Orðaseðlasavnið

Orðaseðlasavnið er eitt savn við føroyskum orðum, sum eru skrivað á seðlar. Talan er bæði um orð úr talumálinum og skriftmálinum. Tann gamla tíðin er tó betur heimilað við orðum enn tann nýggja tíðin. Tað leggjast støðugt orð aftur at orðasavninum.

Byrjanin til orðaseðlasavnið var tað savnið, sum Chr. Matras (1900-1988) hevði við sær úr Keypmannahavn, tá ið hann var settur sum professari á Fróðskaparsetri Føroya í 1965.

Orðasavnið er grundarlagið undir orðabókum við føroyskum máli og er harumframt ein týðandi kelda til vísindaligt arbeiði við føroyskum máli. Í savninum eru umleið 600.000 seðlar skipaðir í 98 orðaseðla­kassar, sum verða varðveittir í eldvardari goymslu á Føroyamálsdeildini. Tað merkir ikki, at tað eru 600.000 ymisk orð í savninum, tí ofta eru nógvir seðlar við sama leitorði.

Allir orðaseðlarnir eru nú skannaðir, tó vantar ø’ið, sum verður lagt inn seinni. Tað næsta stigið í talgildingini var at skráseta leitorðini á øllum seðlunum. Tað arbeiðið er liðugt, so nú ber til at leita eftir orðum. Í løtuni verða dømi og aðrar upplýsingar á seðlunum skrásett.

Á summum seðlum standa nakrar styttingar niðast í vinstra horni. Tað eru keldutilvísingar. Á einum seðli við leitorðinum fjallmaður stendur: J.P. Bíb. 36. Hetta er stytting fyri Joen Poulsen Bíbilsøga, síða 36. Er talan um eitt orð úr talumálinum, stendur keldan viðmerkt niðast í høgra horni og uppskrivarin vinstrumegin. Á einum seðli við leitorðinum lippa stendur: ORDAS JAVSK, sum er stytting fyri orðasavn eftir Johannes av Skarði, og omanfyri stendur heimildin viðmerkt saman við eini dagfesting. Styttingarnar eru ikki tøkur at leita í, men arbeitt verður við at leggja tær inn.