Granskingarverkætlanir á Søgu- og samfelagsdeildini

At verkætlanini eru knýtt:Gestur Hovgaard, lektari og projektleiðari, Hans Andrias Sølvará, lektari, Rolf Guttesen, adjungeraður lektari, Erling Isholm, adjunktur og Mirjam Joensen, vísindaligt hjálparfólk. 

Talan er um eina verkætlan, hvørs endamál er at gera eina heildarlýsing av teimum sosialu kraftum, sum grundleggjandi broytti Føroyar frá bónda- til fiskivinnusamfelag, frá tradisjón til modernitet.

Tað nýskapandi við hesi verkætlan er ikki bara tann nýggja vitan um samfelagsmenningina hon gevur, men ikki minst royndin at gera eina heildarlýsing av samfelagsmenningini. Nýskapandi er eisini, at talan er um tvørvísindaliga verkætlan, ið sameinir m.a. fakini søga, sosiologi og geografi.

Støði verður tikið í 4 evnum (tema). Fyrsta tema er eitt idé-søguligt tema, tvs. tær ávirkanir sum koma frá upplýsingartíðini og nýggjum sosialum rørslum. Næsta tema er tað sosio-politiska, tvs. broytingar í sosialum og politiskum skipanum og stovnum. Triðja tema viðgerð økonomiskar broytingar. Fjórða tema handlar um tey, sum fella uttanfyri normalsamfelagið, tey fátøku og á annan hátt marginaliseraðu.

Verkætlanin er sett í verk á Søgu- og samfelagsdeildini og er stuðlað av Granskingargrunninum, sum fíggjar ein stóran part av henni. Sí verkætlanarlýsing á gransking.fo

At verkætlanini eru knýtt: Gestur Hovgaard, ph.d., lektari og Beinta í Jákupsstovu, adj. lektari.

Norðurlendskir Baltiskir smástatir: Fatanir um økonomi, trygd og ídentitet í einum alt meira regionalum Europa.

Hendan verkætlanin hevur til endamáls at knýta saman gransking og útbúgving um smátjóðir, og at knýta saman netverk millum samfelagsfrøðingar við áhuga í smátjóðum. Verkætlanin er undir leiðslu av “Center for Small State Studies” við Háskóla Islands, og umfatar íalt 6 lond.

 

 

At verkætlanini eru knýtt: Gestur Hovgaard, ph.d., lektari og Karin J. Knudsen, granskari (Granskingardepilin).

Hendan verkætlanin tekur fram avbjóðingina, sum øktur mobilitetur hevur í modernaða útjaðarasamfelagnum, og serliga ta avbjóðingina sum liggur í, at vit ikki hava nóg góð hagtøl at granska hetta fyribrigdi. Tí er endamálið at gera eitt sonevnt pilot-study til tess at finna fram til, hvussu álítandi tøl um mobilitet kunna fáast til vega. Verkætlanin er undir leiðslu av Universitetet i Tromsø, við luttøku úr 3 norðanlondum og Canada.

Verkætlanarábyrgd: Hans Andrias Sølvará, lektari

Hendan verkætlanin snýr seg um politisku søgu Føroya frá 1906 til 1925. Við støði í politiskum stríðsspurningum úr politisku søgu Føroya í tíðarskeiðinum verður radikaliseringin av sjálvstýrisstríðnum í Føroyum lýst og greinað. Ætlanin er, at verkatlanin skal enda við einum størri bókacverki um politisku søgu Føroya.

Verkætlanarábyrgd: Hans Andrias Sølvará, lektari

Hendan verkætlanin er seinasti liður í árbeiði við bókaverki í trimum bindum um Klaksvíkar søgu, sum byrjaði í 2007. Fyrsta og annað bind komu í 2008 og 2009. Tann triðja bókin fer at snúgva seg um Klaksvíkar søgu eftir 1940. Talan er um verkætlan, sum verður fíggjað av Klaksvíkar kommunu.

Verkætlanarábyrgd: Hans Andrias Sølvará, lektari, og Erling Isholm, adjunktur

Hendan verkætlanin er samstarv millum Fróðskaparsetur Føroya og NÁM. Talan er um størri verkætlan hjá NÁM, sum snýr seg um at skriva alt undirvísingartilfarið í søgu til fjórða, fimta og sætta flokk í fólkaskúlanum av nýggjum. Í fyrstu atløgu er avtala gjørd um at skriva søgutilfarið til fjórða flokk av nýggjum.

Verkætlanarábyrgd: Ólavur Christiansen, ph.d.,  lektari

Classic grounded theory er ein metoda til at skapa ástøði beinleiðis úr dátum (t.v.s. ástøði sum eru grundað í dátum). Fyrsta stigið í ástøðis-skapanini er at finna ”kjarnuvariabulin”, ið forklárar mest av variatiónini í dátunum. Næsta stigið er skapa eitt ástøði ”rundan um” kjarnuvariabulin, og soleiðis menna nýggja vitan.