Granskingarverkætlanir á Granskingardeplinum

Undir høvuðsheitinum Samfelagsmenning – vald og demokrati er gjørd granskingar- og menningarætlan fyri komandi árini. Gransking innan evni samfelagsmenning, vald og demokrati fevnir um gransking av teimum mest grundleggjandi viðurskiftunum í samband við, hvussu eitt samfelagið er skipað og samansett, og hvussu virðini í samfelagnum verða býtt.

Evnið Samfelagsmenning - vald og demokrati fevnir víða, men eru í granskingar- og menningarætlanini vald út nøkur undirevnið, ið vit hava valt at leggja dent á komandi árini á Granskingardeplinum fyri Samfelagsmenning.

Valdsanalysur av ymiskum slagi eru í grannalondum okkara oftani týðandi partur av grundarlagnum, tá viðurskifti í samfelagnum verða tikin upp til t.d. politiska viðgerð, mett ella eftirmett, og dagførd ella skipaði av nýggjum. Í Føroyum eru ikki traditiónir fyri slíkar gransking, hóast slík gransking hevur eins stóran týdning í føroyska samfelagnum, sum í grannalondum okkara. Við tað at Granskingardepilin setir evnið Vald og demokrati á dagskrá verður hetta ætlandi broytt og fara ymisk sløg av valdsanalysum at gerast partur av føroysku samfelagsgranskingini í framtíðini.

Dentur verður lagdur á ávís kjarnugranskingarevnir innan samfelagsmenning – vald og demokrati. Hesi eru:

  • Tilfeingisumsiting
  • Vald í samfelagnum
  • Samfelagsmenning í smátjóðum
  • Policy studies og aðrar kanningar
  • Craft International – siðbundið handverk og ferðavinna
  • Luttøka og íverksetan, við denti á lokala framleiðslu, list, mentan og ferðavinnu

Verkætlanarábyrgd: Olga Biskopstø, samfelagsfrøðingur á Granskingardeplinum fyri Samfelagsmenning.

 

Verkætlanartíðarskeið: 2011-2014

Fígging: Verkætlanin er fíggjað av Northern Pherephery Project, NORA, Vinnuframagrunninum, Granskingardeplinum fyri Samfelagsmenning o.ø.

Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning er partur av altjóða granskingarverkætlan nevnd Craft International. Hetta er ein verkætlan til frama fyri lokalt handverk og ferðavinnu.

Endamálið við verkætlanini er at finna og fremja tiltøk, har tilfeingið er lokalt siðbundið handverk

Talan er um nýskapandi og burðardygga vinnu í útjaðaranum, og bulurin í tiltøkunum er ferðavinna.   

Framhald av Economusée Northern Europe verkætlanini
Henda verkætlan er eitt framhald av verkætlanini Economussée, ið Granskingardepilin hevur luttikið í síðani 2008. Munurin millum nýggju verkætlanina og Economusée er, at tað nú fyriliggur eitt grundleggjandi tilfar, ið skal brúkast til at menna fleiri Economusée tiltøk, við tí ískoyti, at ferðavinnan nú verður inndrigin sum beinleiðis samstarvspartur og netverkið verður ment.

Ein partur av Craft International verður at knýta Economusée tiltøkini upp í skipaðar ferðaleiðir. Hetta skal tryggja, at alt Norðuratlantiska økið kann bjóða tiltøk, ið eru knýtt at hvør øðrum, har vørumerki er dygd og lokalt engagement.

Økini, ið eru partur av verkætlanini, eru: Norra, Svøríki, Kanada, Grønland, Føroyar, Ísland, Onglandi og Írland.

Gongdin í ferðavinnuni seinnu árini hevur víst, at tey sum vilja ferðast í Norðuratlantiska økinum ynskja sær autentiskar upplivingar. Tey vilja m.a. síggja og uppliva lokalt handverk, mat og mentan.

Craft International slóðar vegin fyri einum konsepti, har lokalt siðbundið handverk og ferðavinna ganga saman um at bjóða ferðafólki eina dygdar uppliving. Rávøran er tað siðbundna handverkið og søgan handan handverkið. Vørurnar, sum verða framleiddar á verkstøðunum, verða seldar lokalt og á internetinum.

Verkætlanaabyrgd fyri Føroyar: Dennis Holm, samfelagsfrøðingur, Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning.

Verkætlanartíðarskeið: 2010-2012

Útgávur í samband við verkætlanina: Arbeiðsrit 28, 2011: : Nógv at læra úr Norra – ferðafrásøgn frá vitjan við Gloppenfjørðin

Á heysti 2010 byrjaði verkætlanin Lærings- og inspirationsnetværk for aktive ildsjæle i 4 nordiske lokalsamfund i udkantsområder, sum er ein verkætlan, ið er fíggjað av Nordisk Ministerråd.

Við í verkætlanini eru fýra útjaðarasamfeløg í Norðurlondum: Vágur í Føroyum, Ísafjørðurin í Íslandi,Gloppen í Norra og Janderup í Danmark. 

Verkætlanarleiðari er Karen Vestergaard-Poulsen, sum er stjóri á Det Danske Europa Institut A/S. Tey fýraútjaðarasamfeløgini eru annars umboðaði soleiðis: 

  • Janderup, Danmark: Hans Christian Jensen, Formand for Lokalrådet.
  • Gloppen Kommune, Sandane, Norra: Olav Fure, oppvekstsjef Gloppen Kommune.
  • Vágur, Føroyar: Dennis Holm, leiðari á Granskningardepilin fyri Samfamfelagsmenning.
  • Ísafjørður, Ísland: Margrét Geirsdóttir, Forstödumadur Skola- og Fjölskylduskrifstofu.

Endamál við verkætlanini
Endamálið við verkætlanini Lærings- og inspirationsnetværk for aktive ildsjæle i 4 nordiske lokalsamfund i
udkantsområder er í fyrsta umfari:· at fáa skapt eitt læringsnetverk

  • at styrkja um førleikarnar hjá eldsálum
  • at kunna um nýggj læringsamboð
  • at kunna um loysnings-modellir hjá hvørjum øðrum
  • at økja um kunnleikan til norðurlendskt mál og -mentan og norðurlendskan samleika

Harnæst er endamálið

  • at skapa eitt felags virtuelt rúm
  • at kunna og læra um netverk
  • at skapa rúm fyri útveksling av royndum
  • at skapa góðsku og nýskapan viðvíkjandi læring
  • at betra um eginleikarnar við KT sum samskiftisamboði
  • at geva íblástur til ”aktive citizenship” / at íbúgvar verða virknir
  • at gera vart við mentunarligar ymiskleikar

Tann fyrsti fundurin var í Janderup í vestur Jútlandi í Danmark í døgunum 3. til 7. oktober 2010. Síðani havaverið fundir í Vági í mai 2011, í Ísafjørðinum í august 2011 og í Gloppen í oktober 2011. Seinasti fundur í verkætlanini verður í Janderup í Danmark á sumri 2012.

Verkætlanin hevur egna heimasíðu: www.aktinord.dk har tú kann lesa meiri um verkætlanina, umframt attað á heimasíðuni eru myndir frá teimum fýra bygdasamfeløgunum, sum eru við í verkætlanini. 

Verkætlanarábyrgd: Olga Biskopstø, samfelagsfrøðingur á Granskingardeplinum fyri Samfelagsmenning, hevur ábyrgdina av føroyska partinum av verkætlanini.

Verkætlanartíðarskeið: 2009-2012

Fígging: Verkætlanin er stuðlað av Nora og NPP (Northern Periphery Programme), umframt at ein partur er eginfígging frá Granskingardeplinum fyri Samfelagsmenning.

Verkætlanin Retail in Rural Region (RRR), á føroyskum: Tín Bygdahandil, er ein atljóða verkætlan við luttøku av granskarum úr Føroyar, Ísland, Grønland, Norra, Svøríki, Finnland, Skotland og Írland.

Um verkætlanina
Verkætlan hevur sum endamál, at menna eitt uppskot til handil í smáu samfeløgunum í útjaðaranum. Handilin skal hava gott úrval av vørum og veita eina fjølbroytta tænastu. Eydnast henda verkætlan til fulnar, verður úrslitið øktur búskaparligur vøkstur í útjaðaranum umframt betri trivnaður.

Onkur vil tykjast, at hetta er eitt sera høg mál at seta, og ikki minst av einari granskingarverkætlan, tí hesar, sum oftast enda við einari frágreiðing, heldur enn praktiskum úrslitum. Men í so máta er henda verkætlan øðrvísi. Kravið frá NPP, sum fíggjar ein helmingin av verkætlanini, er, at endaliga úrslitið skal vera eitt tiltak, ið er sett í verk, skipað eftir tí leisti, ið verkætlanin hevur ment.

Fyrimyndin fyri verkætlanini er tað norska handilsmodellið  “Merkur” og tann svenska verkætlanin FLF, ið báðar hava sum endamál, at skapa møguleikar fyri handli í útjaðaranum. Í Skotlandi eru eisini almennar verkætlanir, við sama endamáli. Orsøkin til henda áhuga fyri handli í útjaðaraøkjum er, at tað vísir seg at hava alstóran týdning fyri menning og trivnað á smáplássum, at tað er ein handil í nærumhvørvinum, og ikki minst, at hesin handil kann veita eina góða og fjølbroytta tænastu. 

Les meira um verkætlanina á: http://www.ruralshops.blogspot.com