Heimildarfólk

Í bandasavninum eru upptøkur við heimildarfólki úr øllum landinum. Summi liva enn og hava sjálvi játtað at geva øðrum lut í upptøkunum. Í teimum førum har heimildarfólk eru farin, hava vit sett okkum í samband við eftirkomarar teirra, til tess at biðja um loyvi at almannakunngera tilfarið. Har tað hevur eydnast okkum at finna ævisøguligt tilfar og myndir, hava vit gjørt smáar vangar, har heimildarfólkini verða lýst – um ikki annað so við føðingardegi og bygd. Í fyrstu atløgu royna vit at stovna vangar til teirra, sum longu eru at hoyra í savninum, men tað er ætlanin at fáa lýst so nógv sum gjørligt av heimildarfólkunum sum frá líður. Vit ætla eisini at víðka um vangarnar, so hvørt sum vit fáa meira tilfar til vega.