Granskingarverkætlanir

Verkætlanarábyrgd: Jógvan í Lon Jacobsen
Aðrir luttakarar: Starvsfólk á Føroyamálsdeildini
Tíðarskeið: 1998 - ?
Fígging: Fróðskaparsetur Føroya
Støða: Virkin

Á Føroyamálsdeildini hevur verið arbeitt eina tíð við at endurskoða Føroyska orðabók  (Móðurmálsorðabókina), sum kom út í 1998. Tað merkir, at feilir verða rættaðir og nýggj orð løgd afturat. Tað arbeiðið er nú um at vera liðugt, og síðan verður orðabókin løgd á netið í fyrstu atløgu, áðrenn hon verður uppafturprentað.

Jógvan í Lon um dagføring av móðurmálsorðabókini:

Orðabókin frá 1998 hevur umleið 65.000 leitorð. Hví brúka orku og pengar upp á eina orðabók? Ein orðabók er eitt brúksamboð, og skal eitt amboð kunna brúkast, má tað vera gott og álítandi, og tú skal kunna fáa svar, tá tú ivast. Tí má hon dagførast. Og tað er tað, eg royni: At gera orðabókini betri.

Er ein orðabók av hesum slag góð og álítandi, eigur hon at vera ein spegilsmynd av samfelagnum, vit liva í. Og nær er hon so ein spegilsmynd av samfelagnum? Tað er hon, tá ið hon lýsir málið, soleiðis sum tað er, tá ið orðabókin kemur út.

Eg var sjálvur við til at ritstjórna útgávuna frá 1998 og havi tí álit á henni. Men høvuðsatfinningin frá mær sjálvum til 98-útgávuna hevur alla tíðina verið, at orðabókin ikki tekur samtíðarmálið í nóg stórum álvara. Tað liggur líkasum í okkum, at vit eru ikki altíð heilt álvulig við samtíðarmálið, tí vit halda ofta, at tað er ikki nóg gott. Men her haldi eg, at orðabókaritstjórin eigur at hava eina meira professionella tilgongd til henda spurningin og gera hann minni heftan at hansara subjektivu hugsan um gott mál. Og tað royni eg at gera í mínum arbeiði.

Umstøðurnar at gera eina orðabók í dag samanborið við fyri 12 árum síðani eru sum dagur og nátt. Mítt besta amboð sum orðabókarmaður í dag er alnetið. Fyri 12 árum síðani var tað orðaseðlasavnið á Føroyamálsdeildini. Grundarlagið undir tí nýggju útgávuni av orðabókini er eitt elektroniskt tekstasavn við umleið 40 milliónum føroyskum orðum. Hetta tekstasavnið er sett saman av tekstum, sum eru atgongiligir í talgildum sniði, og tað, sum eyðkennir hesar tekstir, er at teir eru lutfalsliga nýggir og umboða tessvegna væl nýmótans føroyskt.

Úr hesum stóra orðapottinum hevur teldufrøðingurin, gjørt eitt savn við orðum, sum ikki eru við í orðabókini frá -98. Í hesum savni eru umleið 130.000 orðaformar, sum altso ikki eru við í tí núverandi orðabókini. Hetta eru veldiga stór tøl, men tey ræða meg ikki, tí hóast tølini eru stór, so er tað so nógv lættari at arbeiða, tá ið eg havi alt orðatilfarið á telduni. Eg biði telduna finna mær tað orðið, eg havi brúk fyri, burtur úr rúgvuni, og upp á null komma niks hevur hon eitt yvirlit við kanska 100 dømum um hetta orðið og vísir mær tey í samteksti saman við øðrum orðum í setninginum. Fantastiskt. Og tað dømið, sum eg havi brúk fyri, kann eg so kopiera úr tekstasavninum yvir í orðabókarforritið, og so havi eg eitt autentiskt dømi. Útgávan frá -98 er frálík í nógvar mátar, men har vantar í ólukkumát tað nýggja orðatilfarið í føroyskum. Tann nýggja útgávan, sum nú er í gerð, fer at hjálpa munandi upp á tann vansan.

Eg fái ofta tann spurningin: Hvussu nógv orð eru í føroyskum? Eg veit tað ikki, og eg veit heldur ikki, hvussu eg kann fáa tað at vita ella hvussu eg skal rokna tað út. 98-útgávan hevur umleið 65.000 orð, og leitorðatalið í næstu útgávu verður ið hvussu er størri enn tað. Umleið 1700 nýggj orð eru komin afturat samanborið við 98-útgávuna. Men tá havi eg gjørt eitt úrval, so tað liggja kanska 80.000 orð eftir, sum ikki koma við í orðabókina. Hvørji orð koma við, og hvørji koma ikki við?

Eitt høvuðskrav til, um eitt orð kemur við sum leitorð er orðatídd (frekvensur): Eru nógv dømi um eitt orð í tekstasavninum, bendir tað á, at tað er eitt vanligt orð í føroyskum, og so eigur tað at koma við. Men tað kunnu eisini vera orð, sum verða nógv brúkt, men sum kortini ikki koma við.

Eg kann taka eitt dømi. Eg havi tikið orðið vevstjóri við, tí í fyrsta tí at tað er eitt vanligt orð í tekstasavninum, í øðrum lagi er tað er eitt orð, ið vísir til eitt nútíðarligt fyribrigdi við eini serligari merking og í triðja lagi er hetta orðið ikki gjøgnumskygd merkingarliga fyri ein, ið ikki kennir hetta økið. Hetta orð kemur 227 ferðir fyri í tekstasavninum og liggur nummar 50 á listanum.

Hinvegin havi eg ikki tikið orðið aliburturkast við, hóast tað kemur 221 ferðir fyri í tekstasavninum og liggur nummar 55 á listanum. Grundin til tað er, at aliburturkast er ein sokallað banal samanseting, og tað merkir, at kennir tú orðliðirnar í samansetingini hvønn sær, so veitst tú, hvat tað samansetta orðið merkir.

Tað sama er ikki galdandi fyri vevstjóran, tí  her hevur vevur eina nýggja merking, nakað tað sama sum alnetið. Men tað merkir ikki, at aliburturkast ikki er eitt gott føroyskt orð, tí tað er tað. Tað merkir bara tað, at eg sum ritstjóri havi mett, at tað ikki er neyðugt at taka aliburturkast við, tí tað lýsir seg sjálvt. Og tað eru í túsundavís av slíkum orðum, sum ongantíð finna veg inn í orðabøkurnar, tí tey lýsa seg sjálv. Og vit gera onnur líknandi orð hvønn einasta dag.

Orðabókaarbeiði er helst ikki vísindaligt arbeiði, kanska er tað meira eitt handverk – tað er ið hvussu er sera subjektivt. Tá eg nú havi sagt tað, so kann eg loyva mær at spyrja: Hví eru vit so eym um fremmand orð í okkara máli? Tað er tí at tann føroyski diskursin sigur, at soleiðis tosa vit um mál í Føroyum. Hvussu nógv fremmand orð hava vit ikki longu nú í føroyskum?

Fremmandorð koppa ongum máli, tað hevur søgan so mangan víst okkum. Heimsmálið fram um øll onnur, enskt, hevur sogið upp í seg orð úr øllum heimsins málum. Hugsið um øll orðini, sum vit hava í føroyskum innan fyri tónleik t.d. Hvussu nógv av teimum eru upprunaliga føroysk, kanska 1 av hvørjum 200. Men tað hugsa vit ikki um. Tey eru har, tí vit hava brúk fyri teimum. Vit mugu kunna tosa um tónleik, og skulu vit tað, mugu vit brúka hesi fremmandu orðini, t.d. symfoni, rytma, orkestur, dirigentur, satsur, gittari, klaver, fagott, altur, tenorur, sopranur o.s.fr.

Hvat skuldi handverkarin gjørt uttan síni fakorð? Hann kundi ikki gjørt eitt stakitt ella gelendara ella smíðað gerikt. Hann kundi heldur ikki sett ein køk upp ella stoypt eina trappu. Vit kundu ikki farið á vesið ella hitað okkum við ein radiator ella sett okkum í eina sofu ella keypt eina kommodu. Hetta eru alt fremmand orð, sum eina ferð í tíðini eru komin inn í føroyskt, men tað er bara so langt síðani, at vit minnast ikki aftur til ta tíðina, tá tey komu inn. Men orðini mugu roknast sum føroysk í dag.

Eitt dømi um, hvussu stórt orðalánið hevur verið upp gjøgnum tíðirnar er hetta: “Skredderen mente, at jakka passet fortreffelig, men kunden klaget over, at plagget var kort og tøjet simpelt og grovt”. Hvørji av hesum orðum eru upprunalig norrøn? Av teimum 19 orðunum her, eru trý av norrønari rót, nevniliga at, var og og. Øll hini orðini eru komin inn úr øðrum málum, serstakliga úr lágtýskum í miðøld.

Her eitt úrval av teimum orðum, sum nú eru komin við í orðabókina: abstraktur, aðalráð, alilaksur, avriksflutningur, bandbreidd, bilstólur, bloggur, breiðband, brúksskylda, demokrati,  dna, eldraøki, etikkur, fanatisma, flytførur, fundamentalistur, gjeikari, heilsurøktari, impressionisma, oddabrak,  rammulóg, samfelagsskúta, talibanur, trygdarskeið, umhvørvisvinarligur, vakstrarøki, yvirgangsatsókn.
 
(Hesin stubbin byggir á eina framløga á granskingardegnum hjá Granskingarráðnum í 2010.)

Verkætlanarábyrgd: Turið Sigurðardóttir
Aðrir luttakarar: ?
Tíðarskeið: ?
Fígging: Fróðskaparsetur Føroya
Støða: Virkin

Barnabókmentir hava síðan 1970-árini verið ein týdningarmikil partur av undirvísing og gransking av bókmentum á lærdum háskúlum í Vesturheiminum, og í dag verða hildnar ikki bara norðurlendskar men altjóðaráðstevnur um barnabókmentir millum granskarar í øllum heimspørtum.  Á Fróðskaparsetri Føroya hava verið hildin skeið í barnabókmentum, har ávis tíðarskeið í føroyskari barnabókmentasøgu hava verið kannað eins og ávísar útgávur og høvundar.

Verkætlanarábyrgd: Malan Marnersdóttir og Turið Sigurðardóttir
Aðrir luttakarar: ?
Tíðarskeið: ?
Fígging: Fróðskaparsetur Føroya
Støða: Virkin

Verkætlanin er mannað og stýrd av Maluni Marnersdóttur og Turið Sigurðardóttur, bókmentafrøðingum á Føroyamálsdeildini. Umframt tær báðar taka aðrir granskarar á og uttan fyri deildina lut í verkætlanini og skriva um ávís vald evni; t.d. hevur Jógvan í Lon Jacobsen, málfrøðingur á Føroyamálsdeildini, skrivað um lærdóms- og upplýsingarmentanina í 17. og 18. øld. 

Ætlanin við hesi bókmentasøguni er, at hon skal byggja á gransking og skoða bókmentamenningina í heild, listfrøðiliga og søguliga.

Í løtuni er arbeiðið miðsavnað um tíðarskeiðið frá 17. øld, tá ið týdningarmikil rit um Føroyar komu út, til umleið 1900, tá ið føroyskar nútíðarbókmentir vóru vorðnar veruleiki. 

Miðað verður eftir at byrja útgávuna við hesum tíðarskeiðinum. Harnæst er tjúgunda øld á skránni.

Hvør verður høvuðsmunurin millum ta komandi bókmentasøguna og tær verandi, eitt nú Føroyska bókmentasøgu eftir Chr. Matras frá 1935, Føroyskar bókmentir I-III eftir Árna Dahl 1980-83 og Færøsk litteratur eftir Jógvan Isaksen? Tann nýggja byggir bæði á eldri skriving og nýggja gransking. Hon er grundað á tekstgreining og fer av tí sama at vera størri og fara gjølligari um. 

Verkætlanin strembar eftir at greiða frá søguni hjá føroyskum bókmentum við at seta menningina av tekstsløgum og listfrøðiligum eyðkennum annars inn í bókmentasøguligt og bókmentafrøðiligt høpi. Hugt verður at sambandinum millum ta føroysku, ta norðurlendsku og ta evropeisku menningina. Viðgerðin av teimum ymsu rákunum, tíðarskeiðunum og høvundunum byggir á teir ítøkiligu tekstirnar og hevur fyrilit fyri eldri viðgerðum, støða verður tikin til tær og bygt verður á tær.

Nýggj gransking ger, at áherðslur broytast: høvundar, sum áður ikki hava verið tiknir við ella bara nevndir, verða umrøddir, viðgjørdir og mett verður um týdning teirra í bókmentasøguni. Tað kunnu t.d. vera menn og kvinnur, sum hava skrivað í tekstsløgum ella stíli ella á máli, sum tað ikki hevur verið pláss fyri í teimum fyrstu føroysku bókmentasøgunum, tá ið støði varð lagt undir hugtakið. 

Tá ið talan er um 20. øld, sum verður evnið í fylgjandi bindi ella bindum, so eru bókmentirnar nógv størri í vavi enn hinar undanfarnu øldirnar, nógv fleiri tekst-ir og fleiri tekstsløg eru at viðgera. Seinasta 30-ára skeiðið í føroyskum bókmentum hevur ikki verið viðgjørt áður í heild bókmentasøguliga. Har verður at bróta upp úr nýggjum í úrvali, samanfatan, flokking og viðgerð. 

Úrslitið fer at tala fyri seg. Væntandi verður tann nýggja bókmentasøgan partvíst nýbrot, partvíst sýntesa og framhald av eldri bókmentasøguskriving.

Fyrsta bind av bókmentasøguni varð útgivið í juni 2011.

Verkætlanarábyrgd: Sissal M. Rasmussen
Aðrir luttakarar: ?
Tíðarskeið: ?
Fígging: Fróðskaparsetur Føroya
Støða: Virkin

Áhugin fyri fyrstu málmenningini hjá børnum er vaksin nógv tey seinnu árini, og tað kemst serliga av, at tað vísir seg, at granskarar kunnu vísa á samband millum málmenningin, t.d. orðanøgd og málfatan, og hvussu væl børnini seinni duga at lesa. 

Ein partur av verkætlanini er at menna eina føroyska útgávu av teimum sonevndu CDI-foreldrafrágreiðingunum (MacArthur-Bates Communicative Development Inventories). Við støði í hesum frágreiðingum ber til at gera eina skipaða og empiriskt grundaða lýsing av, hvussu føroysk børn menna málið. CDI verður brúkt í fleiri enn 60 londum. Við kanningini ber eisini til at bera saman málmenning hjá føroyskum børnum og børnum í øðrum londum.

Verkætlanarábyrgd: ?
Aðrir luttakarar: ?
Tíðarskeið: ?
Fígging: Fróðskaparsetur Føroya
Støða: Virkin

Á Føroyamálsdeildini hava tey leingi brúkt eina norska innleiðslubók til málfrøði. Henda bókin gevur næmingunum eitt yvirlit yvir tey grundleggjandi heitini, sum eru neyðug hjá teimum lesandi, sum skulu taka BA. Bókin viðger ymisk evni, serliga samskifti og málbygnað.

Eivind Weyhe lektari á Føroyamálsdeildini hevur fyri nú skjótt fleiri árum síðani gjørt tilfar, sum hevur verið brúkt á Føroyamálsdeildini. Talan er um morfologi, málbroytni og orðastovnin. Hetta tilfarið er nú, saman við tilfari frá Zakarisi S. Hansen, mag. art., Jógvan í Lon Jacobsen, dr. philos., Kristin Magnussen mag. art. og Hjalmar P. Petersen, dr. phil. sett saman í eitt handrit. Ætlanin er, at tað skal koma út í bók um nøkur ár, men fyrst verður tað royndarkoyrt sum undirvísingartilfar á FMD, og í jan./feb. 2012 eisini á Føroya Læraraskúla.

Verkætlanarábyrgd (Fróðskaparsetur Føroya): Jógvan í Lon Jacobsen, prof., dr. philos.; Hjalmar P. Petersen, lektari, dr. phil.
Aðrir luttakarar:
(Universitetið í Bergen):  Helge Sandøy prof.;  Edit Bugge,  førsteamanuensis, ph.d.
Tíðarskeið: ?
Fígging: ?
Støða: Virkin

Endamálið við verkætlanini

Endamálið við verkætlanini er at kanna og fáa innlit í, hvussu nútíðarmálførini í Føroyum eru, og hvussu tey broyta seg. Viðvíkjandi broyting verður spurt, um aldur, kyn, stað og broytt netverk spælir inn, og/ella um broytingarnar eru innanmálsligar. Hugt verður at serdrøgum við málførunum, men eisini at athalli teirra millum. Tað seinna merkir, at kannað verður, um ávís málføriseyðkenni hvørva, og um so er, hví tey gera tað, t.e., um vit ganga móti einum miðføroyskum máli, har prestisja og autoritetur ella eitthvørt annað møguliga ávirkar.

Arbeiðssetningur

Ætlanin er at finna út av, í hvønn mun samfelagslig og/ella innanmálslig viðurskifti hava ávirkan á málførini. Spurt verður, um miðstaðarøki sum Tórshavn, Klaksvík og Tvøroyri ávirka málførini kring um seg, soleiðis at fólk laga málbrúk sítt eftir hesum miðstaðarøkjum. Hugt verður eisini at, um vissar broytingar evt. eru innanmálsligar.

Til tess at finna út av teimum málsligu og teimum samfelagsligu brigdlunum verða upptøkur gjørdar við heimildarfólkum frá ymiskum økjum, har eitt er miðøki, hini at rokna sum eitt slag av útjaðara. Spurningurin er so, um útjaðaraøkini laga mál sítt eftir miðstaðarøkinum. Økini eru: Vágar/Eiði : Tórshavn; Viðareiði : Klaksvík og Tvøroyri : aðrar bygdir í Suðuroy.

Heimildarfólkini eru:

Mynd 1. Yvirlit yvir heimildarfólk. K er stytting fyri 'kvinna'; M er stytting fyri 'maður'.

AldurVágarEiðiTórshavnKlaksvíkViðareiðiTvøroyriAðrar bygdir í Suðuroy
I + II + III
Eldri fólk (III)2K + 2M2K + 2M6K + 6M2K + 2M2K + 2M2K + 2M2K + 2M= 36
Miðaldrandi fólk (IV)2K + 2M2K + 2M6K + 6M2K + 2M2K + 2M2K + 2M2K + 2M= 36
Yngri fólk (V)2K + 2M2K + 2M6K + 6M2K + 2M2K + 2M2K + 2M2K + 2M= 36
Fólk til samans12123612121212= 108

Eisini skulu eldri upptøkur nýtast at samanbera við:

Mynd 2. Eldri upptøkur

ÁrVágarEiðiTórshavnKlaksvíkViðareiðiTvøroyriAðrar bygdir í Suðuroy
I + II + III
I (1860-89)2K+2M2K+2M6K+6M2K+2M2K+2M2K+2M2K+2M
II (1890-1919)2K+2M2K+2M6K+6M2K+2M2K+2M2K+2M2K+2M
III (1920-49)2K+2M2K+2M6K+6M2K+2M2K+2M2K+2M2K+2M
Upptøkur til samans12123612121212=108

Og í Tórshavn er ætlanin at kanna, um málførisbakgrundin hjá heimildarfólkunum spælir inn:

Mynd 3. Tórshavn. Bakgrund hjá heimildarfólki H. er stytting fyri ’heimildarfólk’; Trsh. er stytting fyri Tórshavn

AldurIIIIII
H. er tilflytariH. hevur tvey tilflytaraforeldurH. hevur foreldur úr Trsh.
Eldri fólk2K+2M2K+2M2K+2M=12
Miðaldrandi fólk2K+2M2K+2M2K+2M=12
Yngri fólk2K+2M2K+2M2K+2M=12
Upptøkur til samans666=18
Fólk til samans121212=36

Arbeiðsetningurin fyri alla verkætlanina er:

A) at digitalisera og skriva av allar upptøkurnar og fáa til høldar metadata (t.e., hvørja bakgrund heimildarfólkini hava).
B1) at savna inn nýtt tilfar (ung, sum eru um 14-15 ár nú) . 
B2) at avskriva tilfarið.
B3) at leggja ljóð- og avskriftir av øllum tilfarinum inn í eitt digitalt talumálskorpus, sum er lætt at leita í.
C) at savna inn upplýsingar um hugburð til mál og málvariatión; t.e. ótilvitaðar hugburðir, sum verða savnaðir inn við at gera grímukanningar.
D1) at analysera málbroytingar í veruligari tíð. Hugt verður at, hvat broytist og í hvørja ætt broytingarnar ganga; hugt verður at, hvørjar sosialar og samfelagisligar treytir kunnu liggja aftan fyri broytingarnar. Hetta verður so sett inn í eitt alment sosiolingvistisk orðaskifti um dialektbroytingar.
D2) at analysera tilfarið um hugburð.
E) at miðla tað føroyska tilfarið og úrslitini í einum fólksligum formi eins væl og  vísindaliga, t.d. á ráðstevnum, bókum el. greinum.

Verkætlanarábyrgd: Ph.d.-verkætlan hjá Kristin M. Magnussen
Aðrir luttakarar: ?
Tíðarskeið: ?
Fígging: Fróðskaparsetur Føroya
Støða: Virkin

Hvussu eru tey føroysku gøtunøvnini í mun til onnur føroysk staðarnøvn? Hvat ger, at støð fáa nøvn, og at tey fáa júst tey nøvnini, ið tey hava? Verkætlanin miðar eftir at svara hesum og øðrum spurningum við at nýta tað nýggja gøtunavnatilfarið, ið er komið burtur úr adressuarbeiðinum hjá føroysku kommunum síðan 2002. Hesi nýggju gøtunøvnini í stórum sum smáum kommunum verða samanborin við gøtunøvnini í Havn og Klaksvík og eisini við tey óoffisiellu gøtunøvnini, ið vóru í bygdunum frammanundan. Við støði í spurnakanningum og samrøðum verða tær hugsanir og metingar lýstar, ið liggja til grund fyri einum gøtunavni, og hvussu brúkarin hevur tikið ímóti nýggju gøtunøvnunum.

Verkætlanarábyrgd: Ph.d.-verkætlan hjá Tótu Árnadóttir
Aðrir luttakarar: ?
Tíðarskeið: ?
Fígging: Fróðskaparsetur Føroya
Støða: Virkin

Verkætlanin kannar, hvussu ið kvæða- og dansimentan verður borin unga ættarliðinum í dagsins samfelag; spurt verður í hesum sambandi: hvat verður miðlað? hvør miðlar, hvussu verður tað miðlað og, síðst men ikki minst, hví verður tað miðlað, hvat er tað, sum elvir ávikavist sendarum og móttakarum til?

Føroyar fingu í 2009 atlimaskap í UNESCO, og í  2015 heitti føroyska UNESCO-nevndin á myndugleikarnar um at staðfesta sáttamálan um varðveitslu av óítøkiligum mentanararvi, m.a. við tí í hyggju at varðveita føroyska kvæðamentan. Hetta ber boð um høga virðismeting av kvæðunum og dansinum. Í verkætlanini verður virðismetingin lýst og greinað, og hugsanin um og hugburðurin hjá føroyingum til kvæða- og dansimentanina somuleiðis lýstur og greinaður. Hvønn leiklut hava kvæðini og dansurin í hugaheimi føroyinga í dag, og hvussu fer mentanarflutningurin og –handanin fram í verki?

Verkætlanin byrjaði í januar 2016.

Verkætlanarábyrgd: Ph.d.-verkætlan hjá Berguri Djurhuus Hansen
Aðrir luttakarar: ?
Tíðarskeið: ?
Fígging: Fróðskaparsetur Føroya
Støða:

Byrjaði 01. august 2011
Liðug 25. apríl 2015

Við støði í teirri hevd, sum evropeiskar ferðafrásagnir byggja á, verða ferðafrásagnir K.O. Viderøs bókmentasøguliga bólkaðar og greinaðar.

Uppi í hesum er m.a. ein viðgerð og áseting av tekstslagi. Spurningurin um tekstslag snýr tó ikki einans um bólking, men um týdningin tekstslagið hevur fyri okkara hugsan um skaldskap og um eg’ið/frásagnarfólkið í skaldskapi.

Um verkætlanina:

Við støði í teirri hevd, sum evropeiskar ferðafrásagnir byggja á, verða ferðafrásagnir K.O. Viderøs bókmentasøguliga bólkaðar og greinaðar.

Uppi í hesum er m.a. ein viðgerð og áseting av tekstslagi. Spurningurin um tekstslag snýr tó ikki einans um bólking, men um týdningin tekstslagið hevur fyri okkara hugsan um skaldskap og um eg’ið/frásagnarfólkið í skaldskapi.

Viderø ger upp við tey krøv, sum galdandi eru fyri bæði skaldsøguna og fyri siðbundnu ferðafrásøgnina, hann skapar eitt nýtt fleirtáttað tekstslag. Ein tesa í verkætlanini er, at tað í ferðafrásagnum hansara ber til at eygleiða eina - at síggja til - paradoksala gongd: hann heldur fast um sín føroyska uppruna, men leitar samstundis burtur frá Føroyum og føroyskari mentan, og hann skapar í hesi leitan síni eitt egið mál og í grundini sína egnu tíð og sítt egna stað – sín egna bachtinska kronotop.

Við tilvísing til amerikanska bókmentafrøðingin Dennis Porter kann hetta lýsast sum eitt  slag av øvugtum “mapping”, har Viderø – í staðin fyri at leggja tað fremmanda undir seg – villist og broytist, men uttan at siga grundleggjandi tilverutulkingar úr einari farnari tíð frá sær. Úr hesum sprettur eksistentiella tyngdin í ferðafrásagnum hansara.

Tá ræður um myndamál, brúkar Viderø serliga samanburðir, t.d. verður tað fremmanda og ófrættakenda borið saman við okkurt kent og heimligt. Tilsipingarnar til aðrar tekstir eru mangar (Bíblian, Nietzsche, Spinoza, Schopenhauer, Spengler, griksk epos, kvæði, sagnir o.s.fr.), og tær verða endurtiknar aftur og aftur og virka sum leiðmotiv og sum eitt slag av rýmingar- og sambindingarleiðum. Men hvagar? Hvør var grundleggjandi drívmegin í leitan Viderøs? Hvat var endamálið, hvat dró hann út í heim og inn í seg sjálvan? Og verður hetta orðað í ferðafrásagnum hansara?

Verkætlanarábyrgd: Jógvan í Lon Jacobsen
Aðrir luttakarar: ?
Tíðarskeið: ?
Fígging: Fróðskaparsetur Føroya
Støða: Virkin

Evnið í ritgerðini er hugburður til tøkuorð, serstakliga ensk tøkuorð og  hugburður til heimlig nýggjyrði. Almenni føroyski málpolitikkurin hevur higartil verið merktur av puristiskum hugsanarhátti. Ritgerðin snýr seg altso um hugburð til orðapurismu. Purisma er ein hugsjón, ið hevur til endamáls at avmarka  ávirkanina frá fremmandamálum á tjóðarmálið.

Hugskotið er at nýggjyrðini skulu loysa tøkuorðini av, tí tað verður hildið, at tøkuorðini við sínum fremmanda bygnaði í longdini kunnu koma at máa støðið undan upprunaliga málbygnaðinum.

Endamálið við hesi kanningini er at kanna viðurskiftini frá einum samfelagsmálvísindaligum sjónarhorni til tess koma fram til eina størri fatan av, hvønn hugburð føroyingar hava til sjálvan málspurningin. Tað snýr seg um at fáa innlit í hvørjir normar og hvørji virði liggja sum grund undir teimum sjónarmiðunum, sum til ber at fáa fram í ljósmála.

Ritgerðin er partur av eini felags norðurlendskari verkætlan “Moderne importord i sprogene i norden”, sum formliga byrjaði í 2001, sett í verk av Norðurlendska Málráðnum. Yvirskipaða endamálið við verkætlanini er at fáa yvirlit yvir, hvussu nútímans tøkuorð og fremmandur málbygnaður verða viðfarin í norðurlendskum málum, t.e. hvørjir normar og hvørji virði finnast í teimum ymsu norðurlendsku málsamfeløgunum. Roynt verður at fáa innlit í hugburð hjá fólki í ymsum samfelagsbólkum (bólkað eftir kyni, aldri, lívstíli o.s.fr.) T.e. at enska árinið er í miðdeplinum, og spurningurin er, hvussu anglo-amerikanska altjóðagerðin ávirkar  norðurlendsku málini.

Ritgerðin er sett saman av trimum pørtum, ið nýta hvør sítt háttalag:

  • Ein meiningakanning (kvantitativ beinleiðis háttalag)
  • Ein grímukanning (”matched guise-test”, sum er eitt kvantitativ óbeinleiðis háttalag)
  • Langar samrøður við útvald heimildarfólk (kvalitativt beinleiðis háttalag)

Yvirskipaða spurnaðarorðingin er: Hvørjir normar og hvørji virði gera seg galdandi í føroyska málsamfelagnum, tá ið tað snýr seg um mál? Tilsaman eru uml.1200 heilmildarfólk við í kanningini (537 í meiningakanningini, 620 í grímukanningini og 48 í samrøðunum.

Í meiningakanningini er alt landið umboðað. Tey 537 tilvildarliga valdu heimildarfólkini eru býtt sundur samvarandi fólkatalinum í hvørjum av teimum 7 valdømunum, sum vóru nýtt sum útgangsstøði.

Úrvalið av heimildarfólki til samrøðurnar byggir á yvirskipað ástøði um lívstíl. Vit arbeiða við fýra lívstílum, nevndir A, B, C og D.  Vit hugsa okkum, at lívstílarnir eru umboðaðir í tveimum sløgum av fyritøkum, ávikavist siðbundnari framleiðsluvinnu og nútímans tænastuvinnu.

Innan hesi bæði vinnusløg finna vit heimildarfólk á tveimum  stigum: Á leiðslustigi (vælútbúnir leiðarar og millumleiðarar, í ritgerðini nevnd ervafólk) og  vanlig starvsfólk (við miðalangari ella ongari útbúgving, í ritgerðini nevnd neðrafólk). Lívstílskanningin vísir ongan greiðan skilnað í hugburði til og nýtslu av tøkuorðum hjá teimum ymsu lívstílsbólkunum. Tó sæst, at heimildarfólk frá lívstíli B (leiðarar í nútímans tænastuvinnu) vísa størri tolsemi mótvegis nútímans tøkuorðum, enn heimildarfólk frá  hinum bólkunum. Ein frágreiðing kann vera, at hesi heimildarfólk arbeiða nógv við kunningartøkni, har stórur partur av orðatilfarinum er á enskum.

Ein áhugaverdur spurningur er: Hvussu ber tað til, at fólk sum í stóran mun góðtaka tøkuorð í gerðandismálinum, kortini siga at “idealið” hevði verið at havt føroyskt orð? Slík sjónarmið koma fyri aftur og aftur í tilfarinum. Mest sannlíkt er orsøkin tann, at heimildarfólkini hugsa um spurningin á tveimum stigum: Málið er lutvíst symbol og lutvíst funktión. Tað “idéella” sipar til málið sum tjóðarímynd, symbol, men samstundis skal málið fylla út sín leiklut sum samskiftismiðil í gerandismálinum, og í teirri støðuni hevur tað minni at siga, hvørji orð  verða nýtt. 

Men tann ímyndanarliga funktiónin er alla tíðina til staðar. Heimildarfólkini eru tilvitað um málsliga diskursin: at føroysk nýggjyrði eru betri enn tøkuorð. Harumframt er “politiskt røttu” svarini neyvan altíð álítandi. Ein máti at vinna á eygleiðaraandsøgnini er at eftirkanna  grundgevingarslagið, tí heimildarfólkini er valla altíð so tilvitað um, hvussu tey grundgeva fyri síni støðutakan í einstøku førunum. Tað vísir seg, at talið á pragmatiskum grundgevingum (at tað orðið ið tænir samskiftinum best, eigur at vera valt) er hægri enn talið á tjóðskaparligum/mentanarligum grundgevingum (tað at ein eigur at velja tað føroyska orðið heldur enn tað fremmanda, tí at málið er ein partur av okkara mentan og av samleikanum hjá tí einstaka.

Tá ið tað snýr seg um tøkni, síggja vit ein jaligari hugburð mótvegis tøkuorðum enn t.d., tá talan er um bókmentir og kirkjuna, har tey flestu siga, at vit eiga at nýta føroysk orð. Hetta er áhugavert, tí at tað vísir eitt mynstur, nevniliga at tey “føroysku økini” (t.d. føroyskar bókmentir og kirkjan) krevja føroysk orð, meðan tey “fremmandu økini” (t.d. tøkni og fremmandur matur) krevja fremmand orð.

Verkætlanarábyrgd: Hjalmar P. Petersen
Aðrir luttakarar: ?
Tíðarskeið: ?
Fígging: Fróðskaparsetur Føroya
Støða: Virkin

Faroese Online (FOL) er ein verkætlan, sum snýr seg um at gera undirvísingartilfar í føroyskum til útlendingar. Talan er um skeið, sum er atgongt á netinum. Skipanin byggir beinleiðis á skipanina Icelandic Online (IOL), sum er eitt opið, ókeypis málskeið í íslendskum á netinum í 6 pørtum. Skeiðið er ment av málvísindafólki á Háskóla Íslands, so góðskan er í lagi á hesum rúgvismikla tilfarinum, sum tey lata okkum fáa til grundarlag undir okkara skeiði. Partarnir 1-5 vóru gjørdir til byrjanarundirvísing á universitetsstigi, men hevur roynst væl hjá fólki við øðrum fortreytum eisini. Nýggjasti parturin, “partur null”, eitur so Bjargir. Hesin parturin er gjørdur til nýtilflutt fólk, sum einki íslendskt duga frammanundan. Partarnir 1-5 vórðu lagdir á netið í 2004-2013. Parturin Bjargir, ið nú verður týddur og lagaður til føroyskt, kom á netið í 2010. Arbeitt verður í løtuni við at laga skipanina til hendan partin, so eisini ber til at brúka smartfon og teldil.

Arbeiðið at laga íslendsku skipanina Icelandic Online til føroysk viðurskifti byrjaði so smátt á heysti 2014. Avgjørt var at byrja við partinum fyri byrjarar, sum á íslendskum kallast Bjargir. Hetta skeiðið er serliga ment til tilflytarar, sum búgva og arbeiða í Íslandi/Føroyum. Tí er tað, ið verður lært, orð og orðingar úr gerandisdegnum, sum nýtilflutt kunnu væntast at hava brúk fyri. Tilfarið er býtt sundur í seks kapitlar við á leið 260 venjingum.

Venjingarnar vóru umsettar til føroyskt á vári 2015 og byrjað var upp á arbeiðið við ljóð- og myndaupptøkum í juli 2015. Eftir ætlan er hesin parturin, Bjargni, liðugur í 2017, og vónandi fer tá at bera til at halda fram við pørtunum eitt til fimm.

Faroese Online er ein samstarvsverkætlan millum Fróðskaparsetur Føroya og Háskúla Íslands. Verkætlanin hevur fingið stuðul til fundarvirksemi frá Nordplus Vaksin.

Verkætlanarleiðari í Føroyum er Hjalmar P. Petersen,dr.phil. og lektari á Føroyamálsdeildini. Hini í leiðslubólkinum eru: Sigurð í Jákupsstovu, rektari á Setrinum, John Mikkelsen, forritari og BA í føroyskum, Birna Arnbjörnsdóttir professari, Kolbrún Friðriksdóttir, adjunktur, Patrick Thomas og Úlfar Bragason professari við Háskóla Íslands og Helga Hilmisdóttir lektari á universitetinum í Helsingfors.

Verkætlanarábyrgd: Hjalmar P. Petersen
Aðrir luttakarar: ?
Tíðarskeið: ?
Fígging: Fróðskaparsetur Føroya
Støða: (Varianz in der Mehrsprachigkeit auf den Färöern) Fór fram á universitetinum í Hamborg 2005-2011.

Hjalmar P.Petersen arbeiddi sum vísindaligur medarbeiðari; við ábyrgd av korpusinum, data, innsavning av data, uppbygging av databasuni umframt  ábyrgd av granskingarhjálparum. Databasan er liðug, og inniheldur talumalsdata frá trimum ættarliðum (ung, mið-, og gomul) frá ymiskum málførisøkjum í Føroyum.

Hjalmar P. Petersen arbeiddi sum vísindaligur medarbeiðari; við ábyrgd av korpusinum, data, innsavning av data, uppbygging av databasuni umframt  ábyrgd av granskingarhjálparum. Databasan er liðug, og inniheldur talumalsdata frá trimum ættarliðum (ung, mið-, og gomul) frá ymiskum málførisøkjum í Føroyum.

Hjalmar sigur um verkætlanina:

Vit arbeiddu við tvímæli í Føroym, og byrjaðu vit í november 2005. Verkætlanin varð liðug í juni 2011. Tað, sum bleiv kannað, var fyrst og fremst spontant, talað mál hjá føroyingum. Heimildarfólkini eru frá trimum ættarliðum (ung, mið- og gomul). Eisini hava vit tikið skriftmál við, t.e., danskar stílar, sum føroyskir næmingar á einum miðnámsskúla hava skrivað.

Ransóknarevni: Vit kannaðu serliga morfo-syntaktisk drøg í føroyskum og í føroyskum-donskum.

Endamál: Vit hugdu at, hvat fyri slag av tvímæli er tað, sum er í Føroyum, og‚ hvussu háttar tað sær í málbrúkinum hjá teimum trimum ættarliðunum. Vit gjørdu m.a. eina kvantitativa, langtíðargreining av øllum tí innsavnaða tilfarinum. Hugt varð at m.a. kodu-skifti, yvirførslu av málmerkjum frá donskum til føroyskt og athalli.

Háttalag: Til tess at náa settum málum, vórðu upptøkur gjørdar. Samrøðurnar eru hálvstruktureraðar samrøður, sum vara umleið ein tíma. Tosað varð um: gerandisdagin, støðuna í Føroyum í dag, altjóða politikk, skúla og arbeiði. Heimildarfólkini tosa føroyskt og seinni eisini føroyskt-danskt. Tær føroysku upptøkurnar gjørdu føroyingar, tær føroyskt-donsku gjørdu danir el. týskarar, sum tosaðu danskt. Nýtt vórðu eisini spurnarbløð frá ScanDiaSyn verkætlanini. Her hava vit tilfar frá 6 økjum í Føroyum og trimum ættarliðum.