferðarstuðulin.

Íslendskur lestrarstuðul
Íslandska mentamálaráðið lýsir árliga við stuðli til føroysk lesandi, sum hava hug at lesa eitt skifti Íslandi. Umsóknirnar skulu sendast Fróðskaparsetrinum, sum ger tilmælið til Mentamálaráðið um, hvørjir av umsøkjarunum, skulu fáa stuðul. Lýst verður við stuðlinum á heimasíðuni. Umsóknarfreistin er vanliga 15. mars.

Legat til USA
Danmark-Amerika Fondet & Fulbright Kommissionen hava størsta úrvalið av legatum til Graduate universitetslesnað og/ella gransking í USA. Umsóknarfreistin fyri legat til lesnað ella gransking er vanliga  í mars mánaða.

Við at fara inn á heimasíðuna www.wemakeithappen.dk  fært tú meiri at vita um tað at lesa ella granska í USA , eins og til ber at taka umsóknarskjalið niður. Eisini ber til at ringja á +45 - 33 12 82 23 ella skriva til advising(at)daf-tulb.dk

Danmark-Amerika Fondet & Fulbright Kommissionen
Fiolstræde 24, 3
DK-1171 København K

 

Útbúgvingarstuðul

Stuðul og lán
Øll, ið eru 18 ár ella eldri, fáa vanliga útbúgvingarstuðulin, um tey uppfylla treytirnar - sí pkt. 3 í vegleiðingini hjá Studni. Tey, sum lesa hægri lestur, fáa øll stuðul sum útibúgvandi, líkamikið hvar tey búgva.

Stuðulin í 2013 er 3.815 kr um mánaðin. Harumframt ber til at læna upp til 2.419 kr. um mánaðin. Stuðul verður bert goldin 11 mánaðir, ongin stuðul verður goldin í juli.

Umsóknarbløð fáast á heimasíðuni hjá Studna ella gjøgnum Mínboks.

Ferðastuðul innanoyggja
Meginreglan í skipanini er, at allir studentar, ið nýta Strandfaraskip Landsins, gjalda sama gjald fyri at koma til útbúgvingarstaðið, uttan mun til fjarstøðu frá skúlanum. Ásett er, at fyri hvørja áfylling, tvs. 20 túrar aftur og fram millum heimabústaðin/útbúgvingarbústaðin og skúlan, skal studenturin gjalda kr. 100. Studenturin fær útflýggjað eitt elektroniskt kort, sum bert kann nýtast á eini farleið, og bert eina ferð um dagin aftur og fram í skúla. Treytin fyri at fáa ferðastuðulin er hin sama, ið er galdandi fyri at fáa útbúgvingarstuðulin.

Umsóknarblað fæst á heimasíðuni hjá Studna.

Lestrarvirkni
Tvær ferðir um árið sendir Studni skjalið lestrarvirkisváttan til tey lesandi. Tað er tann lesandi, ið hevur ábyrgdina av, at váttanin verður send aftur til Studna, men tað er Fróðskaparsetur Føroya, ið skal vátta, at tann lesandi er lestrarvirkin, fylgir lestrinum sambært galdandi reglum á Fróðskaparsetri Føroya og er skrásettur á eini útbúgving, ið er skipað sum heiltíðarlestur. Váttaninar skulu vera Studna í hendi, fyri várhálvuna, í seinasta lagi 15. september, og fyri heysthálvuna, í seinasta lagi í 15. mars. Verður henda váttanin ikki latin inn rættstundis, verður stuðulin steðgaður til váttanin fyriliggur.

Námsferðarstuðul
Á føroysku fíggjarlógini verður hvørt ár játtaður peningur til námsferðarstuðul til Føroya. Stuðulin verður latin til lesandi ella ungar granskarar, ið ynskja at koma til Føroya í náms- ella granskingarørindum. Umsóknarfreistin er vanliga 15. mars.