Granskingarverkætlanir

Verkætlanarábyrgd: Erla Olsen, ph.d., adjunktur í lívfrøði & náttúru og tøkniundirvísing & Vár í Ólavsstovu, ph.d., adjunktur í móðurmálsnám- og undirvísingarfrøði.

Heinta niður frágreiðingina: "Teldlanýtsla í fólkaskúlanum - ein eftirmeting (2016)"

Jóhannes Miðskarð, Ph.D., adjunktur í námsfrøðiligari leiðslu og fyrisiting

Í altjóða høpi er meira og meira fokus sett á námsfrøði­ligu leiðslu síðstu áratíggjunni. Námsfrøðilig leiðsla snýr seg um tað leiðsluvirksemi, ið beinleiðis ávirkar læraranna námsfrøðiliga og undirvísingarliga virksemi við næmingunum.

Í hesari verkætlanini verður kannað, hvussu námsfrøðilig leiðsla verður útint í føroyskum fólkaskúlum. Tað vera gjørd kvalitativ semistrukturerað interview við fimm skúlaleiðarar og tíggju lærarar. Sostatt er møguligt at lýsa námsfrøðiligu leiðsluna, bæði úr sjónarhorninum hjá tí, sum útinnir leiðsluna og úr sjónarhornunum hjá teimum, ið móttaka leiðsluna.

Sum sæst omanfyri, er endamálið at lýsa støðuna viðvíkj­andi námsfrøðiligari leiðslu í Føroyum, men somuleiðis er eitt endamál at vísa, hvussu skúlaleiðarar heilt ítøkiliga kunnu økja um teirra námsfrøðiligu leiðslu.

Erla Olsen, ph.d., adjunktur í lívfrøði og náttúru- & tøkniundirvísing, Sunleif Rasmussen, námslektari í tónleiki, Vár í Ólavsstovu, Mikkjal Mikkelsen, Noomi í Dali, Sjúrður Hansen, Louise M. Carlsen o.o.

Skúlar kring landið hava ikki allir líka góðan møguleika at fara til tiltøk, sum í stóran mun eru í høvuðsstaðnum. Hetta kann hava við sær, at munur er á næmingunum í bygd og í bý. Seturstokið er ein roynd at vita, um ein vitjan úti á meira fjarskotnum skúlum, við ymsum royndum, avbjóðingum og mentanarligum tiltøkum kann fáa næmingar at fáa størri áhuga fyri vitan og útbúgving. – Verkætlanin er partur av Biophilia-verkætlanini, men føroyski parturin líkist ikki tí, sum tey skipa fyri aðrastaðni, serliga við tað, at mentan og vísindi verða sameind.

Sunleif Rasmusen, námslektari í tónleiki og Erla Olsen, ph.d., adjunktur í lívfrøði og náttúru- & tøkniundirvísing o.o.

Biophilia undirvísingarskráin er ein nýggj tilgongd til undirvísing, ið nýtir tøkni, tónleik og kreativitet sum amboð innan tær vanligu fakligu lærugreinarnar. Upphavið til hetta ítøkiliga tiltakið er íslendska tónlistakvinnan Björk, sum ynskir, at skúlin skal taka støði í tí tøkni, sum børnini eru hugtikin av, og við kreativiteti tryggja, at komandi samfelagsborgarar verða heildarborgarar. Við tí í huga hevur Björk saman við øðrum gjørt eitt verk, sum bæði er eitt tónleikaverk, ein app, framførsla, ein filmur og ein undirvísingarskrá.

Í Føroyum verða læraralesandi lærd í hesum lærihátti, umframt at 5 skúlar luttaka. Verkætlanin endar á heysti 2016, og við støði í  eftirmetingini verður gjørdur leistur fyri, hvussu tøkni, tónleikur og kreativitetur best verða nýtt sum undirvísingaramboð. Norðurlendsk verkætlan.

Mentamálaráðið og Fróðskaparsetur Føroya

Olga Biskopstø, cand.comm. Granskingardepilin - Fróðskaparsetur Føroya
Katrin av Kák, cand.mag og cand.ped.psyk. Námsvísindadeildin - Fróðskaparsetur Føroya
Martha Mýri, MA - Granskingardepilin – Fróðskaparsetur Føroya

Talan er um eina spurnakanning millum næmingar í fólkaskúlanum, sum Granskingardepilin/ Fróðskaparsetur Føroya hevur gjørt fyri Mentamálaráðið. Umleið 2.200 næmingar í øllum 5., 7. og 9.flokkunum í landinum luttóku.Olga Biskopstø, Katrin av Kák og Martha Mýri hava staðið fyri arbeiðinum, sum byrjaði í 2014. Kanningarúrslit og tilmæli vóru løgd fram í mai 2015.

Arbeiðið hevur verið skipað við einum fylgibólki, sum saman við Fróðskaparsetri Føroya hevur  víst á tiltøk, ið kunnu fyribyrgja happing í skúlunum.

Erla Olsen, ph.d., adjunktur í lívfrøði og náttúru- & tøkniundirvísing o.o.

Børn og ung í Evropa sum heild tykjast ikki at hava áhuga fyri náttúruvísindum, og hetta sær EU sum ein stóran trupulleika, ið er ein hóttan fyri framtíðarútlitini hjá Evropa. Verkætlanin snýr seg um at  menna nýggjar undirvísingarhættir, har teldutøkni er sjálvsagdur partur, ið gevur møguleika fyri at veita næmingalagaða undirvísing í sera stóran mun. Eisini er ætlanin at undirvísingin skal taka støði í staðbundnum vinnulívi og harvið gerast meira viðkomandi hjá næmingunum. Grundhugsjónin í hesi verkætlan er, at læring er nakað sum fer fram allastaðni og alla tíðina, og harvið ikki bert í skúlanum.

– samleiki og maskulinitetur (postdoc-verkætlan)

Firouz Gaini, ph.d., lektari í antropologi og samfelagsvísindum

Hetta er postdoc-verkætlan (NTNU í Tróndheimi fíggjar verkætlanina), sum hyggur at gerandislívinum og samleikanum hjá dreingjum í útnorði í dag. Verkætlanin er grundað á tilfar, sum varð savnað inn í Nuuk á vári 2014, men hon knýtir eisini grønlendsku kanningina til tilfar úr Føroyum – fyri at samanbera (at lýsa munir og líkleikar millum samfeløgini).  Verkætlanin umboðar eitt íkast til nýggju evropeisku samfelagsgranskingina, ið hyggur at ungdómslívinum í samfeløgum, sum eru eyðkend av sosialum og mentanarligum skifti. Verkætlanin ynskir at lýsa samleikan hjá dreingjum við støði í teirra egnu virðum, tonkum og tulkingum. Úrslitini verða miðlað í vísindaligum greinum, lættari tekstum og í ráðstevnu-framløgum. Verkætlanin umboðar eitt nýtt stig í ungdómsgranskingini hjá F. Gaini, sum byrjaði fyri uml. 15 árum síðani.

Erla Olsen, ph.d., adjunktur í lívfrøði og náttúru- & tøkniundirvísing , Firouz Gaini, ph.d., lektari í antropologi og samfelagsvísindum o.o.

Verkætlanin er samstarv millum Námsvísindadeildina og Kennara­deildina á Háskóla Íslands. Íslendska kanningin, sum føroyska granskara­liðið hevur sum fyrimynd, var liðug í 2014. Vit brúka íslendska vísindaliga frymilin at skapa eina kanning, sum kann samanberast við ta íslendsku, umframt at hon kann geva okkum størri innlit í tað, sum gongur fyri seg í fólkaskúlanum í dag. Talan er um stórar spurnakanningar, har næmingar í 8. og 9. flokki eru spurdir, hvat slag av læring og undirvísing tey fáa, hvat tey halda um hesa undirvísingina og hvat tey kundu hugsað sær var øðrvísi. Harumframt verða  lærarar nú í heyst spurdir samsvarandi spurningar, umframt at foreldur eisini fáa eitt spurnablað um teirra hugsan um føroyska fólkaskúlan.

Dagbjartur Debes, námslektari í søgu og bókavørður

Rannsóknin hevur til endamáls at gera eina lýsing av ymsu eftirmetingum fólkaskúlans: Landsroynd, PISA umframt ársmet og próvtøl fyri 9. fl. Dentur verður lagdur á at lýsa samsvar og frávik millum ymsu eftirmetingarhættirnar, millum lærugreinar og møguligan kynsmun.

Úrslitið verður eisini sett í samband við Manntal 2011, har m.a. verður víst á, at útbúgvingarstigið er ymiskt í landinum.

Nøkur fyribils úrslit av rannsóknini eru at lesa í Frøði 3/2014.

Verkætlanarábyrgd: Erla Olsen, ph.d., námslektari í lívfrøði

OECD skipar fyri PISA kanningum av førleikum teirra 15 ára gomlu. Kanningin umfatar førleikarnar í fleiri tættum, harímillum hvussu tey duga náttúrufak samanborið við javnaldrar í øðrum londum.

ROSE (the Relevance Of Science Education) er eitt annað slag av kanning, sum viðger hvønn týdning undirvísing í náttúruvísindum hevur. Ungdómar í 40 londum hava svarað einum stórum spurnarblaði um, hvat tey hava hug at læra innan náttúruvísindi, hvørjar framtíðarætlanir tey hava, hvat tey gera í frítíðini, og hvat tey meina um umhvørvi, náttúruvísindi og tøkni.

Ein forkanning varð gjørd í Føroyum nú í vár, og farið verður í næstum undir ta endaligu kanningina.

Endamálið við ROSE er ikki at kanna læruúrtøku, men heldur at kanna hugburð og hvat skal til fyri at fáa ungdóm áhugaðan í náttúru og tøkni. Sostatt er ROSE-verkætlanin eitt ískoyti til ta vitan, vit fáa burtur úr PISA kanningum – í hesum føri innan náttúrufakini.

Verkætlanarábyrgd: Karolina Matras, ph.d.-lesandi, námslektari í sálarfrøði og mál- og lesimenning

Við hesi verkætlan fáa vit fyrsta tilfarið úr okkara egna jørðildi, tá ið umræður námsfrøðiliga gransking í byrjanarlesing. Í verkætlanini verður viðgjørt:

  • Fortreytir hjá barninum, sum kemur í skúla
  • Mál- og lesimenning hjá barninum
  • Didaktisk sjónarhorn í sambandi við byrjanarundirvísing í lesing
  • Partar av menningarligu fortreytunum hjá børnunum, sum komu í skúla í 07/08/09
  • Lesimenningin í 2. og 3. flokkunum 07/08/09 í nøkrum føroyskum skúlum

Hugt var at týdningarmiklum pørtum viðvíkjandi læring og læriumhvørvi. Hetta varð gjørt við 1) skipaðum eygleiðingum í flokshølum í 08/09/10 og 2) samrøðum við skúlaleiðarar og lærarar 2011.

Úrslitini eru íkast til kjakið um, hvønn týdning menn-ingin hjá børnum fyri skúlaaldur hevur, og hvussu vit kunnu skipa byrjanarlesingina so væl sum til ber.

Verkætlanin er gjørd í samstarvi við DPU og University of Porto.

Verkætlanarábyrgd: Firouz Gaini, ph.d., lektari í antropologi og samfelagsvísindum

Verkætlanin er eitt granskingarsamstarv, sum byrjaði í 2010. Tilfarið er savnað í stórari spurnakanning í fólkaskúlum í Føroyum og Íslandi. Kanningin hyggur serliga at heilsu, frítíð og trivnaði hjá ungdómi í 15-16 ára aldri. Føroyska spurnakanningin fór fram í 9. flokkum kring alt landið á vári 2012. Úrslitini verða almannakunngjørd á seminari í Havn í oktober 2012. Granskingarleiðarar eru Firouz Gaini (Námsvísinda-deildin) og Jón Sigfússon (Rannsóknir & Greining, Háskúlin í Reykjavík).

Endamálið er at geva eina neyva granskingargrundaða støðumynd av almennu livikorum ungdómsins, sum lokalir myndugleikar og landsmyndugleikar kunna brúka beinanvegin. Í Íslandi hava tey í mong ár gjørt sonevndu “Ungt fólk” spurna-kanningar, sum skúlar og kommunur brúka sum grundarlag fyri at skipa ein betri politikk fyri skúla og ungdóm.

Frágreiðingin "Ungfólk í Føroyum 2012" lýsir og viðger úrslitini av stórari skúlaspurnakanning, sum Firouz Gaini gjørdi í 2012. Kanningin gevur okkum upplýsingar um tey, sum gingu í níggjunda flokki skúlaárið 2011-2012.

Vit síggja m.a., at nógv hava ilt við at finna sítt pláss í skúlanum. Her tosa vit um bæði gentur og dreingir, ung í bý og á bygd. Samstundis sum tey fýlast á støðuna, so rokna tey flestu við at fara undir hægri útbúgving seinni í lívinum. Javnvág er ikki millum «veruleikan» í dag og tað, ungdómurin vónar at gera til morgindagsins «veruleika».

Fá halda skúlan vera ov torføran, nógv halda hann vera ov lættan. Nógv hugsa um at gevast ella skifta skúla. Hesar kenslurnar endurspegla ikki bara skúlaviðurskifti, men eisini frítíðarlívið, har t.d. alnetið og aðrir miðlar fara við nógvari tíð.

Frágreiðingin kann takast niður her

Verkætlanarábyrgd: Hans H. Hansen, undirvísingarleiðari, námslektari í sálarfrøði og námsfrøði

Verkætlanin er ein spurnakanning millum fólkaskúla-lærarar. Kanningin er stuðlað av Fólkaskúlagrunninum. Endamálið við spurnablaðakanningini er at tekna eina yrkisliga mynd av teimum seinastu 100 lesandi, ið hava tikið prógv eftir gomlu læraraútbúgvingini á Føroya læraraskúla. Svargevararnir tóku prógv í 2007, 2008, 2009, 2010 og 2011. Spurnablaðakanningin er skipað í 8 sjálvstøðugar og tó samfastar partar.

Partarnir eru:

  • Bakstøðisupplýsingar
  • Lestrartíðin á Føroya læraraskúla
  • Fyrsta árið sum lærari
  • Hvussu trívist tú sum lærari í dag
  • Undirvísingarsýni og undirvísingarhættir
  • Nútíðarnæmingurin
  • PISA-kanningin og landsroyndin
  • Eftirútbúgvingartørvur

Úrslitið av spurnablaðakanningini skal fyrst og fremst nýtast sum íblástur, tá ið nýggja læraraútbúgvingin verður stillað, og tá ið eitt dygdargott eftirútbúgvingartilboð skal mennast komandi árini.

Verkætlanarábyrgd: Mikkjal Mikkelsen, námslektari í landalæru, donskum, samfelagsfrøði og KST, og Kurt Madsen, námslektari í støddfrøði, alis- & evnafrøði og teldufrøði

Læraralesandi skulu í starvslæru í útbúgvingartíðini. Í starvslærutíðini undirvísa tey næmingum í fólkaskúlanum, samstundis sum tey sjálv eru lesandi. Tey nýta starvslæruna sum ein royndarpall, har ástøðilig-, faklig- og praksisvitan hittast.

Í hesi verkætlan  verður høvuðsdenturin lagdur á skrivliga samskiftið millum tey lesandi, har teirra egna læring gjøgnum royndir og refleksiónir, bæði persónliga og í samstarvi við floksfelagar, gerst eksplisit og atkomilig hjá øðrum.

Samskiftið fer fram á persónligum, óalmennum bloggum, har nógvir ymsir málbúnar so sum tekstur, myndir, filmur, ljóð etc. kunnu brúkast. Kannað verður, hvussu hesir nýggju, tøkniligu møguleikar rigga sum samskiftispallur. 

Hans Harryson, námslektari og  phd. lesandi á Fróðskaparsetri Føroya og Aarhus universiteti

Flest allar læraraútbúgvingar eru skipaðar í tríggjar partar:
(1) Undirvísingarfak,
(2) pedagogisk fak og
(3) starvslæra.

Phd-verkætlanin snýr seg um tey pedagogisku fakini og kannað verður, hvønn leiklut og hvat endamál hesi fak hava í læraraútbúgving í 21. øld. Verkætlanin er ein samanberandi greining av:

-          Læraraútbúgvingini í Vasa, Finaland

-          Læraraútbúgvingini í  Vestfold, Norra

-          Læraraútbúgvingini í Reykjavík, Ísland

Orsøkin til at hesar tríggjar læraraútbúgvingar eru valdar úr múgvuni er, at tær hava gott orð á sær og verða mettar at vera framtakshugaðar og nýmótans av altjóða granskarum.

Kanningarhættirnir, ið nýttir verða, eru ávikavist dokumentanalysa og viðtal við lærarar, ið undirvísa í teimum pedagogisku fakunum, lesandi á síðsta árgangi og nýútbúnar lærarar.

Louise M. Carlsen, adjunktur í støddfrøði og ph.d. lesandi á Københavns Universitet

Verkætlanin hevur til endamáls at kanna og menna førleikan hjá lærarum at nýta CAS (Computer Algebra Systems) í undirvísing í algebra: møguleikar og avbjóðingar fyri lærarar við ávikavist fleiri og færri undirvísingarroyndum:

  • Ein nágreinilig kanning, sum skal vísa, hvussu lærarar í fólkaskúlanum á ymiskan hátt nýta CAS við serligum denti á algebra (abstrakt aritmetik, at loysa líkningar, funktiónir og modellering)

  • Kanna m.a. nýggj amboð, arbeiðs- og undirvísingarhættir til tess at stimbra og menna førleika læraranna at arbeiða sjálvstøðugt við hesum, umframt við amboðum til at eftirmeta næmingaavrik, meðan arbeitt verður, og í hvønn mun CAS hevur ávirkan á læruúrtøku næminga.

Eyðmerkja møguleikar og avbjóðingar við teirri hugsan, at CAS kann viðvirka til, at næmingar fáa kunnleika til støddfrøðilig evni/øki á høgum stigi so sum modellering og ástøðiliga greining.

Kalpana Viyjavarathan, adjunktur, phd-lesandi á Fróðskaparsetri Føroya og Århus Universiteti

The dissertation proposes to research teacher cognition-beliefs and attitudes with regard to teaching speaking in English as a Foreign Language (ELF) in grade 8 in the Faroese Public school and its impact on teaching. By gaining insight into teacher cognition in the context of teaching the speaking skill, attempts can be made to see how this affects the teaching approach for this skill towards fulfilling the formal requirements. While research indicates that there is a gap between teacher cognition and fit for purpose teaching methods, little research has been conducted in teacher cognition in the teaching of speaking in EFL.

Using the case study approach, this qualitative study explores the cognition of 7 teachers in the local schools, and attempts to analyse what impact the way they think about teaching speaking has on their praxis. It aims to elicit either a concurrence or a mismatch between teachers’ beliefs about teaching speaking and their teaching praxis.