Lesandi við serligum tørvi

Fyri tey, sum hava skerdar lestrarførleikar

Lesandi á Setrinum, ið bera brek ella hava serligan tørv av onkrum slag, hava rætt til praktiska ella sernámsfrøðiliga hjálp ella stuðul. Hetta kann t.d. fevna um tilboð til longda útbúgvingar- ella próvtøkutíð, serlig undirvísingaramboð, tilvísing til sálarfrøðing ella aðra serfrøði og hjálp í samband við orðblindni.

Nærri kunning fæst við at venda sær til Lestrarskrivstovuna ella til lestrarvegleiðaran á deildini.