Bókasavnið

á Føroyamálsdeildini

Á Føroyamálsdeildini í V. U. Hammershaimbs gøtu 16 er bókasavn, sum lesandi og starvsfólk kunnu brúka. 

Á deildini eru lesistova, tíðarritasavn og handbókasavn. Til høgru finst yvirlit yvir tíðarrit, sum eru tøk á Føroyamálsdeildini.

Útlán

Bókasavnið á Føroyamálsdeildini er stovnsbókasavn uttan alment útlán.

Til ber tí IKKI at læna bøkur heim við. Tilfarið er einans ætlað at verða brúkt á deildini.

Leita í talgildu skrásetingini av bókum

Til ber at leita eftir bókum í bókasavninum hjá Setrinum í hesum leitigrunni.

Bókavørður

Herluf Hansen, bókavørður, er knýttur at bókasøvnunum á Føroyamálsdeildini, Søgu- og samfelagsdeildini, Sjúkrarøktarfrøðideildini og Náttúruvísindadeildini.

Herluf Hansen hevur fakligu røktina av bókasøvnunum um hendi. Hetta fevnir millum annað um vegleiðing, skráseting ogútvegan av tilfari.

Sambært samstarvsavtalu frá 1994 og seinni dagførd, er bókavørðurin hjá Setrinum fakliga knýttur at Landsbókasavninum.

Bókavørðurin er at hitta

Bókavørðurin er at hitta á Føroyamálsdeildini mikudag og hósdag kl. 09.00-14.00.

Samband fæst annars við bókavørðin á telefon +298 292580 og telduposti herlufh(at)setur.fo.