Bókasavnið

á Søgu- og samfelagsdeildini

Bókasavnið hjá Søgu- og samfelagsdeildini er staðsett í Fr. Petersens gøtu 9, har sum Seturscaféin heldur til.

Útlán

Bókasavnið hjá Søgu- og samfelagsdeildini er eitt stovnsbókasavn uttan alment útlán.

Møguleiki er tí IKKI fyri at læna bøkurnar í savninum heim við. Men til ber at brúka tilfarið í lestrarhølum á staðnum.

Leita í talgildu skrásetingini av bókum

Til ber at leita eftir tilfari á bókasavninum hjá Setrinum í hesum leitigrunni.

Bókavørður

Herluf Hansen, bókavørður, er knýttur at bókasøvnunum á Føroyamálsdeildini, Søgu- og samfelagsdeildini, Sjúkrarøktarfrøðideildini og Náttúruvísindadeildini.

Herluf Hansen hevur fakligu røktina av bókasøvnunum um hendi. Hetta fevnir millum annað um vegleiðing, skráseting og bókakeyp.

Sambært samstarvsavtalu frá 1994 og seinni dagførd, er bókavørðurin hjá Setrinum fakliga knýttur at Landsbókasavninum.

Upplatingartíðir

Bókavørðurin er vanliga at hitta í Fr. Petersensgøtu týsdagar frá 10-16.. Samband fæst annars við bókavørðin á telefon +298 292580 og telduposti herlufh(at)setur.fo.