Bókasavnið

á Sjúkrarøktarfrøðideildini

Bókasavnið hjá Deildini fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindier staðsett í Sjóvinnuhúsinum

Útlán

Bókasavnið hjá Deildini fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindier er eitt stovnsbókasavn uttan alment útlán.

Møguleiki er tí IKKI fyri at læna bøkurnar í savninum heim við. Men til ber at brúka tilfarið í lestrarhølum á staðnum á Deildini fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindier

Leita í talgildu skrásetingini av bókum

Til ber at leita eftir tilfari í bókasøvnunum hjá Setrinum í hesum leitigrunni.

Bókavørður

Herluf Hansen, bókavørður, er knýttur at bókasøvnunum á Føroyamálsdeildini, Søgu- og samfelagsdeildini, Deildina fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindier og Náttúruvísindadeildini.

Herluf Hansen hevur fakligu røktina av bókasøvnunum um hendi. Hetta fevnir millum annað um vegleiðing, skráseting og útvegan av tilfari.

Sambært samstarvsavtalu frá 1994 og seinni dagførd, er bókavørðurin hjá Setrinum fakliga knýttur at Landsbókasavninum.

Upplatingartíðir

Bókavørðurin er vanliga at hitta á Deildini fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindier týsdagar frá 10.00-16.00.Samband fæst annars við bókavørðin á telefon +298 292580 og telduposti herlufh(at)setur.fo.