Tíðindabrævið Mandag Morgen

Atgongd til goymsluna Mandag Morgen Share

Fróðskaparsetur Føroya hevur gjørt avtalu við Mandag Morgen um online atgongd til greiningar,  útgávur o.a. tilfar hjá Mandag Morgen. Avtalan gevur tær fulla atgongd til alt innihaldið á www.mm.dk, tá tú vitjar síðuna, meðan tú ert staddur/stødd í hølum hjá Setrinum.

Ynskir tú fjaratgongd heimanífrá og at fáa tíðindabrævið “Brief” hjá Mandag Morgen sendandi við telduposti, mást tú stovna teg sum brúkara. Tað er umráðandi, at tú nýtir tína setursteldupostadressu at rita inn við. Loyniorðið velur tú sjálv/ur:

Stovna brúkara her: www.mm.dk/signup/kollektiv

Um tú longu fært tíðindabrævið hjá Mandag Morgen “Brief”, ert tú stovnaður í skipanini sum brúkari.

Hevur tú gloymt loyniorð títt, bíleggur tú bara eitt nýtt á forsíðuni á mm.dk

Rætta kósina skjótari í einum umbroytiligum heimi

Soleiðis sigur Mandag Morgen um tænastuna: "Mandag Morgen leggur seg eftir at vera ein holl ráðgeving, ein kelda til íblástur og ein góð og umráðandi leiðbeining í dagliga tíðindastreyminum. Vónin er at kveikja til meira aktiva luttøku í menningini av vælferðarsamfelagnum og vinnulívinum, umframt í grønu og meira burðardyggu umleggingini av samfelagnum."

Á webportalinum hjá Mandag Morgen www.mm.dk hevur tú fulla atgongd til allar greiningar, bloggur og frágreiðingar, sum Mandag Morgen gevur út – og hevur givið út síðani 1997.

Alt innihaldið er býtt upp í evni, so lætt er at finna runt innan tey fakøkið ella tey temu, sum eru mest viðkomandi fyri teg.

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Heidi Rasmussen frá Mandag Morgen her: heidi(at)mm.dk.

Góðan lesihug!