Granskingarsamstarv

Granskingarsamstarv er ein sera umráðandi partur av granskingini á Námsvísindadeildini. Granskarar á Námsvísindadeildini luttaka á ráðstevnum, symposium og øðrum viðkomandi tiltøkum bæði sum áhoyrarar og fyrilestrahaldarar.

Granskingin á Námsvísindadeildini verður ofta givin út í ráðstevnurapportum og øðrum.

Her eru dømi um ymisk granskingarsamstørv, sum Námsvísindadeildin er partur av:

  • Frændafundir - rannsóknarsamstarv millum Fróðskaparsetur Føroya og Háskóla Íslands
  • Biophilia – norðurlendsk verkætlan
  • Undirvísing, hugburður og læring - rannsóknarsamstarv millum Fróðskaparsetur Føroya og Háskóla Íslands (Kennaradeildin)
  • Tey pedagogisku fakini í læraraútbúgvingini – endamál, innihald og arbeiðshættir (Phd. verkætlan) – Fróðskaparsetur Føroya og Århus Universitet
  • CAS (Computer Algebra Systems) í støddfrøðiundirvísing skúlans (Phd. verkætlan) - Fróðskaparsetur Føroya og Københavns Universitet
  • At undirvísa í enskum (Phd- verkætlan) - Fróðskaparsetur Føroya og Århus Universitet
  • Lesing og lesikanningar (2014) (Phd- verkætlan)  – Danmarks Pædagogiske Universitet og University of Porto