Søvn

Á Fróðskaparsetri Føroya eru fleiri ymisk søvn

Greinasavn

Fróðskaparsetrið hevur eitt talgilt greinasavn, har til ber at leita eftir vísindaligum greinum, sum granskarar á Setrinum hava skrivað. Greinirnar, sum áður vóru í gomlu vísindaligu greinasøvnunum hjá Føroyamálsdeildini og Náttúruvísindadeildini eru nú fluttar í eitt nýtt samlað greinasavn. Greinasavnið er enn ikki heilt fullfíggjað, men arbeitt verður við at dagføra savnið og leggja greinir inn alla tíðina. Finn greinasavnið HER

Bókasøvn

Bókasøvn eru á ymiskum deildinum. Les meira um bókasøvnini HER.

Onnur søvn

Serliga Føroyamálsdeildin hevur eina røð av søvnum, sum farið er undir at talgilda.

Í 2007 var ferð sett á talgildina á Føroyamálsdeildini. Verkætlanin byrjaði við eini forgreining, sum hevur verið grundarlag undir arbeiðinum. Endamálið við talgilding er í tveimum. Partvís at varðveita tilfar, ið annars ferst við tíðini, og í øðrum lagi, at gera hetta tilfar atkomuligt fyri áhugaði.  Søvnini á Føroyamálsdeildini verða talgild á ymsar mátar.

Bandasavn

Skrásetingin á bandasavninum hjá Føroyamálsdeildini er flutt frá pappír í teldu, og upptøkurnar vera í løtuni talgildar. Les meira um bandasavnið HER.

Staðanavnasavn

Staðanøvn verða í løtuni skrásett í teldu á Føroyamálsdeildini. Tvær stórar innsavningar eru tøkar í dátugrunni. Hesar eru innsavningarnar hjá Staðanavnasavni Føroya Løgtings og Institut for Navneforskning. Les meira um staðanavnasavnið HER.

Orðaseðlasavn

Á Føroyamálsdeildini er eisini eitt orðaseðalasavn. Orðaseðlarnir eru skannaðir og verða nú skrásettir í einum forriti, sum er gjørt til endamálið. Les meira um orðaseðlasavnið HER.

Handritasavn

Handritasavnið er ikki talgilt enn. Ætlanin er at fáa skrásetingina talgildaða í 2013. Les meira um handritasavnið HER.

Umframt omanfyrinevndu søvn á Føroyamálsdeildini eru eisini Fólkanavnasavnið, Málførasavnið og Fólkaminnasavnið.

Atgongd til savnindi á Føroyamálsdeildini

Uttandeildarfólk kunnu søkja um atgongd til savnindi á Føroyamálsdeildini. Tá er neyðugt at brúka eitt serligt umsóknarblað, ið fæst við at venda sær til Lenu Reinert, lenar(a)setur.fo.

Reglur um søvn og savnstilfar á Føroyamálsdeildini