Fíggjarligur stuðul til lesandi í Føroyum

Hvør kann fáa stuðul til lestur í Føroyum?

Stuðul til lestur í Føroyum verður eftir umsókn veittur teimum, ið eru lestrarvirkin og hava:

  1. danskan ríkisborgararætt og eru búsitandi í Føroyum, ella
  2. útlendskan ríkisborgararætt, lógliga uppihalda seg í Føroyum og ikki fáa stuðul úr heimlandinum, men:
    a. áðrenn tey eru fylt 20 ár, hava tikið fastan bústað saman við foreldrum í Føroyum,
    b. eftir at hava fylt 20 ár, hava havt fastan bústað í Føroyum í minsta lagi tvey samanhangandi ár, áðrenn farið verður undir útbúgving, ella
    c. hava fastan bústað í Føroyum og hava verið gift við donskum ríkisborgara í minst tvey ár.