Granskingarsamstarv

Granskingarsamstarv er ein sera umráðandi partur av granskingini á Føroyamálsdeildini. Granskarar á Føroyamálsdeildini luttaka á ráðstevnum, symposium og øðrum viðkomandi tiltøkum bæði sum áhoyrarar og fyrilestrahaldarar.

Granskingin á Føroyamálsdeildini verður ofta givin út í ráðstevnurapportum og øðrum.

Her eru dømi um ymisk granskingarsamstørv, sum Føroyamálsdeildin er partur av:

  • Frændafundir - rannsóknarsamstarv millum Fróðskaparsetur Føroya og Háskóla Íslands
  • Islex - íslendsk-norðurlendsk elektronisk orðabók. Ábyrgdina av føroyska partinum hava Jógvan í Lon Jacobsen og Zakaris S. Hansen, saman við Jonhardi Mikkelsen
  • Norphlex  -  Phonological and lexical acquisition in mono- and bilingual children in the Nordic and the Baltic states. Sissal M. Rasmussen er limur í hesum norðurlendska netverkinum.