Talgildu søvnini á Føroyamálsdeildini

Í sambandi við granskingarvirksemið á FMD er nógv tilfar savnað gjøgnum árini. Deildin hevur til dømis stórt savn av orðaseðlum, sum hevur verið støðið undir orðabókararbeiði. Harumframt eitt víðfevnt staðarnavnasavn og hópin av siðsøguligum upptøkum av samrøðum við heimildarfólk kring landið. Í fleiri førum hava hesi eisini kvøðið og sungið inn á band. Síðani 2007 er verulig gongd komin á talgildingina av hesum tilfari, og hóast tað enn er nakað langt eftir á mál, so eru vit um at koma undir land við týðandi pørtum. Í 2016 varð avtala gjørd við Kringvarpið um at talgilda tað, ið eftir var av bondum, og hetta arbeiðið verður væntandi liðugt í 2018. Í løtuni verður arbeitt við at dagføra skráseting og leitiskipan, soleiðis at lættari verður at finna runt í tilfarinum. Partar av savninum eru atkomuligir fyri almenningin á eini heimasíðu, meðan aðrir partar eru atkomuligir við serligum loyvi.

Tá arbeiðið er liðugt, fer at bera til at leita í hesum savnindum:

Orðaseðlasavn

Orðaseðlarnir eru allir skannaðir og skrásettir. Við at leita eftir einstøkum orðum ber til at síggja allar seðlar, ið finnast í savninum, við hesum leitorði. Í summum førum er talan um einfalda tilvísing til, hvar orðið er skjalfest, í øðrum førum kann talan vera um forvitnisligar frágreiðingar, sum kanska ikki allar eru tiknar við í orðabøkurnar.

Staðanavnasavn

Fleiri stórar innsavningar – m.a. hjá Staðanavnasavni Føroya Løgtings og Institut for Navneforskning - eru tøkar í dátugrunni, men her vantar enn arbeiði við at dagføra forrit, sum gera tilfarið smidligt at arbeiða við.

Bandasavnið

Í Bandasavninum eru stívliga 2.100 tímar av upptøkum. Innihaldið er skrásett á ymsan hátt, men sum oftast við upptøkudegi, heimildarfólki og innsavnara. Í summum førum eru upptøkur útskrivaðar og skipaðar í evnisbólkar, sum til ber at leita í. Upptøkurnar innihalda nógv áhugavert tilfar, ið er at meta sum mentanararvur, og skjalfestu røddirnar umboða eisini meginpartin av føroyskum bygdarmálum í samtíðini.