Bókasavnið á Náttúruvísindadeildini

Bókasavnið hjá Náttúruvísindadeildini er staðsett í Nóatúni 3.

Til ber eisini at leita í ymiskum náttúruvísindaligum savnstænastum á netinum - leinki til høgru.

Útlán

Bókasavnið hjá Náttúruvísindadeildini er eitt stovnsbókasavn uttan alment útlán.

Møguleiki er tó hjá lesandi og starvsfólki at læna tilfar við at útfylla ein seðil.

Leita í talgildu skrásetingini av tilfari.

Til ber at leita eftir bókum í bókasøvnum hjá Setrinum í hesum leitigrunni.

Bókavørður

Herluf Hansen, bókavørður, er knýttur at bókasøvnunum á Føroyamálsdeildini, Søgu- og samfelagsdeildini, Sjúkrarøktarfrøðideildini og Náttúruvísindadeildini.

Herluf Hansen hevur fakligu røktina av bókasøvnunum um hendi. Hetta fevnir millum annað um vegleiðing, skráseting og útvegan av tilfari.

Sambært samstarvsavtalu frá 1994 og seinni dagførd, er bókavørðurin hjá Setrinum fakliga knýttur at Landsbókasavninum.

Bókavørðurin er at hitta

Bókavørðurin er at hitta á Náttúruvísindadeildini mánadagar  10-15.                  . Samband fæst annars við bókavørðin á telefon +298 292580 og telduposti herlufh(at)setur.fo.