Studni

Stuðulsupphæddin frá STUDNA er í løtuni:

Øll, ið eru 18 ár ella eldri, fáa vanliga útbúgvingarstuðulin, um tey uppfylla treytirnar - sí pkt. 3 í vegleiðingini hjá STUDNA. Tey, sum lesa hægri lestur, fáa øll stuðul sum útibúgvandi, líkamikið hvar tey búgva.

Til ber at fáa stuðul og at læna eina upphædd um mánaðin (sí galdandi takstirnar niðanfyri). Stuðul verður bert goldin 11 mánaðir, ongin stuðul verður goldin í juli.

Umsóknarbløð fáast á heimasíðuni hjá STUDNA ella gjøgnum MínBoks.

 

Mðr. stuðul til hægri lestur
Studning í 11 mðr. frá 1. jan 2017kr. 4.315 um mánaðin
Lánkr. 2.419 um mánaðin

Ætlar tú tær at søkja um lestrarstuðul frá STUDNA, so er umráðandi, at tú gevur hesum gætur:

  • STUDNI heitir á øll, sum søkja lestrarstuðul, um at gera hetta talgilt á netinum. Til ber at fáa kunning um, hvussu hetta verður gjørt á heimasíðuni hjá STUDNA: www.studni.fo
  • Mint verður á, at umsókn og neyðug skjalprógv mugu latast inn samstundis. Tí mást tú syrgja fyri, at øll neyðug skjøl, sum skulu leggjast við, eru klár (helst sum PDF-fílur), áðrenn tú fert undir at fylla út umsóknarblaðið á netinum. Tað kann t.d. vera  dóps- og navnabræv, p-tal hjá barni, bústaðarváttan o.a.
  • Gev gætur, at neyðugt er at seta seg væl inn í pkt. 9 í “Vegleiðing til lestrarstuðulin”.
  • Tá ein fyllir út upplýsingar um lestrartíðarskeið, er umráðandi, at upplýsingarnar eru rættar. Upplýsingarnar verða eftirkannaðar við millumbilum, og verður staðfest, at  tær ikki eru rættar, er vandi fyri, at tú mást gjalda lestrarstuðul aftur til STUDNA, sum tú ikki hevði rætt til.
  • Gevst tú at lesa á Setrinum, er sera umráðandi, at tú beinanvegin boðar bæði Setrinum og STUDNA frá hesum, soleiðis at tú sleppur undan at skula gjalda lestrarstuðul aftur. Tað stendur staðfest í lógini um lestrarstuðul, at tað er tín ábyrgd at upplýsa um hetta. Tí ber ikki til at bera seg undan, hóast ein ikki visti av hesum.
  • Sendir tú skjalprógv umvegis teldupost, er neyðugt, at tú upplýsir navn og føðingardag. Skuldarbrøv skulu tó sendast við posti.
  • Ivast tú í nøkrum hesum viðvíkjandi, ert tú altíð vælkomin at spyrja:
    Lestrarvegleiðararnar ella deildarskrivararnar á tíni deild.
  • Ert tú lesandi yvir 18 ár og fært mánaðarliga studningin frá STUDNA, er møguligt at søkja um lán. Lánið verður útgoldið eina ferð um mánaðin saman við studninginum.