Bókasavnið

á Námsvísindadeildini

Á Námsvísindadeildini á Frælsinum 20 er bókasavn, sum lesandi og starvsfólk kunnu brúka. Bókasavnið á Námsvísindadeildini hevur eitt breitt úrval av bókum um lærara- og námsfrøðingaøkið, og eisini aðrar fakbókmentir. Bókasavnið er ein týdningarmikil liður í lesnaðinum, og tí er umráðandi, at lesandi gagnnýta tað. 

Leita í talgildu skrásetingini av bókum

Bøkurnar á bókasavninum eru talgilt skrásettar, og tú kanst leita eftir bókum HER . Fleiri onnur bókasøvn, t.d. Landsbókasavnið, bókasøvnini á Fróðskaparsetrinum og Býarbókasavnið, eru eisini skrásett í hesum grunni.

Til ber at leita eftir bókum í bókasavninum hjá Námsvísindadeildini í hesum leitigrunni.

Útlán

Í august mánaði fáa lesandi lánarakort. Bøkur kunnu verða læntar út ein mánað í senn.
Er bókavørður ikki til staðar, tá ið lænt verður, ber til at brúka sjálvlánið.

Bókavørður

Dagbjartur Debes er bókavørður á bókasavninum á Námsvísindadeildini. Samband fæst við Dagbjart á telefon +298 299415 og á telduposti dagbjarturd(at)setur.fo.

Eitt yvirlit yvir, nær bókavørður er á bókasavninum hongur á rútinum vinstrumegin hurðina á bókasavninum.

Upplatingartíðir

Bókasavnið er opið vanliga skúlatíð.