Granskingarverkætlanir á Náttúruvísindadeildini

Verkætlanarábyrgd: Jónrit Halling

“Perfluorinated compounds” ella PFC-evnir eru menniskja skapt, og framleiðslan byrjaði av álvara í 1950unum. PFC evnini hava nyttuligar eginleikar, tí tey eru bæði vatn- og feittskýggjandi. Av somu orsøk verða tey brúkt til eitt nú impregnering av papptallerkum, matinnpakking, regnklæðum, skóm, møblum, steikipannum og til nógv onnur endamál. Vit koma tí øll í samband við hesi evni, sum hava víst seg at hópast upp í føðiketuni og vera sera torfør at niðurbróta. Evnini verða upptikin í kroppinum, t.d. tá matur verður dálkaður av innpakking, tá vit anda inn dust frá viðgjørdum klæðum o.s.fr. Kanningar seinastu árini hava givið ábendingar um, at PFC evnini hava skaðilig árin á fólkaheilsuna.  

Í 2012 varð kanning gjørd av PFC nøgdunum í føroyingum yvir eitt 10 ára skeið. Íalt 209 fólk, sum áður høvdu luttikið í eini kanning av heilivágsniðurbróting í 2003, luttóku í hesi kanning. Blóðroyndir vórðu tiknar, samstundis sum blóðroyndir frá kanningini í 2003 vóru tiknar framaftur. Hesar vóru allar kannaðar fyri ymisk PFC evni, og tað var tí møguligt at staðfesta PFC nøgdirnar hjá somu fólkum í ávikavist 2003 og 2012. Samstundis vóru tey biðin at svara einum umfatandi spurnablaði (food frequency questionnaire), sum snúði seg um, hvat tey høvdu etið ein mánað frammanundan at blóðroyndin varð tikin. Hetta bleiv gjørt fyri møguliga at kunna staðfesta PFC keldurnar í matinum, sum tey høvdu etið.

Kviksilvur dálking og D-vitamin nøgdir í móðurlívi – sambandið millum hesi og autismu

Autisma er mett at vera sera tengd at ílegum, og arvur hevur víst seg at spæla ein stóran leiklut, tá hugt verður eftir, hvørji verða fødd við autismu. Tó er tað nógv sum bendir á, at umhvørvis árin, so sum dálking, eisini er ein partur av frágreiðingini. Gransking aðrastaðni í heiminum hevur víst á, at høgar nøgdir av kviksilvuri, eins og D-vitamin trot, kunnu vera vandatættir í samband við autismu. Av tí at vit í Føroyum eta mat úr havinum, sum t.d. grind, sum vit vita kann vera illa dálkað við kviksilvuri, er tað nærliggjandi at kanna hetta sambandið júst her hjá okkum, samstundis sum vit ikki fáa eins nógv D- vitamin her sum á syðri breiddargradum.

Í árunum 2002-2004 varð kanning sett í verk, sum hevði til endamáls at staðfesta títtleikan av autismu í Føroyum. Man gjørdi tá eina screening av m.a. øllum børnum í fólkaskúlanum. Úrslitið av hesi og eini víðkaðari kanning í 2009 var, at títtleikin av autismu í Føroyum varð staðfestur at vera uml. 1% og tískil tann sami sum aðrastaðni. Í 2009 vóru eisini blóð ella spýtt royndir tiknar til ílegukanningar, og í hesum sambandi varð ein kontrolbólkur eisini boðin at luttaka (sama kyn og aldur). Ætlanin er nú at at kanna, um munur var á nøgdunum av kviksilvuri og D-vitamin í móðurlívi hjá teimum við autismu og kontrolbólkinum. Hetta ber til at kanna í blóðinum, sum var tikið á PKU kort, beint eftir at hesi vóru fødd. Kanningin kann geva eina ábending um, hvørt høgar nøgdir av kviksilvuri, ella D-vitamin trot í móðurlívi hava samband við autismu.

Verkætlanarábyrgd: Gunnar RestorffToke Meier Carlsen

Toke Meier Carlsen og Gunnar Restorff granska í støddfrøðiliga økinum operator algebra. Meiri ítøkiliga arbeiða teir við klassifikatión av C*-algebraum og hyggja at C*-algebraum, ið koma frá dynamiskum skipanum ella kombinatoriskum strukturum, so sum 

  • graf C*-algebrair,
  • C*-algebrair knýttar at skiftrúmum,
  • Cuntz-Krieger algebrair,
  • C*-algebrair knýttar at hægri rangs grafum,
  • groupoidu C*-algebrair,
  • Cuntz-Pimsner algebrair, og
  • C*-algebrair knýttar at produkt skipanum av Hilbert bimodulum.

Teir kanna eisini algebraiskar analogar av slíkum C*-algebraum, so sum

  • Leavitt path algebrair,
  • Steinberg algebrair, og
  • Cuntz-Pimsner ringar,

og teirra samband við atknýttu C*-algebrairnar, og harumframt eisini symbolskar dynamiskar skipanir og K-teori.

Verkætlanarábyrgd: Prof. Qin Xin

 

 

COST (European Cooperation in Science and Technology) is one of the longest-running European instruments supporting cooperation among scientists and researchers across Europe. Prof. Dr. Xin is currently serving on Management Committee Board of Denmark for several COST projects in the ICT domain including IC1304, TD1207, IC1101, IC1004, IC0906, and IC0902.

IC1304 is an ICT project on Autonomous Control for a Reliable Internet of Services. Currently, we are witnessing a paradigm shift from the traditional information-oriented Internet into an Internet of Services (IoS). This transition opens up virtually unbounded possibilities for creating and deploying new services. Eventually, the ICT landscape will migrate into a global system where new services are essentially large-scale service chains, combining and integrating the functionality of (possibly huge) numbers of other services offered by third parties, including cloud services. At the same time, as our modern society is becoming more and more dependent on ICT, these developments raise the need for effective means to ensure quality and reliability of the services running in such a complex environment. Motivated by this, the aim of this Action is to create a European network of experts, from both academia and industry, aiming at the development of autonomous control methods and algorithms for a reliable and quality-aware IoS.

TD1207 is an ICT project on Mathematical Optimization in the Decision Support Systems for Efficient and Robust Energy Networks. Energy Production and Distribution (EP&D) is among the biggest challenges of our time, since energy is a scarce resource whose efficient production and fair distribution is associated with many technical, economical, political and ethical issues like environmental protection and people health. EP&D networks have rapidly increased their size and complexity, e.g. with the introduction and interconnection of markets within the EU. Thus, there is an increasing need of systems supporting the operational, regulatory and design decisions through a highly inter-disciplinary approach, where experts of all the concerned fields contribute to the definition of appropriate mathematical models. This is particularly challenging because these models require the simultaneous use of many different mathematical optimization tools and the verification by experts of the underlying engineering and financial issues. The COST framework is instrumental for this project to be able to coordinate the inter-disciplinary efforts of scientists and industrial players at the EU level.

IC1101 is an ICT project on Optical Wireless Communications. Wireless transmission via optical carriers opens doors of opportunity in areas as yet largely unexplored. Offering significant technical and operational advantages, optical wireless communication (OWC) can be, in some applications, a powerful alternative to and, in others, complementary to existing radio frequency (RF) wireless systems. Variations of OWC can be employed in a diverse range of communication applications ranging from very short-range (on the order of millimetres) optical interconnects within integrated circuits through outdoor inter-building links (on the order of kilometres) to satellite links (larger than 10,000 kilometres). In many respects, OWC research is still in its infancy and calls for extensive research to begin to harness the enormous potential of the optical spectrum. This COST Action will serve as a high-profile consolidated European scientific platform for interdisciplinary OWC research activities, spanning from characterization of diverse propagation media to modeling, design and development of devices, components, algorithms/protocols and systems. It will make significant contributions to the fundamental scientific understanding, technical knowledge, engineering design and applications while promoting community awareness of this emerging field. Development of novel and efficient communication technologies resulting from integrated research activities made possible through this Action will be a significant enabler for future-generation heterogeneous communication networks supporting a wide range of wireless services/applications.

IC1004 is an ICT project on Cooperative Radio Communications for Green Smart Environments (GSEs). This Action addresses research issues in the field of cooperative radio communications to make our society cleaner, safer, and more energy efficient. The main objective of this project is to increase knowledge of cooperative communications applied to GSEs, by exploring and developing new methods, models, techniques, strategies and tools, in a context enriched by deep industry-academia links. 

IC0906 is an ICT project on Wireless Networking for Moving Objects. The main objective of this Action is to advance the state-of-the-art concerning networking aspects of scenarios integrating moving objects of the most varied kinds, ranging from personal use devices to sensors, into the Internet of the Future. In particular, the Action will coordinate the development of new algorithms, techniques, protocols models and tools that will facilitate the integration of moving objects into pervasive and ambient communications. The Internet of the Future will incorporate a large number of autonomous wireless objects moving with diverse patterns and speeds while communicating via several radio interfaces. Examples of such objects may include humans, cars or unmanned aerial vehicles, with every object acting as a networking device generating, relaying and/or absorbing data. Achieving the Internet of the Future, will require global interoperability amongst objects/devices, not typically common place due to inherent features of today’s Internet. To overcome the current shortcomings, a number of research challenges have to be addressed in the area of networking, including protocol engineering, development of applications and services, as well as realistic use-cases. The Action will increase the knowledge and coordinate research efforts of national and international projects in the area of Wireless Networking for Moving Objects (WiNeMO). Its activity will foster wide dissemination of research results, serving as an internationally recognized reference point through capacity building of WiNeMO stakeholders offering appropriate networking opportunities to early-stage researchers. The results will be also demonstrated through joint living labs and show cases for researchers, decision makers and public exhibitions.

IC0902 is an ICT project on Cognitive Radio and Networking for Cooperative Coexistence of Heterogeneous Wireless Networks. The main objective of this Action is to integrate the cognitive concept across all layers of communication systems, resulting in the definition of a European platform for cognitive radio and networks.

Verkætlanarábyrgd: Sunniva S. Sigurdardóttir

 

 

Starvsstovan á Fróðskaparsetri Føroya ger kanningar av umnnaru og uttaru – eginleikarbv sj n- bæði innaru og uttaru – eginleikum hjá verum, umframt umhvørviskanningar. Tveir laborantar eru knýttir at starvsstovuni, sum røkja dagliga virksemi. Starvsstovuhølini á Náttúruvísindadeildini verða fyrst og fremst brúkt til starvsstovuvenjingar hjá teimum lesandi, meðan granskingin síðstu árini hevur verið framd á granskingarsetrinum iNova.

Starvsstovan hevur ymisk tól og kann gera m.a.:

  • PCR og elektroforesu
  • Proteinkanningar
  • Spektrofotometriskar kanningar innan sjónliga og ultravioletta øki
  • Mikrobiologiskar kanningar
  • Mátingar av geislavirkni – cesium, strontium og technetium

Starvsstovan hjá Náttúruvísindadeildini á Nóatúni 3 hevur tvey rúm við 4 benkrum. Eina stovan er ætlað til mikroskop og ellæru, meðan hin, meir rúmliga stovan verður brúkt til lívfrøðiligar kanningar. Starvsstovan hevur stinkskáp, LAF-bonk og ymisk tól og tøkni til smærri kanningar og royndir. Lesandi og onnur, ið ætla at brúka starvsstovuna kunnu venda sær til laborantarnir (akiv(at)setur.fo ella sunnivass(at)setur.fo).kunnu venda sær til laborantarnar.

Verkætlanarábyrgd: Hans Pauli Joensen

Rannsóknir verða gjørdar av dálking frá mannelvdu geislavirknu evnunum cesium-137 og strontium-90 í føroyska umhvørvinum, á sjógvi og á landi. Kanningar verða eisini gjørdar av technetium-99, ið er latið út á sjógv frá Sellafield-verkinum.

Geislavirknu evnini, ið eru við í kanningunum av umhvørvinum á landi, stava frá kjarnorkuvápnaspreinginum, serliga seinast í fimmtiárunum og í fyrra helmingi av sekstiárunum, og frá kjarnorkuvanlukkuni í Tjernobyl 26. apríl 1986. Hesi dálkingarevni eru fyrst og fremst komin í føroyska umhvørvið við regninum, og kanningarnar vísa tí eisini, at mest dálking er, har tað regnar mest. Seinastu árini er serliga kannað, hvussu evnini flytast í føðiketuni hjá seyði, og harvið koma í okkum føroyingar, ið jú eta nógv seyðakjøt. Men aðrar mátingar finnast heilt aftur til fyrst í sekstiárunum, m.a. av ymiskum matvørum. Arbeitt verður við at savna og kanna hesar langtíðarmátingarnar. Fyribilsúrslit vísa, at Føroyar eru viðkvæmar samanbornar við onnur lond, tá ræður um geislavirkna dálking. Føroyska náttúran er soleiðis innrættað í mun til nógvar aðrar, at størri partur av evnunum cesium-137 og strontium-90 endar í lokalt framleiddu matvørunum, og harvið í fólkinum.

Nærri umrøða av kanningum í Føroyska umhvørvinum sæst her.
Skrivligt tilfar um kanningarnar finst her.
Ein fyrilestur í sjónvarpsrøðini "Speki" í Sjónvarpi Føroya sæst her.
PowerPoint sýning frá fyrilestrinum eru her.

Kanningarnar verða m.a. gjørdar saman við starvsfeløgum uttanlands. Her er at nevna NKS (Nordic Nuclear Safety Research) og AMAP (Arctic Monitoring and Assessment Programme), og annars samstarvið millum Náttúruvísindadeildina og DTU Nutech um langtíðarmátingar av geislavirknari dálking í føroyska umhvørvinum. Aðrir stovnar eru eisini.

Verkætlanarábyrgd: Bárður Niclasen og Knud Simonsen

Mapping of the tidal stream energy potential in the Faroe Islands

Both in order to reduce the carbon dioxide emission as a contribution to combat the global warming, but also to reduce the reliance on fossil fuel,  it is necessary for the Faroes to increase the electricity generation from renewable natural resources.

Internationally, tidal current energy has been recognized as a highly predictable resource of sustainable energy with relative low environmental impact. Major technology progression and developments in recent years have now made exploitation of this natural resource commercial interesting for many sites world wide.

The relatively strong tidal currents on the Faroe Shelf are fairly well known. However, detailed mapping of the potential energy from this natural resource, including identification of potential generation sites, and investigation of the possible environmental impact due to extraction of energy from tidal stream still remains.

The main purpose of the proposed project is to initiate detailed mapping of the available technological extractable tidal stream energy on the Faroe Shelf, to identify possible sites for utilization of this natural resource and to investigate the environmental impact of extracting a given fraction of the available energy at the identified sites.

The secondary purpose of the project is the generate a new generation of high resolution and accurate tidal information data base for utilization for navigation, aquaculture and a large number of research projects related to the ecosystem on the Faroe Shelf as well to industry applications in the shipping, aquaculture and off-shore oil industries.

Further information
For further information you are welcome to contact Dr. Knud Simonsen or Dr. Bárður Niclasen.

Veðurvánir

Í Føroyum er tað serliga Landsverk, sum ger veðurmátingar kring landi, meðan  útlenskir stovnar leggja fylgisveinamyndir av skýggjunum út á netið. Veðurvánir fyri okkara økið verður somuleiðis gjørt av fleiri útlenskum veðurstovnum, og fleiri teirra leggja hesa úrslit ókeypis út á internetið. Nakrar av veðurmátingunum og vánunum fáast við at trýsta her.

Alduvánir

Aldumátingar eru gjørdar á føroyska landgrunninum í meira enn eina fjórðingsøld, og seinni árini eru fleiri útlenskir stovnar farnir undir at gera aldukort, sum eisini fevna um føroyska landgrunnin. Seinastu árini hevur  Fróðskapsetrið ment ein háloysiligan alduvánamyndil fyri  innaru leiðirnar á Landgrunninum. Aldumátingar og alduvánir fáast við at trýsta her.

Sjóvarfall

Plottaraskipan við streymkortum og fiskimiðum, sum koyrir á vanligum teldum, vanliga nevnd HÚK skipanin, er tøk frá heimasíðuni www.mid.fo.

Streymkurvar grundaðar á einari streymmáting, sum Havstovan gjørdi á Munkagrunninum í 1981, fæst fyri fylgjandi ár (trýst á árstalið): 201220132014201520162017201820192020.

Hagfrøðikunning um sjóvarfalsrákið og alduhædd, sum er grundað á úrslit frá teldusimuleringum, eru tøk frá heimasíðuni www.streymkort.fo.

Verkætlanarábyrgd: Jonhard Eysturskarð

Fitt av tíð og orku varð nýtt til at fáa fígging til ein PhD-undanverkætlan, sum millum annað hevði til endamáls at gera yvirlit yvir fyritøkur, ið framleiða gelatin og collagen, hvørjir keypararnir og marknaðirnir eru, hvørji krøv verða sett til rávøruna og hvørjir lág- og hávirðis vøruúrdráttir kunnu framleiðast úr rávøruni.

Lýst varð eftir fólki, og ein ungur dugnaligur verkfrøðingur í biotøkni frá DTU, Jonhard  Eysturskarð (JE), varð settur í starv.

Heidelberg
Í byrjanini av PhD-undanverkætlanin fór JE í lag við at finna, fáa til vega og lesa vísindaligar greinar, viðkomandi bóklingar og heimasíður, sum lýsa gelatin- og collagen-virksemið kring knøttin. Síðani fór JE saman við Granskingardeplinum í evnafrøði og lívtøkni  og samskiparanum av fiskivinnugransking, Jákup Mørkøre á Fiskimálaráðnum, undir at fyrireika eina ferð til Heidelberg í Týsklandi, har ein stór altjóðað gelatin-ráðstevna varð hildin í tíðarskeiðinum 6. til 9. september 2005. Henda ráðstevna verður einans hildin fjórða hvørt ár. 

Umframt at ráðstevnan gav JE eitt gott innlit í, hvat rørist á gelatin-økinum, fekst samband við granskarar, framleiðarar, sølufólk og keyparar kring allan knøttin.

Út í heim
Eftir hesa ráðstevnu varð farið undir at fyrireika vitjanir í Spania, Fraklandi, Onglandi, Kanada og USA.

Í Amerika vitjaði JE, Bob Welland, varastjóra hjá Kenney & Ross (Norland), sum er týdningarmesti kaldsjóarfiska-gelatin framleiðari í heiminum. Høvi fekst eisini at vitja professaran Joe M. Reigenstein, sum hevur drúgvar royndir innan gransking í fiska-gelatin og er serfrøðingur innan kosher- og halal-marknaðin. Hesir eru marknaðirnir hjá ávikavist jødum og muslimum.

Junca
Í Evropa vitjaði JE fyritøkuna Rousselot (Frakland), sum er næststørsti gelatin framleiðarin í heiminum, Cardinal Health (England), sum nýtir fiska-gelatin til at hylkja heilivág í, CSIC (Consejo Superior de Investigaciones Científicas, Madrid, Spania), sum hevur drúgvar royndir innan gransking í fiska-gelatin, og sponsku gelatin-fyritøkuna Junca.

JE fekk samband við CSIC ígjøgnum Magnus Paula Magnussen, Cand pharm. & PhD (MPM), sum áður hevði vitjað granskingarlundina í samband við eina námsferð við næmingum úr Fiskivinnuskúlanum.  MPM hevur upparbeitt eitt sera stórt og virðismikið kontaktnet av serkønum fólkum úti í heimi, og hevur MPM og hansara netverk verið av stórum týdningi fyri føroyska gransking og menning.  Í gjøgnum professaran Javier Borderías, sum starvast á CSIC, fekk JE møguleikan at vitja gelatin-fyritøkuna Junca í januar 2006. Eftir hesa vitjan og eftirfyljgandi rapportering fekk Egil Olsen, táverandi stjóri á, Faroe Marine Biotech, samstarv í lag við sponsku gelatin-fyritøkuna.

Seanenergy
Stovnsetanin av Seanenergy á Eiði kom ikki av tilvild, men harafturímóti sum eitt beinleiðis úrslit av miðvísari og tættari samvinnu  millum Granskingarkjarnan í evnafrøði og biotøkni og Faroe Marine Biotech  í fyrsta umfari og millum Junca og Faroe Marine Biotech í øðrum lagi.

PhD-verkætlanin sjálv
Eftir hesa PhD-undanverkætlan fekst eftir tógvið stríð figging til eina PhD-verkætlan um collagen og gelatin. Bróðurparturin av fíggingini var útlendskur kapitalur.

Endamálið við hesi ígongdverandi verkætlan er at: Process-optimera extraktión av collagen/gelatin burtur úr skræðu av føroyskum fiskasløgum, so sum toski, upsa og hýsu, svartkjafti, gulllaksi, laksi. Máta týdningarmestu alisfrøðiligu og evnafrøðiligu parametrarnar av framleidda gelatininum og kanna eftir, um hesi parametrar eru støðugir ella broytast við árstíðini. Sammeta mátaðu parametrarnar við útlendsk virði og harvið staðfesta, um føroyskt fiskagelatin hevur serstakar eginleikar ella ikki. Hækka bráðpunktið á marina gelatininum í fyrsta lagi við krossbindingum framdar við enzymum, t.d. transglutaminase og í øðrum lagi við polysaccharidum, eitt nú kappa-carageenan, og harvið gera tað handilsliga kappingarført við onnur terrestrial gelatin-sløg.

Verkætlanin fer fram í Tróndheimi í Noregi. Higartil eru fleiri nýggj og týdningarmikil úrslit nádd. Úrslit, sum  kunnu fara at hava stóran týdning fyri føroyska collagen-gelatin-framleiðslu

Verkætlanarábyrgd: Khanh Duc Ngyuen, PhD-studentHilmar Simonsen, PhD-student, Robert James (Jim) Brown, professor,  Ph.D., supervisor.

Improved techniques for processing and interpretation of seismic data from the Glyvursnes-Vestmanna Seismic Tie (GlyVeST)

The objective of the project, in summary, is to correlate geologically, that is, to obtain a seismic tie, between the two relatively well surveyed borehole sites at Glyvursnes and Vestmanna. By recording both onshore and offshore seismic data as well as using improved techniques for processing and interpretation of these data, we hope to provide answers to several questions regarding the significant geologic differences observed between the two locations.

This project started in 2006 and is financed by NVD and the oilcompanies Statoil and BP through the SINDRI project, and also by Phillips Petroleum through the PUFFIN Project.

Further information
For further information you are welcome to contact:

Khanh Duc Ngyuen, PhD-student
Hilmar Simonsen, PhD-student
Robert James (Jim) Brown, professor,  Ph.D., supervisor.

Verkætlanarábyrgd: Bárður Á. Niclasen og Knud Simonsen

Føroyar er fiskivinnutjóð burturav, og ein stórur partur av flotanum eru lutfalsliga smá fiskifør. Harumframt er eitt stórt tal av smáum frítíðarbátum,  og vænta verður at sjóferðavinnan fer at vaksa munandi komandi árini. Hóast hetta er eingin sjóstøðu forsagnarskipan, sum tekur við ávirkan av bæði veðrið og rákið, virkin fyri økið.

Mistur stabilitetur orsaka av sjóstøðuni orsøk til nógv forlis
Kanningar av forlisum, sum eru hend í Noregi og  Íslandi, vísa, at í meira enn 50% av hendingunum eru førini kollsigld, og at mistur stabilitetur orsakað av sjóstøðuni í flestu førum er orsøkin. Líknandi niðurstøður eru eisini gjørdar í kanning av skrásetingunum hjá klassingarfelaginum Loyds. Líknandi kanningar av óhappum í føroyskum økið eru ikki gjørdar, men nógv bendir á,  at viðurskiftini ikki eru so nógv øðrvísi hjá okkum.

Sjóstøðu ávaringarskipanir í grannalondunum
Siglingarstofa Islands hevur longu tikið hettar til eftirtektar, og hevur eina ávaringarskipan, har teir nýta alduvánirnar frá ECMWF, og innan International Maritime Organisation (IMO) verður arbeitt við at innføra nýggj  ávaringar kriteri'ir fyri vandamiklar sjóstøður. Flestu kriteri'ini, sum eru í uppskoti, knýta parametrar fyri sjóstøðuna ímóti stabilitetinum hjá ymsum skipasløgum.

Nevndu kanningar benda á, at tað í størri mun er aldubrattleikin, heldur enn alduhæddin, sum hevur elvt til óhappini. Um streymur er í økinum, so er tað serliga alduhæddin, sum verður ávirkað, meðan rákið bert ávirkar hæddina í lítlan mun. Alduvánamodellini, sum flestu veðurstovnar kring heimin nýta, hava ikki ávirkanin av rákinum á sjóstøðuna við í sínum útrokningum, og hetta er ein vansi í økjum, sum t.d. tí føroyska, har tað er kent at samanrenning av aldum og sjóvarfalsrákinum kann elva til vandamiklar sjóstøður.

Verkætlanin á Setrinum
Seinastu árini hevur Fróðskaparsetrið framt rættuliga neyvar teldusimuleringar av sjóvarfalsrákinum, og í einari PhD-verkætlan er eitt verandi aldumodel tillaga til at taka við ávirkanina, ið streymur hevur á sjóstøðuna.  Hesin tólbúnaðurin er høvuðsgrundarlagi undir sjóstøðuávaringarskipanini, sum nú verður ment í einari 2 ára post. doc. verkætlan, sum Granskingarráðið og Fiskivinnuroyndum undir Fiskimálaráðnum fíggja í felag. Í verkætlanini verður skipanin ment og partvíst roynd, og harumframt verður útgreina, hvussu ein slík skipan kann gerast operativ í Føroyum. Verkætlanin endar við ársenda av 2008.

Meira at vita
Fleiri upplýsingar um verkætlanina fáast við at venda sær til Bárður Á. Niclasen, PhD, verkætlanarsettur, ella Knud Simonsen, lektara, verkætlanarleiðara.

Verkætlanarábyrgd: Gunnvør á Norði, PhD-lesandi, Eilif Gaard,  granskari/adj. lektari og Knud Simonsen, lektari

Í verkætlanini verður kannað, hvussu lívrunna tilfarið frá alibrúkum ávirkar botnin og sjógvin nærhendis alibrúkum.

Kanningarnar fara fram í Kaldbaksfirði, har ringrásin hjá lívrunnum tilfari verður kannað. Tilføring av lívrunnum tilfari, flutningur niður á botn, flutningur við streymi, roting niðri á botni, í hvønn mun ymisk evni seyra ímillum botnin og sjógvin og hvussu tað ávirkar trivnaðurin hjá alifiski.

Ætlanin er at gera kanningina so fullfíggjaða, at tað verður møguligt, út frá nøkrum fáum upplýsingum, at meta um hvussu støðan er á øðrum aliøkjum aðrastaðni.

Verkætlanin byrjaði í 2006 og fer fram á Fiskirannsóknarstovuni, í samstarvið við aðrar stovnar.  Fíggjarligur stuðul er latin av oljufeløgunum Statoil, Cheveron Texaco og Geysir, umfamt P/F Fiskaling og Granskingarráðnum.

Meira kunning
Meira fæst at vita við at venda sær til:

Gunnvør á Norði, PhD-lesandi, Fiskirannsóknarstovan/Náttúruvísindadeildin.
Eilif Gaard,  granskari/adj. lektari, Fiskirannsóknarstovan/Náttúruvísindadeildin.
Knud Simonsen, lektari, Náttúruvísindadeildin.

Verkætlanarábyrgd: Øystein Patursson, PhD-lesandi og Knud Simonsen, lektari, vegleiðari

Endamálið er at menna aliútgerð, sum økir um møguleikarnar at ala á streymasjógvi og í økjum, sum ikki eru vard fyri aldu. Hettar verður gjørt við numeriskari simulering, model royndum í tanga og við at máta úti á alibrúkum.

PhD-verkætlanin byggir á verkætlan, sum Fróðskaparsetrið gjørdi saman við netavirkið Vónina og Fiskirannsóknarstovuna í 2002-03. Í tí verkætlanini vórðu royndir gjørdar í brunninum hjá Vónini í Fuglafirði, sum góvu eina klára ábending um, at rúmi í einari alinót verður nógv ávirka av rákinum. Seinni eru fleiri mátingar gjørdar á alinótum, sum vátta hesi úrslitini.

Ph.D. verkætlanin byrjaði í 2003 og verður framd í samstarvi millum Fróðskaparsetrið og University of New Hampshire, USA, umframt at samstarvað verður við bæði virkir og stovnar í Føroyum. Model royndir eru gjørdar í brunnunum hjá University of New Hampshire og eisini í brunninum hjá US Navy Academy í Baltimore.

Ph.D. verkætlanin verður fíggjað av Statoil-bólkinum (Statoil, Phillips, Enterprise og Veba).

Verkætlanarábyrgd: Høgni Hammerhaim Debes, PhD-kandidatur, og Eilif Gaard, granskari/adj. lektari.

Vøksturin hjá plantuplankton á landgrunninum er kannaður og roynt er  at skilja, hví vøksturin ikki er eins á øllum landgrunninum og hvørjar orsøkirnar eru til, at hann ikki er eins á hvørjum ári. Serliga verður hugt eftir árininum, sum skiftandi beiti hjá djóraplankton hevur.

Verkætlanin byrjaði í 2003,  er framd á  Fiskirannsóknarstovuni og endaði í juni 2007 við PhD-verju á Fróðskparsetrinum.  Fíggjarligur stuðul var  latin av oljufeløgunum Anadarko og BP Amoco.

Meira um verkætlanina fæsta við at venda sær til:
Høgna Hammerhaim Debes, PhD-kandidatur, Fiskirannsóknarstovan
Eilif Gaard,  granskari/adj. lektari, Fiskirannsóknarstovan/Náttúruvísindadeildin.

Verkætlanarábyrgd: Bárður A. Niclasen, PhD-kandidatur og Knud Simonsen, lektari, vegleiðari

Sammanrenningar av aldu uttan av havi, vindi, og sjóvarfalsstreymi kunnu elva til sera fløkt alduviðurskifti, ið kunnu verða vandamikil sjálvt hjá størri skipum. Neyvar simuleringar av sjóvarfalsstreymunum og neyvar veðurforsagnar simuleringar lata upp fyri møguleikanum at gera rættuliga neyv alduatlas og eisini alduforsagnarskipanir.

Í hesari verkætlan var endamálið at menna eitt numeriskt aldumodell, sum út frá forsagnum frá veðurmodellum og úrslitunum frá numeriskari simulering av sjóvarfallsrákinum skal gera forsagnir um alduviðurskiftini á føroyska landgrunninum.

Aldumátingar eru avgerandi fyri at skilja alduviðurskiftini og fyri at meta um modellini eru í samsvar við veruleikan. Landsverkfrøðingurin hevur í samstarvi við Vaktar- og Bjargingartænastuna havt aldumátara liggjandi kring Føroyar í meira enn 20 ár. Mátingarnar frá hesari skipan verða lisnar upp í útvarpinum. Seinastu árini hava oljufeløgini, sum hava áhuga fyri oljuleiting við Føroyar, fíggja raksturin av mátaranum sunnanfyri og hevur virkið Data Quality staðið fyri rakstur og viðgerð av mátingunum. Neyvari kanningar eru gjørdar av hesum mátingum, og samanberingar eru gjørdar við úrslitini frá modelunum.

Verkætlanin byrjaði í desembur 2002, og ritgerðin varð vard í apríl 2007.  Fíggja verkætlanina gjørdi Statoil-bólkurin (Statoil, Phillips, Enterprise og Veba).